Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. september 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 170 - 5. september 2006 5 tíðindi Nú havi eg ikki verið í skúla í 25 ár, so eg veit ikki um høvdið klárar alt tað slíkur krevur, sigur Tórbjørn Jacobsen, sum hevur eina greiða teologiska fatan, sum sigur, at tað skal vera pláss fyri hvørjum einasta individi í samfelagnum PRESTALESTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Fyri tveimum árum síðani segði Tórbjørn Jacobsen í eini sending við Jenis av Rana í Lindini, at hann gott kundi hugsað sær verið prestur. Hetta kom ikki sørt óvænta, og mong vóru tey, ið ivaðust í, um Tórbjørn skemtaði ella segði tað í álvara. Fyrr í ár fingu tey so svar upp á spurningin, tá tað kom fram, at Tórbjørn Jac­ obsen hevði søkt inn á Keyp­ mannahavnar Uni­ver­sit­et at lesa gudfrøði. Mána­dagin 31. juli fekk Tórbjørn Jacobsen svar um, at hann var sloppin inn og nú hevur hann so verið á Keypmannahavnar Uni­ versiteti og innskrivað seg. Styrkja um undirstøðukervið Mong undrast helst framvegis á, hvussu tað ber til, at tann í mangar mátar bersøgni og hartrópandi Tórbjørn Jacobsen hevur gjørt av at lesa gudfrøði, men sambært Tórbjørn Jacobsen sjálvum er svarið einfalt. – Tað hevur nú altíð ver­ ið soleiðis, at alt kring krist­in­dómin hevur havt stóran áhuga hjá mær. Og lesnaðurin eg nú fari undir, er fyrst og fremst fyri at styrkja um undirstøðukervið og geva mær eina hollari vitan, sigur Tórbjørn Jacobsen úr telefonini í Keypmannahavn í morgun. Lesnaðurin Tórbjørn Jac­ob­sen fer undir verður sum sjálvlesandi, men kem­ ur hann kortini at vitja í danska høvuðsstaðnum í lestrarørindum av og á. – Tá eg hvørki havi havt grikskt ella latín áður, so tekur tað seks ár til tú verður liðugur. Ætlar tú so at gerast prestur, so tekur tað eitt hálvt ár aftrat. – Men nú er tað soleiðis, at tað eru 25 ár síðani eg sein­ ast gekk í skúla, so fyrst og fremst má eg finna út av, um høvdið klárar alt tað, slíkur lesnaður krevur, sig­ ur Tórbjørn Jacobsen, sum í løtuni er í Danmark sam­an við Mentanarnevnd Løg­tingsins á eini kunningarferð. Sjólívið lagt á hillina fyribils Áðrenn Tórbjørn Jacobsen var valdur inn á ting sigldi hann sum skipari, men hetta er so fyribils lagt á hillina, og Tórbjørn Jacobsen veit ikki at siga, um hann nakrantíð fer at royna sjólívið aftur. – Nú havi eg útbúgvingina, men at vera sjómaður og politikari samstundis er vónleyst. Og so longi eg verið valdur, fari eg ikki at sigla aftur, sigur Tór­bjørn Jacobsen, uttan at koma nærri inn á, í hvønn mun prestayrki kann ávirka hansara starvsleið framyvir. Bert eitt lop um garðin Politiskt er tað neyvan nakar føroyingur, ið ivast í hvar Tórbjørn Jacobsen stendur, og spurdur beinleiðis um á hvørjum vongi hann fer at liggja á, um hann einaferð verður prestur, er Tórbjørn Jacobsen greiður í sínum svari. – Tað skal ongin ivi vera um, at eg eri av tí sannføring, at tað skal vera pláss fyri hvørjum einasta eina individi her í samfelagnum, og Bíbli­ an má ongantíð brúkast til at sláa fólk í høvdið við, stað­ festir Tórbjørn Jacobsen, og sigur, at tað eisini fer at merkja hann sum prest, um hann einaferð verður prestur í onkrum prestadømi her heima. Hvørt hann so hevði verið prestur í Havnar kirkju ella aðrastaðni, sigur søgan onki um, men skemtandi sigur Tórbjørn Jacobsen, at nú hann býr so nær Havnar kirkju, hevði tað ikki verið meiri enn eitt lop upp um garðin, so var hann har. Sunnukvøldið fóru gomlu rockabbarnir í Rolling Stones á pall í Horsens og hetta gjørdist ein konsert av teimum heilt stóru. Bæði so og so Tónleikur Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo 85.000 fólk upplivdu sunnu­ kvøldið Rolling Stones í Horsens. Og tað var eitt hitt elsta – ov mongum mett sum tað størsta – rockorkestrið í heiminum, ið fór á pall og fekk prógva seg sum just hetta. Størst og best. Mick Jagger er vorðin 63 ár, men sum ein 25 ára gamal rann hann tann ovurstóra pallin úr enda í annan, meðan hann sang nýggjari og eldri sangir úr stóru sangmappuni hjá Rolling Stones. Keith Richard og Mick Jagger, grundleggjarar av bólkinum fyri meira enn 40 árum síðani, eru kanska ikki heimsins vakrasta sjón, men ímyndir av rocktónleiki finnast ikki betri. Og sunnukvøldið prógv­ aðu teir, a teir eru meira enn fánaðar ímyndir. Teir liva enn upp til tað, ið væntað verður av teimum. Ella kanska sagt enn betri; teir mótprógva og gera til einkis allar pástandir um, at The Rolling Stones ikki eru annað enn ein farin tíð. Teir eru sanniliga við enn. Orkumikla framførslan, ið tónleikaliga stóð mát, prógvaði sunnukvøldið, at her er onki at fara skeivur av. Teir eru best og duga enn. Og orka enn. Donsku ummælararnir funnu føgru orðini fram og BT og Ekstrablaðið kapp­ aðust um at undrast á dygd­ irnar og orkuna hjá hesum rock­abbunum, sum saktans kundu verið farnir á pensjón í úrtíð, tí teir eru mest pen­ inga­vinnandi bólkur í ár. Men teir spæla, tí teimum dámar tað. So einfalt er tað. Og bløðini bæði lótu teimum 5 stjørnur av seks møguligum, og har er annars ikki vanligt, at stjørnurnar falla av ongum. Í einum av næstu bløð­un­ um hava vit longri frásøgn frá konsertini við The Roll­ ing Stones í Horsens sunnu­ kvøldið. Super Rolling Stones i Horsens Tórbjørn innskrivaður og klárur at byrja – Tað skal ongin ivi vera um, at eg eri av tí sannføring, at tað skal vera pláss fyri hvørjum einasta eina individi her í samfelagnum, og Bíblian má ongantíð brúkast til at sláa fólk í høvdið við Phønix út­sett til 17. oktober Týska íløgufelagið Phoenix hevur stevnt fleiri føroyskum privat persónum, fyritøkum og feløg­ um eftir endur­ gjaldið, nú felagið er farið á heysin, og fyrireikandi rættarfundur var í morgun RÆTTARMÁL Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Í morgun var fyrireikandi rættarfundur í Føroya Rætti, nú týska íløgufelagið Phoenix hevur stevnt fleiri føroyskar privat persónar, fyritøkur og feløg eftir endurgjaldi. Eftir hvat skilst, so vil Phoenix hava endurgoldið rentuna, sum nøkur fingu útgoldið sama árið, sum felagið fór á húsagang. Hetta kann tykjast rættiliga undarligt, og í farnu viku segði Kristjan á Neystabø við Dimmalætting, at mótkravið hjá teimum flestu, sum hava fingið eitt endurgjaldskrav frá Phoenix, er fleiri ferðir størri. Øll tey sum hava fingið eitt endurgjaldskrav mistu pening, tá ið Phoenix fór á húsagang og tískil er eitt endurgjaldskrav á veg hinvegin, tá ið hesi málini um rentu, eru avgreidd, segði Kristjan á Neystabø, sum er umboðandi B36 í málinum, við Dimmalætting hósdagin í farnu viku. Á fyrireikandi rættar­ fund­inum í morgun varð av­gjørt, at geva stevndu pørt­unum svarfreist til 17. oktober, og tá skulu tey í seinasta lagi hava latið inn svarrit. Millum tey, ið eru stevnd eftir endurgjaldi eru B36, P/F Klemint Petersen og Sp/ AWI Boats Service.