Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. september 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 170 - 5. september 2006 9 tíðindi Stutt sagt Ein kanning millum lesarar av heima­ síðuni hjá Norð­ lýsinum vísir greitt, at flestu teirra ynskja at Klaksvík og Leirvík leggja saman í eina kommunala eind. Kommunur Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Klaksvík: Í farnu viku byrj­ aði Norðlýsið eina kanning um, hvat fólk siga og halda um samanleggingina av kommunum í økinum norðanfyri. Spurningurin var hesin einfaldi: Hvørja kommunu fær Leirvík mest burtur úr at leggja saman við? Í gjár høvdu 918 verið inni og greitt atkvøðu. Og úrslitið talar fyri seg: Av hesum siga 448 at Leirvík fær mest burtur úr at leggja saman við Klaksvík. Hetta svarar til beint niðanfyri 49 % av teimum, sum hava svarað. Hinvegin so siga 340 at Leirvík fær mest burtur úr við at leggja saman við Gøtu, eins og ætlanin jú er. Hetta svarar til 37 % av teimum spurdu. Bert 14,2 % - ella 130 netlesarar – halda at leirvíkingar fáa mest burtur úr við at leggja saman við fuglfirðingum. – Vit eru lokalir Hinvegin so vísir kanningin ikki, hvaðani hesi 918 fólk­ ini eru. Hon er tí ikki annað enn ein kan­ning av tí, sum tey vitjandi á heimasíðuni hjá Norðlýsinum halda um málið. Hon er tí kanska heldur at meta sum ein ábending um, hvat norðoyingar halda um samanleggingar. Annars vísti ein kunnandi fundur í Gøtu hóskvøldið at stór semja tykist vera um, at rættast er at Gøta og Leirvík leggja saman. Og í kvøld verður kunnandi fundur um sama mál í Leirvík. Meðan rættiliga stór semja tyktist vera fyri saman­ leggingini í Gøtu, er okkurt sum bendir á, at leirvíkingar helst eru ójavnari á máli. – Vit eru meiri lokalir, sum ein leirvíkingur tekur til. Hvussu verður við hesum fæst at vita leygar­dagin, tá fólka­atkvøða verður í báðum bygd­um um ætlanina. Leirvík eigur at leggja saman við Klaksvík Klaksvík: Eftir at Norðoyri seinastu árini ikki hevur havt stórvegis vøkstur, eru nú útlit til, at hesin býlingurin í kommununi fer at gera eitt lop uppeftir. Áhugin fyri grundøkjum í Klaksvíkar Kommunu er sera stórur, og í næstum verða sjey kom­munal grund­øki latin niðan fyri vegin í nýggju útstykking­ ini á Norðoyri. Talan er bæði um vanligar kommunalar útstykkingar, og privatar byggingar av íbúðum, sum antin eru í gerð ella ávegis. Gunnleyg K. Dánjalsson, fulltrúi á Teknisku Um­sit­ ing, upp­lýsir fyri heima­ síðuni hjá Klaksvíkar kommunu, at umsitingin nú er í ferð við at útluta sjey kommunal grundøki á Norðoyri. - Í løtuni eru fimm av hesum sjey grund­styk­ kjunum bjóðað um­søkja­ rum. Hesi hava tikið av, og í næstum verða skeytini skrivað. Eftir eru sostatt tvey grund­øki, sum verða boðin teimum næstu á listanum, sigur hon. Fyrr í summar boðaði kommunan annars frá eini aðrari verkætlan á lendi­ num oman fyri vegin á Norðoyri, sum fevnir um 20 íbúðareindir. Sostatt eru útlit fyri vøkstri í fólkatalinum á Norðoyri komandi árini. sb. Norðoyri fer aftur at vaksa Sundalagið: Seinni í ár kunnu tvær av kirkjunum í Sundalagnum hátíðarhalda rundar føðingardagar. Talan er um kirkjurnar í Haldórsvík og á Eiði. 10. desember í ár eru liðin 150 síðani víkarfólk á fyrsta sinni kundu fara í nýggju kirkjuna, og um ein góðan mánað – tað er: 8. oktober – eru liðin 125 ár síðani Eiðis kirkja varð vígd. Í báðum kirkjum verður helst okkurt gjørt burtur úr fyri at hátíðarhalda hesar báðar dagarnar. Sum skilst verður meiri at frætta um tað seinni. sb. Tvær kirkjur í 275 ár 125 ár eru liðin síðani sermerkta kirkjan í Vík varð vígd og tikin í nýtslu Sørvágur: Eitt gamalt mál og ynski hjá sørvingum verður nú umsíðir framt í verki. Fyri umleið 30 árum síðani byrjaðu menn at tosa um at vetrarfriða Sørvág fyri seyð, og fyri fimm árum síðani varð farið undir ítøkiligar sam­ ráðingar. Í juli mánaði í ár varð so undirskrivaður sáttmáli varð við allar við­ komandi hagapartar um hetta. Avtalað er at friðingin verður sett í verk í seinasta lagi 25. oktober í 2008. Sambært avtaluni skal seyður­in seinastu ferð av bønum 24. mai hetta árið. - Ætlanin hjá kommununi er helst at fara undir arbeiði at hegna í kom­andi ári, verður sagt úr Sørvágs kommunu. Við hesum tiltaki verður møguleiki hjá borgarunum at hava tað snotuligt rundan um húsini alt árið. sb. Seyðurin av bønum í 2008 Leirvíkingar eru kanska meiri ójavnir á máli um, hvussu verða skal við samanleggingini av kommunu teirra Nógv fleiri ferða­ manna­skip enn vanligt hava vitjað á Havnini higartil í summar. Góð og miðvís marknaðarføring er helst orsøkin til hesa ótrúliga stóru framgongdina Ferðavinna Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Havnarvág: Tað var ein vøkur sjón at síggja hjá havnarfólki: Sjáldan áður man tað hava verið gjørligt at sæð trý stór ferðamannaskip á Havnini samstundis. Í góðveðrinum í gjár vitjaðu nevniliga tey trý ferða­mannaskipini – Crystal Sym­phoni, Columbus við 377 og Black Prince við 412 ferðafólkum. Og longu í morgin kemur enn eitt ferða­­mannaskip á Havnina, nevniliga Sea Princess. Hetta seinasta skipið kemur á Havn­ ina kl. 8 og fer avstað aftur kl. 17. Hugaligt tykist tað hjá fólki at síggja øll hesi mongu ferðafólkini, sum á sín hátt seta dám á býarmyndina ein slíkan dag. Tann týdning hetta hevur fyri handilslívið má ein heldur ikki undirmeta. Fyrsta ferðamannaskipið kom á Havnina 25. mai og ímorgin kemur so seinasta fráboðaða ferðamannaskipið í ár. Stór øking Árið í ár hevur verið metár tá talan er um vitjanir av ferðamannaskipum á Havnini. Einki annað ár hava so mong skip verið á Havnarvág. Higartil í ár hava 41 ferðamannaskip vitjað Havnina, og tá Sea Princess kemur í morgin verður hetta skipið tað 42. í røðini. Onnur ár hevur talið ligið beint undir 30 og beint yvir 30 skip, men í ár eru tey økt við eini slakari helvt. Tá trý slík skip vitja á Havnini samstundis er brúk fyri øllum góðum kreftum – og bussum til flutning av øllum hesum vitjandi. Í gjár vóru tí bussar úr øllum landinum í vinnu út frá høvuðsstaðnum. Góð marknaðarføring Høvuðsorsøkin til hesa økingina er uttan iva tað arbeiðið sum er gjørt við at marknaðarføra Føroyar sum ferðamannaland hjá teimum, sum vilja njóta útsýnið av skipi. Hvørt ár verður hildin ein stóra ferðavinnuráðstevna, har dentur m.a. verður lagdur á at vísa oyggjarnar fram sum ferðavinnumál. Ikki kann sigast annað, enn at hetta arbeiðið sum Tórshavnar Havn hevur gjørt, hevur borið úrslit. Hinvegin má ein ikki undirmeta týdningin av tí, sum ferðafólkini sjálvi uppliva og siga øðrum frá. Eitt heilt annað er eisini tað, at ferðafólk ynskja at ferðast sjóvegis í einum øki, har tað ikki er ófriðarligt. Tað er helst so sum eitt umboð fyri føroysku ferða­ vinnuna tekur til: – Her hjá okkum er veruliga friðarligt, og tí koma tey hendavegin. Tað kundi meiri enn so hent at hetta bara fór at vinda uppá seg enn meiri í framtíðini! Tað yður við ferðamannaskipum Tvey ferðamannaskip við bryggju og eitt triðja á Havnarvág. Ein sjáldsom, men kortini hugalig sjón í Havn í gjár Mynd: Jens Kr. Vang