Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. september 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 170 - 5. september 2006 7 tíðindi Í morgin eru 25 ár lið­ in síðan Deiggj fyrstu ferð fór á pallin, jubi­le­u­mið verður há­tíð­arhildið við ó­keyp­is dansikvøldið í Tvøroyrar Klubba, har alt byrjaði Nøvn Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Mikudagin, ella sum tey siga har suðuri onsdagin 6. september hevur tón­leik­ a­bólkurin Deiggj 25 ára ju­bi­leum. Sunnudagin 6. sep­tem­ber í 1981 fóru Páll Lave, Dennis Lave, Fróði Vestergaard, Pætur Dam, Dávið Jakobsen og René Jespersen fyrstu ferð á pall saman í Tvøroyrar Klubba. - Hetta er gott nokk eitt sunn­ukvøld, So okkurt ser­ ligt hevur verið á Tvøroyri tað kvøldið. Kanska hevur TB vunnið onkran dyst tann dagin, greiðir Fróði Vestergaard gittarleikari og sangari frá. Í sambandi við føð­ing­ ar­dagin fer Deiggj suður aftur at spæla. - Vit ætla at markera dag­ in við at skipa fyri einum ó­keypis dansikvøldið í Tvør­oyrar Klubba, tí tað var har hetta byrjaði, sigur Fróði. Hesi 25 árini hava nógv­ ar broytingar verið í mann­ ingini. Men seinnu árini eru partar av uppruna mann­ing- ini komnir við aftur. Í dag er Deiggj: Páll Lave, Dennis Lave, Pætur Dam, Fróði Vest­er­gaard og teir báðir nýggju Sverri Heinesen, ið hevur spælt við í 6 ár og Herluf Hermansen, ið eis­ini spældi í Deiggj eitt skiftið í 90’árunum. Virkin dansibólkur Fróði minnist aftur á fyrstu árini við Deiggj fyrst i 80’ár­u­num. - Vit spældu sera nógv tvey tey fyrstu árini, umleið 50 kvøld um árið. Tá eg flutti niður í 1983, hildu hinir fram og fingu Jón McBirnie við sær. Vit eita bara Deiggj Tá Fróði í 1985 kom við løgum, til fyrstu útgávuna hjá bólkinum, vóru hesi eitt sindur øðrvísi enn tann stílurin, sum bólkurin ann­ ars spældi. - Tá ið vit fóru í stu­d­io, var mítt ynski, at út­gáv­u­ bólkurin skuldi eita Deiggj. Aðrir hildu at vit skuldu eita ”Blandað Bomm”. Tað bleiv so til eitt kompromis Fróði & Deiggj, so kundu vit samstundis halda fast í Deiggj navninum. Vit høvdu nokk ikki væntað, at hetta fór at hava so stór­ an týdning fyri navnið hjá bólkinum. Tí enn hava fólk hug til at kallað okkum Fróði & Deiggj. Hetta hóast vit bert hava brúkt navnið á plát­uni og einari konsert, sum vit spældu saman við Frændum í 1986, sigur Fróði og slær fast: - Vit eita Deiggj og bara Deiggj!. Aja LP’in hjá Fróða og Deiggj fekk góða móttøku millum føroysku plátukeypararnar. Løg sum Prúða Land Mítt, Slat­ur og Reggae lagið Aja, hava fingið sítt pláss í føroyskari tónleikasøgu. Aja og Slatur vóru seinni við á einari savnsfløgu hjá HCW. Meðan ”Prúða land mítt” er  við á Ung um Ald­ ar­mótið 2. Størsta hittið hjá Deiggj, kom fyrst í 90’árunum, tá lagið Tillukku, av Am­n­ esty Tónum gjørdist kvøð­ u­ljóm­aslagari., annars hev­ur bólkurin spælt løg á fløgunum TB 100 ár, Út­varps­fløguni Sov blítt og søtt, á Livandi Tónleiki, ið FUT gav út og á fløguni Vælskapt brek hjá Javna Í tíðini eftir, at LP’in var komin út, var Deiggj mest virkin sum bólkur í feri­u­ num. Teir spældu nógv um summarið og á jólum. Á jólum í 1986 spældi Deiggj t.d. 5 kvøld á rað í TB- húsinum. Úr Suðuroyar Grand Prix til Asfalt Hesi 25 árini hevur Deiggj spælt til nógv tiltøk, ofta til dans, men eisini á nógv­ um konsertum, og nú fest­ i­valarnir eru komnir á breddan er Deiggj eis­ini við. Bólkurin var á Jó­an­ søkufestivalinum í fjør og á Asfalt í ár. Fróði Vestergaard hev­ur øll árini verið primus mot­or í fyriskipanini av Prix Føroyum, og hetta man vera orsøkin til, at Deiggj ong­antíð hevur luttikið í hesi kapping. Men teir hava vunnið eitt prix. - Vit vunnu Suðuroyar Melodigrandprix í 1983. Vinn­ingurin var ein ferð til London at spæla á onkrum smærri klubbum. Ferðin bleiv ongantíð av nøkrum, m.a. tí at vit ikki kundu semjast um navnið. Men høvuðsorsøkin var kanska, at tann sum skuldi gera avtalur í London ikki fekk nakað konkret í lag, sigur Fróði, ið tó heldur, at tað var stuttligt at hava ein fund, um bólkurin skuldi eita Deiggj ella Dough. Deiggj er eitt vinarlag Nógv fólk hevur verið við hesi árini, nevnast kunnu Stamen Stantchev, Rúni Brat­t­a­berg, Kaj Johannesen, Jón Gaasedal, Bjartur Han­ sen, Einar Jacobsen, Dánjal Jákup Holm, Jón McBirnie, Reidar Nónfjall, umframt nógvar avloysarar, ið hava verið við eina ella tvær ferð­ ir. - Vit høvdu í 1982 eina enska songkvinnu, Di­ana Malpas, Pápin var venj­ ari hjá Tvøroyrar Horn­or­ kestrið. Hon sang sera væl og perfekt enskt sjálvandi. - Deiggj er eitt vinarlag, hetta merkir at man saktans kan verða deiggjari uttan at spæla við Deiggj, eitt nú feðast vit saman við kon­ um og børnum, og tá er Dávið eisini við okkum, hóast hann ikki spælir við longur. Seinast við vóru utt­ an­lands var í summar, tá ið vit vóru í Fraklandi og sigldu á kanalunum. Summir hava verið vekk í nóg ár og eru síðan komnir aftur í bólkin t.d. Pætur Dam í 13 ár Páll í 8 ár, og Fróði og Dennis í nøkur ár. Rokka á Ellisheiminum Deiggj venur fast einaferð um vikuna og hevur egin venjingarhølið og sera góða og tíðarhóskandi útgerð!. Í næstum fer Deiggj á alneti, bólkurin hevur ætlanir um at gera eina heimasíðu, men hava enn ikki funnið nakran at gera hana. Hon fer at liggja á www.deiggj. com. -Um okur hava lív og heilsuna so fara okur at rokka víðari, vónandi líka leingi sum Rolling Stones og aðrir góðir bólkar. Tað verð­ur stuttligt at spæla Smoke On The Water á Ellisheiminum, sigur Fróði. Hevur gingið í 25 ár