Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. september 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 170 - 5. september 2006 tíðindi Strandferðslan lagar seg til broyttar karmar Sambært Innlendis mála- ráðnum, hevur Strand- ferðslan verið fyri stórum broytingum seinastu árini. – Busskoyringin er bjóð- að út til privatar at reka. Vest urleiðin og Leirvíks- fjarð arleiðin eru niður- lagdar, og Farmaleiðir eru seldar. Tal ið av starvs fólk- um er so leiðis minkað úr yvir 200 fólkum og niður í 120 fólk eftir fáum árum. Tá tunn ilin til Sandoyar møguliga verður veruleiki um fá ár, so fer hetta aftur at merkja eina munandi minking í virksemimum hjá Strand faraskipum Landsins, sig ur Innlendis- málaráðið í tíð indaskrivi, og víðari verður ført fram, at: – Gongdin á samferðslu- økinum í seinastuni ger tað viðkomandi at seta spurn- artekin við, um virksemið hjá Strandfaraskipum Landsins er skipað rætt í mun til tær uppgávur, sum stovnurin skal loysa í dag og framyvir. Sett arbeiðsbólk Landsstýrismaðurin í inn- lendismálum, Jacob Vest er- gaard hevur fingið undir- tøku frá lands stýri num at seta ein skjótt ar beiðandi arbeiðsbólk at gera uppskot til, hvussu al menni flutn- ingurin verður rikin á ein slíkan hátt, so samfelagið fær sum mest burturúr hesum tænastum innan fyri galdandi karm ar. – Úrslitið av frágreið ing- ini skal verða eitt tilmæli til lands stýris mannin um, hvussu virksemið hjá Strand faraskipum Land- sins verður nútímansgjørt, soleiðis at raksturin verður tíðarhóskandi, effektivur og tænir endamálinum um samfelagsligt gagn, verður sagt. Útseta starvsetan Frágreiðingin verður latin landsstýrismanninum, sum eftir at hava viðgjørt málið í samgonguni, tekur støðu til, hvussu arbeiðast skal víðari við málinum. Eftir hetta verður endaliga til- mælið skrivað og latið landsstýrismanninum til støðutakan. Miðað verður ímóti, at tilmæli, ið eisini skal innihalda eina lýsing av, hvussu ein møgulig umskipanartilgongd kann leggjast til rættist og eina fyribils tíðarætlan fyri til- gongdini, verður latið landsstýrismanninum í ár, sigur Innlendismálaráðið, sum samstundis hevur gjørt av at bíða við at lýsa starvið sum stjóri á Strand- faraskipum Landsins leyst, til endaliga frágreiðingin er latin lands stýris manni- num. – Niels Juel Arge, fíggjar- leiðari, virkar sum fyribils- stjóri. Mentanarnevndin á kunningarferð Sambært Andrias Petersen, sum er formaður í ment an- arnevnd Løgtingsins, hevur verið vanligt, at nevndin fer á uttanlands kunn ing- arferð á øðrum hvørjum ári. Á fundi í mentanar- nevndini tann 2. mai, varð avrátt, at fara á ferð til Danmarkar og Svøríkis í september at kunna seg við viðurskiftini millum kirkju og stat, og hvussu man í Svøríki frá almennari síðu hevur verið við til at menna mentanarøkið. Tá vit prátaðu við Andrias Petersen týsmorgunin, var nevndin júst komin á vitjan hjá Kongaligu Operuni í Keypmannahavn. Hagani gongur leiðin út á danska kirkjumálaráðið, har fundur verður við Bertil Haarder og embætisfólk, um hvørjar hugsanir danir gera sær um kirkjulóggávu í framtíðini. Nevndin fer síðani til Svø ríkis í kvøld, og í morgin árini verður vitjað hjá bis kupinum, Caroline Krook, sum fer at greiða frá um, hvørjar royndir sviar hava gjørt sær, eftir at teir valdu at slíta sundur sambandið millum kirkju og stat tann 1. januar 2000. Seinni í morgin fer mentanarnevndin á vitjan í svenska mentamálaráðnum, har statsráðið, sum kann samanberast við ein vara- ráðharra, fer at greiða frá um svenskan mentunar- politikk, við serligum atliti til útjaðaran. Harumframt hevur nevndin heitt á statsráðið um at greiða frá um tann serliga mentan- arstuðul, sum sviar lata út - flutningi av tónleiki og sum hevur víst seg at eydnast væl. Við á kunningarferðini í Danmark og Svøríki eru limirnir í mentanarnevnd Løgtingsins: Andrias Pet- ersen, formaður, Jógvan við Keldu, næstformaður, Marjus Dam, John Johan- nessen, Olav Enomoto, Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen. Nevndin kemur heim aftur hóskvøldið. Mentanarnevnd Løgtingsins er á kunningarferð í Danmark og Svøríki, har evnini verða kirkjulóggáva, mentanarpolitikkur í útjaðaranum og stuðul til útflutning av tónleiki. MENTAN Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Av tí, at ein arbeiðs- bólkur er settur at endurskoða virk- semið hjá Strand- ferðsluni, hevur Innlendis málaráðið gjørt av at bíða við at lýsa starvið sum stjóri á Strandfaraskipum Landsins leyst. SAMFELAG Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo STROK - oftari og størri So er Strok aftur í skúl- unum! Beinta Johannesen, sum er ritstjóri á blaðnum hevur nógv nýtt í huganum, nú hon hevur ábyrgdina av at fáa blaðið út 10 ferðir árliga, í mun til 8 ferðir higartil. Beinta greiðir frá, at í hvørjum blaði eru greinir um okkurt serligt evni, har prát eisini eru við børn og ung. – Hesa ferð hava vit tosað við Sólfríð í Vestmanna um heimalomb, og Rannvá av Velbastað, Fríður av Argj- um og Ólavur úr Hoyvík siga frá um skúlastovur teirra. Eisini eru góð hugskot til eina floksveitslu, tíðindi, søguna um fót- bóltsspælið, ummælir, Blits – súrt og søtt um tey kendu og mangt annað, sigur Beinta, sum eisini vísir á afturvendandi tættir, eitt nú gaman, teknisøgur, kross- orðagátur, søgur, úr Bíbliu- søguni og fleiri uppgávu- síður. Nú enn fleiri STROK Beinta sigur, at í samband við 50 ára føðingardagin hjá Stroki, fáa allir lesarar eina serliga gávu. – Nú fer Strok, sum sein- astu árini hevur havt einar 3.200 haldarar, at koma út 10 ferðir um árið ístaðin fyri 8 ferðir, og vit kunnu lova, at jólaútgávan av Stroki verður nakað heilt serligt! Tað er ikki alt, tí blaðið er eisini vaksið við fleiri blaðsíðum og fleiri nýggjum tættum, og seinni í heyst fer tann nýggja heimasíðan hjá Stroki at vera klár at brúka, sigur Beinta, sum er í gávumilda lagnum: – Fyri fyrstu ferð nakran- tíð fer Strok nú at geva hald- arum sínum eina ókeypis fløgu við sangum, ið tey bæði Meyla & Knøttur syngja, eins og tey hava gjørt á teimum ymsu festi- valunum, sum hava verið á í summar, sigur Beinta. Og hon greiðir frá, at sangirnir á fløguni hava Meyla & Knøttur gjørt saman við manningini aftan fyri tann sera væl- umtókta gentubólkin av Sandi, Poppkorn. – Tó eru sangirnir als ikki bara fyri gentur. Fimm svingandi løg eru á fløguni, og við heitum so sum ‘Lort í býin’og ‘Eg eri sum eg eri’ skuldi har verið okkurt fyri øll. Lort í býin! 30. september og 1. oktober 2006 verða show við Meylu & Knøtti í Norðurlanda- húsinum, har Meyla & Knøttur saman við dans- arum sínum og kulasta punkbólkinum í Føroyum, The Dreams, fara at fram- føra eitt show við sangi, dansi, skemti, ljósi, ljóði. Atgongumerki fáast í Norð- urlandhúsinum og sølan byrjar 15. september 2006. Haldarar fáa sjálvandi at - gongumerki fyri serliga prís, siga tey fýra í blað- stjórnini, sum eru Beinta Johannessen, blaðstjóri, Niels Jákup Thomsen, Bergur Dalsgaard og Eyðna Magnussen. Nógv nýtt er í væntu hjá haldarum av barna- og ung dóms- blaðunum Strok. Nú kemur blaðið 10 ferðir árliga, í mun til 8 ferðir, blaðið er vaksið við fleiri blað- síðum og nógvum nýggjum tættum, og seinni í heyst fer tann nýggja heimasíðan hjá Stroki at vera klár at brúka. BØRN OG UNG Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo i Beinta Johannesen, sum er ritstjóri á blaðnum Í hesum døgum fáa øll skúlabørn høvi at seta seg fyri Strok skúlaárið 06/07. Allir næmingar í fyrsta flokki fáa fyrsta blaðið ókeypis. Andrias Petersen, formaður í ment an arnevnd Løgtingsins