týsdagur 5. september 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 170 - 5. september 2006
Fíggjarlógararbeiði
Í hesum døgum verður uppskot til fíggjarlóg viðgjørt
í landsstýrinum. Teir ymsu landssstýrismenninir
leggja síni ynski fram og verða hesi so vend og
vigað av øllum landsstýrinum men serstakliga av
landsstýrismanninum í fíggjarmálum, sum hevur
endaligu ábyrgdina av fíggjarlógini. Eftir hetta skal
so endaliga uppskotið til viðgerðar á tingi og eftir
tað skal hon so ígjøgnum oftani smáu meskarnar í
fíggjarnevndini, sum hesi bæði fyrstu samgonguárini
hevur víst seg at hava eina støðu, sum ikki nýtist at
samsvara við hana hjá landsstýrinum.
Eingin ivi er um, at tað verður ein torfør uppgáva eis
ini hesaferð at fáa hesa kabalu at ganga upp. Soleið
is vil tað altíð vera, har talan er um ymiskar flokkar
við ymiskum raðfestingum.
Enn hava vit ikki hoyrt nógv um fíggjarlógarupp
skotið annað enn, at fíggjarmálaráðharrin hevur
meldað út, at tað skal vera yvirskot á fíggjarlógini
hesaferð. Hvat hetta fer at merkja er ilt at meta um,
men tað kundi borið á, at tað hevur gingið væl
betri at fáa inntøkur í landskassan í hesum árinum,
enn tað varð mett, tá henda fíggjarlóg varð sett út
í kortið. Tá varð kalkulerað við einum undirskoti
uppá meira enn 200 mill. kr.
Talan er her um eina rættiliga týðandi fíggjarlóg,
tí hon er at meta sum tann fíggjarlógin, sum fer at
merkja komandi løgtingsval. Spurningurin er tí, um
fíggjarmálaráðharrin fer at geva einstøku landsstýr
ismonnunum langar teymar, soleiðis at teir við at
seta nóg nógvar pengar av til mongu greinarnar,
harvið eisini fáa betri møguleika at fara til eitt val
uppá. Hugsast kann eisini, at fíggjarmálaráðharrin
fer at stramma í og heldur vil hava eitt yvirskot á
fíggjarlógini, sum hann so kann brúka í einum kom
andi valstríði.
Hetta landsstýrið hevur lovað nógv og verður nú
strammað í fyri at fíggjarlógin skal geva yvirskot,
so er hugsandi, at mongu lyftini ikki fara at verða
hildin. Stór mál eru, sum samgongan segði hon
skuldi loysa, og tað eru hesi, sum bæði andstøða
og almenningurin fara at hava eitt vakið eygað við,
eitt nú lyftini um at fremja ábøtur á eldraøkinum
herímillum spurningurin um pensiónirnar. Hetta er
kanska størsta einstaka málið, sum henda samgong
an kann vinna ella tapa uppá.
Tað hevði eisini verið bæði rætt og gott, um and
støðan longu í hesi fasuni kom við ítøkiligum og
realistiskum útmeldingum um, hvussu hon metir, at
ein fíggjarlóg fyri 2007 eigur at síggja út sæð út frá
dagsins veruleika tvs. veruligu búskaparligu støðuni
í samfelagnum í løtuni og eisini grundað á útlitini
fyri 2007.
Sosialurin
So-
sialurin
Stovnaður:
1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
SAMBAND
eirikur lindenskov
post@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Nakrir tankar í sam
band við skriving um
rúsdrekkanýtslu
Nú tað er staðfest, at
nýtslan av rúsdrekka
økist í Føroyum, er væl
skiljandi, at formaðurin
í
fyribyrgingarráðnum
ger vart við støðuna. Rús
drekka verður nýtt, tað
kunnu vit ikki koma utt
anum, men endamálið hjá
fyribyrgingarráðnum
er
at tálma nýtsluni, og tað
kunnu vit vist øll taka undir
við, tí ovurnýtsla av rús
drekka hevur so nógvar
keðiligar avleiðingar við
sær, bæði menniskjansligar
og samfelagsligar, bæði
fyri tann einkulta og fyri
heildina.
Hetta
verður
gjørt á ymiskan hátt á
lóggávuøkinum við avmark
aðum útsølustøðum og
tollavgjøldum, og alment
við upplýsing um trupul
leikar, sum ein ovurnýtsla
av rúsdrekka kann føra við
sær.
Rúsdrekkalóggávan kann
av nógvum tykjast sum
skerjan av tí persónliga
frælsinum, sum vit leggja
so stóran dent á og meta
so høgt, og kostnaðurin av
rúsdrekka kann tykjast ov
høgur hjá teimum, sum feg
in vilja njóta rúsdrekka við
máta.
Her kemur so spurn
ingurin upp, um eg hugsi
meira um meg sjálvan og
míni viðurskifti og minni
um míni medmenniskju,
heildina, samfelagið. Um
eg eri egoistiskur ella soli
dariskur.
Tá vit hoyra um avleið
ingar av rúsdrekkaávum
frá Kvinnuhúsinum ella úr
ferðsluni ella frá viðgerðar
stovnum, so taka vit synd í
teimum, sum tað gongur út
yvir. Hvat kunnu vit gera í
slíkum førum? Einki? Tøkk
skulu tey hava, sum veita
eina hjálpandi hond.
Vit vilja so fegin saman
bera okkum við donsk við
urskifti, sum verða brúkt
sum argument fyri, hvussu
tað skuldi verið hjá okkum,
eisini á hesum økinum.
Í Ugeskrift for Læger,
sum kom nú í vikuni, skriv
ar yvirlæknin Jacob Ulric
hsen frá Psykiatrisk Center,
Amtssygehuset í Gentofte,
grein um viðgerð av alko
holmisnýtslu og sigur mill
um annað:
Få lande er - om nogle
- så hårdt ramt af alko
holmisbrug som Danmark,
idet vores store alkoholin
dtag skønnes at koste sam
fundet 10 mia. kr. om året.
Her er bert nevnt, hvat
rúsdrekkamisnýtslan kostar
tí danska samfelagnum
í peningi um árið í dag.
Koma vit uppá somu nýtslu
av rúsdrekka, sum í dag er
í Danmark, kemur hetta at
kosta okkum 100.000.000
kr. um árið, tá tosa vit bara
um peningaligan kostna.
Vilja vit verunliga koma at
líkjast Danmark á hesum
økinum? Hetta er ein spurn
ingur, sum samfelagið má
taka støðu til, og sum tann
einstaki eisini má hugsa
gjølla um.
Ofta verður í slíkum
kjaki dentur lagdur á at upp
lýsa um vandan við mis
nýtslu. Meira upplýsing tyk
ist vera loysnarorðið. Eg
ivist ikki í, at danskarar eru
væl upplýstir og vita alt
um skaðar, sum rúsdrekk
amisnýtsla førir við sær.
Kortini er nýtslan av rús
drekka økt so nógv, at tað
hevur stórar samfelagsligar
fylgjur, sí sitatið omanfyri.
Vit eru ikki minni upplýst
á hesum økinum, so tað er
ein spurningur, um tað er
nóg mikið við upplýsing.
Nógv í Danmark kemur til
okkara eftir nøkrum árum.
Vónandi verður tað ikki so
á hesum økinum.
Tað er fyrimunur í at fyri
byrging enn at viðgera.
Rúsdrekkanýtslan í Føroyum
Landsins bestu heilar, ella
eg helt, at sjálvandi verða
landsins bjartastu skilvit og
best útbúnu fólk kosin til
at gera okkum eina nýggja
stýriskipan, grundlóg, ella
hvat barnið nú einaferð fer
at eita. Men tíðindi hesa
seinastu tíðina hava sáað
ein ógvuliga stóran iva um
hetta veruliga er so. Nú
frættist at í hesi nýggju
stýriskipan er fólkaræðið
umbýtt við kristin virði.
Hvørji eru tey kristnu virð
ini. Hvør er førur fyri at
lýsa munin millum kristin
virði og reinan fanansskap.
Hugtakið demokrati ella
fólkaræði er so við og við
vorðin rættiligur substansur.
Vit vita hvat tað er, og vit
vita eisini hvussu tað virk
ar. Tað bæði sæst og kenn
ist um tað er tilstaðar ella
ikki.
Kristin virði hava altíð
og fara altíð at festa eld
í krúttunnur, tí tey kunnu
ikki definerast á skilagóðan
hátt, men eru persónliga
sannføringin hjá hvørjum
einstøkum. Mær tykir eisini
ræðandi at ímynda mær, at
onkur av hesum heimi nú
skal døma og sekta brot á
lóg um kristin virði. Hava
íspinnararnir til hesa ør
vitisreglu ikki tíð at bíða
til rætta tíðin kemur fyri
hvønn av okkum?
Føroyingar hava fólka
ræði, meir og minni, alt
eftir hvussu illa teir ræðast
grannan, arbeiðsgevaran og
hin altíð fúsa “bróðurring
in” sum av øllum alvi roynir
at terrorisera okkum við sín
um kristnu virðum. Men
so er tað so heppið at fólk
aræðið og talufrælsið enn
loyva mær at mótmæla og
greiða “bróðurringinum”
frá at míni kristnu virði eru
júst øvugt av tí, teir lesa og
fyriskriva.
Fólkaræði er trúarfrælsi.
Ódefineraði kristin virði
avtaka bæði trúarfrælsi og
fólkaræði.
Mest av øllum tyktust tíð
indini hendan dagin, sum
ein “joke” - men ikki petti
stuttligur - at farið verður
aftur í kolasvørtu miðøld
ina at leita eftir fyridømi
til okkara nýggju stýrisskip
an.
Eru tíðindini hinvegin
sonn, so eru fólk farin full
komiliga frá viti og skili,
hava misskilt uppgávuna og
mugu setast frá arbeiðinum
við brestin, tað er alt ov
vandamikið at lata tey
halda fram.
Vandamikið rák
Súsanna
dam
Sigvald
kristiansen