Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. september 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 170 - 5. september 2006 tíðindi Tá ið gularótin ikki hjálpir, má pískurin fram – Skipanin, har skip og bátar fáa eyka fiskidagar fyri at taka livur, virkar ikki. Tað staðfestir Egil Olsen, stjóri á Faroe Marine Bio­ tech, sum hevur livravirkið á Eiði. Hann hevur nú gjørt sín­ ar viðmerkingar til upp­ skotið frá Heidi Petersen og Torbirni Jacobsen um, at skip og bátar skulu hava skyldu til at taka livur og rogn. Tey bæði tjóðveldisfólk­ ini skjóta upp, at gjørd verður ein fýra ára skiftis­ tíð, so at skip og bátar fáa skyldu at taka alla livur og øll rogn frá fiskiárinum 2009-2010 at rokna. Uppskotið kemur til við­ gerðar í Løgtinginum sein­ ni í heyst. Og í viðmerkingum sín­ um til vinnunevndina sigur Egil Olsen, at hann er samdur í, at skip og bátar skulu hava skyldu at taka livur og rogn og hann heldur, at ein skiftistíð upp á fýra ár er passalig. – Okkara sjónarmið er, at skip og bátar skulu hava skyldu at taka innvølir til lands í tann mun, keyparar eru til hesa rávøru, sigur hann. – Tey skip og bátar sum ikki gera hetta, eiga at missa fiskidagar eftir nærri leisti. Egil Olsen sigur, at tá fer tað at standa til hvønn ein­ stakan skipa ella reiðara at gera av, um hann metir hetta vera forsvarligt og lønandi, ella ikki. – Táið gularótin ikki virkar má pískurin fram, segði Anfinn Kallsberg einaferð á fundi á Kósini og tað eru vit samdir í, sigur Egil Olsen. Hann heldur eisini, at ein skiftistíð upp á fýra ár, er ein gongd leið. – Tí mæla vit til at seta eina slíka skipan í verk, nú lógin um vinnuligan fiski­ skap verður endurskoðað, leggur hann afturat. Skipanin virkar ikki Annars er ein skipan í gildi nú, har skip og bátar fáa eyka fiskidagar fyri at taka livur. Men Egil Olsen staðfest­ ir, at tann skipanin virkar ikki Hon hevur ikki rokkið sín­um endamáli fyri teir ym­isku bólkarnar í fiski­ dagaskipanini. Einasti bólkur, har tað hevur hjálpt, er hjá trolbátunum, har størri vilji er at taka livur nú. Hann sigur, at hann hevur eisini roynt at spurt seg fyri, hvussu tað ber til, at skipanin ikki virkar. Eitt svar, sum hann ofta fær til tann spurningin, er, at skipini hava nokk av fiskidøgum framman­und­ an. – Burtur sæð frá trol­ bátunum, hava teir ymsu skipabólkarnir nóg mikið av døgum og tí virkar skip­ anin við livradøgum ikki nóg eggjandi. Fiski­menn­ inir við hesum skipunum duga heldur ikki at síggja, at teir fáa nakað burturúr, at skipini fáa fleiri fiski­ dagar fyri at taka livur, tí ein møguligur vinningur liggur ikki hjá teimum, men hjá reiðarunum. – Hinvegin síggja reiðar­ ar á trolbátunum ein fyri­ mun í at taka livur fyri at fáa fiskidagar, tí teir siga seg at hava av lítið av fiski­ døgum sum er. Egil Olsen heldur, at tað má vera nakað um hetta, tí hann staðfestir, at nøgdin av livur frá hesum skipa­ bólki er vaksin síðani livra­ skipanin kom í gildi fyri einum sløkum ári síðani. Hinvegin siga teir við partrolarunum mangan, at livratøka darvar arbeiðinum umborð. – Fiskiskapurin eftir upsa hevur verið sera góður og flestu skipini hava tí fingið kryvjimaskinu fyri at lætta um arbeiðið umborð. Og stjórin á livravirkinum á Eiði er greiðir yvir, at livratøka ikki er løtt, táið fiskiskapurin er so góður sum hann hevur verið. Í samstarvi við FJM í Runavík, hava tey á Faroe Marine Biotech tískil ment ein tøkniliga loysn, ið hevur sum endamál at darva arbeiðnum minst møguligt. – Vit hava ment eina livramaskina sum er bílig, tekur lítið pláss og sum klárar at taka livrina frá hinum innvølunum. – Hendan maskinan er royndarkoyrd við góðum úrsliti og vónandi kann hon fáa undirtøku frá reiðar­un­ um. Egil Olsen sigur, at Bárður Isaksen, sum er við Vestmenningi, hevur so­­ muleiðis ment eina skipan fyri at taka livur frá kryvjimaskinuni og tær royndirnar hava verið sera positivar. Hann heldur, at eydnast tað at finna eina góða tekniska loysn, sum ikki darvar arbeiðinum umborð, verður tað lættari at seta politisk krøv um at taka livur til lands. Skilja ikki grundgevingar Annars sigur Egil Olsen, at hann hevur hoyrt, at at summir politikarar føra fram, at vit ikki hava fram­ leiðsluorku at taka innvølir til lands. – Hesa grundgevingina skilja vit ikki. Hvat viðvík­ ur livur, eru fleiri fram­ leiðslumøguleikar, tí hon kann bæði niðursjóðast, bræðast til lýsi, brúkast fesk ella frystar. – Vit ivast ikki í, at fekst vissa fyri, at rávøra var til staðar, hevði eisini størri áræði verið til at gjørt íløgur í teir ymisku framlei ðslumøguleikarnar. – Fyritreytin fyri at niðursjóða livur er tann, at virkir eisini eru, sum kunnu bræða lýsi. Niðursjóðing gevur besta prísin, men góðskukrøvini til hesa fram­leiðslu er sera høg hvat viðvíkur feskleika, sand­ maðki og øðrum og tí mugu virki vera, sum kunnu taka ta livur, sum niður­sjóð­inga­ virkir ikki kunnu brúka. Hann er heldur ikki samdur í, at prísurin er ov lágur. – Tað er altíð markn­að­ arprísurin sum avgerð rá­ vøruprísin. Livravirkið á Eiði letur í løtuni fimm krónur fyri livur av toski og átta krónur fyri livur av hávi. – Hetta eru tvær krónur hægri enn prísurin í Ìslandi og vit ivast ikki í, at hevði nøgdin verið størri, hevði prísurin eisini hækkað, tí størri mongdir høvdu eisini ført við sær, at tað hevði borið til at gjørt íløgur í eina krotuverksmiðju, so vit á tann hátt fingið 100% fíggjarliga úrtøkur burturúr livrini. Annars vísir hann á, at í Íslandi er livurin skattafrí upp til 20.000 krónur fyri hvønn mann og samstundis fellur virðið av livrini til manningina burturav. Men í sáttmálanum ímillum Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið, er tað ein spurningur ímillum manning og reiðara at avtala, hvussu inntøkan av livrini skal býtast. Skip og bátar skulu hava skyldu til at taka livrina til lands, tá ið keyparar er til hana. Tey, sum ikki gera tað, eiga at missa fiskidagar, heldur Egil Olsen á livravirkinum á Eiði Fiskatilfeingi Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Egil Olsen staðfestir, at skipanin, sum varð sett í gildi í fjør, har skip og bátar fáa eyka fiskidagar fyri at taka livur, virkar ikki. Ein orsøk er, at skipini hava nóg mikið av fiskidøgum frammanundan