týsdagur 5. september 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 170 - 5. september 2006
11
tíðindi
Stutt sagt
Eg vil hervið gera nakrar
rættleiðingar til samrøð
una, eg hevði við útvarps
kvinnu Dagmar Joensen
Næs í Útvarpi Føroya á
middegi 1. september.
Í nevndu samrøðu kom
eg at gera meg til tals
mann fyri, at grein 10 í
uppskotinum til føroyska
stjórnarskipan fær tær
avleiðingar, at rættindini
hjá samkyndum til at
ganga saman í skrásett
parlag við hesum fóru at
verða tryggjað á hægsta
stigi við tí avleiðing, at
landsins lógir, ið ikki
tryggja slík rættindi, har
við fóru at verða settar
til viks.
Eg havi nú verið for
maður í hesi nevnd –
fyrst grundlógarnevndini,
síðan stjórnarskipanar
nevndini – í samfull 7 ár.
Longu tíðliga í nevndar
arbeiðnum gjørdi eg og
verandi
næstformaður
okkum
til
talsmenn
fyri eini breiðari semju
í
arbeiðinum.
Henda
breiða semja er serliga
sett
í
samband
við
tjóðskaparliga spurning
in, men steðgaði ong
antíð har. Alla tíðina
hava vit arbeitt eftir tí
yvirskipaðu hugsjón, at
stjórnarskipanin í rættind
apartinum skapar nøkur
alment orðað rættindi,
ið er nóg yvirskipað til
eina og hvørja tíð at geva
politiska og rættarliga
valdinum víðar ræsir at
áseta, hvat hesi rættindi
ítøkiliga merkja. Sum
slík má ein stjórnarskipan
vera í einum samfelag, har
øll ikki draga somu línu,
hvørki
tjóðskaparliga
ella í mun til rættindi hjá
einstaklingum, tí annars
verður ongin semja og
ongin legitimitetur.
Sum formaður í Stjórn
a r s k i p a n a r n ev n d i n i
havi eg onga ætlan um
at binda hesa stóru verk
ætlan Føroya fólks upp
í umstrídd og ítøkilig
tema, ið skilir okkara fólk
í eymum etiskum spurn
ingum.
Kortini má eg ásanna,
at partur av tí eg segði
í dag, ikki kundi geva
fólki aðra fatan enn, at
eg sum formaður meini,
at tann komandi stjórn
arskipanina fer at tryggja
samkyndum rætt at verða
skrásett í parlag. Tað er
slíkt, sum kann henda, tá
ein svarar skotriðunum frá
blaðfólki mitt í strongdum
arbeiðsdegi við øðrvísi
uppgávum. Her átti eg
at havt høvdið meira við,
áðrenn eg svaraði.
Harafturat vil eg eisini
vísa á, at míni orð undir
teirri
yvirskrift,
sum
útvarpið bar tey, vórðu
drigin inn í slíkt høpi, at
eg ikki kenni meg heilt
loyalt endurgivnan, tá tað
ljóðaði so, at onkur við
grein 10 í hondini kundi
krevja at fáa rætt til at
ganga inn í skrásett par
lag. Hetta er eitt sindur
meira kompliserað. Til
dømis meinti eg ikki við
tí, sum eg svaraði uppá
viðvíkjandi
dómstólu
num, at dómstólarnir fara
at hava frælsi til at leggja
eitthvørt moralskt innihald
í alment orðaðu rættind
aásetingarnar. Dómstólar
nir fara sjálvsagt óheft at
tulka stjórnarskipanina,
men tá vit hava fólkaræði
verður hetta kortini í
mun til eina skyldu at
fylgja etiska rákinum í
samfelagnum, og mugu
dómstólarnir tí tulka ta
hugsjón og ta meginfatan,
ið ræður í samfelagnum,
inn í viðkomandi áseting.
Er ráðandi hugsjón fyri
skrásettum parlag, so verj
ir grein 10 sjálvsagt slíka
skipan, er fólkahugsjónin
meira konservativ sum
nú, so verður grein 10
ikki viðkomandi í hesum
høpi. Tí er tann útlegging,
ið Útvarp Føroya gjørdi,
ikki bein, tá tað ljóðaði
sum um, at eg meinti
avleiðingina av grein 10 í
uppskotinum til føroyska
stjórnarskipan fara at
vera, at dómstólarnir
fara at seta tingmenn
upp á pláss, um teir ikki
viðurkenna skrásett parl
ag.
Endamálið við stjórn
arskipanini hevur verið
og er at skapa semju í
fólkinum og ikki at seta
fólk upp móti hvørjum
øðrum.
Rættleiðing til Útvarp
Føroya 1. september
Hvat er Landssjúkrahúsið
fyri ein fyritøka? Hyggja
vit á heimasíðuni hjá www.
LSH.fo lýsir landssjúkra
húsið hvussu “landssins
størsta almenna arbeiðs
pláss” sær seg sjálvt,
bæði samfelagsliga sum
arbeiðspláss, men eisini í
læknafakligum og organisa
toriskum høpi.
Sum brúkrarar, viðskifta
fólk ella samfelagsborgarar
kunnu vit síggja hvørji
virðisgrundarløg eru vald
út at vera grundarsteinar
undir eini felags uppfatan
sum allir deplar, deildir og
leiðarar hava samtykt í felag
og sum øll eiga at arbeiða
út frá. Hesi eru í nevndu
raðfylgju: Loyalitetur, opin
leiki, virðing fyri øðrum,
ábyrgd.
Eisini framgongur á heim
asíðuni, at sjúkrahúsið er
umfatað av so nógvum áhug
abólkum og so nógvum
ymiskum áhugamálum, at
ein næstan smokkar niður
í stólin í hugsingini um at
byrja at kritisera systemið.
Tað vísir seg nevniliga
øðiliga skjótt, at tað sum
er gott fyri menning ella
útvikling ikki altíð er gott
fyri økonomiin og tað sum
er gott fyri starvsfólkið er
kanska ikki gott fyri sjúkl
ingin v.m.
Allar sjúkrahúsins funk
tiónir saman útgera eitt
net av logikkum sum ikki
kunnu
fasthaldast
ella
systematiserast á sjúklinga
støði, tí sjúklingurin er bert
ein lítil partur av tí samlaða,
hóast eksistensgrundarlagið
sjálvandi byggir á at fólk
gerast sjúk.
Tí kunnu vit ikki bert
hyggja at sjúkrahúsinum
sum ein afturlatin eind fyri
seg sjálvt, um vit ynskja
at fáa betri sømdir sum
sjúklingar og avvarandi.
Vit mugu eisini hyggja at
tí millumrúminum sum
er millum sjúkrahúsið og
sjúklingarnar.
Hesi millumrúm ella grá
zonu-øki partanna millum
umfatað tað sum ikki er
definerað við orðum ella
teksti. Tað er júst í tílíkum
grázonum at trupuleikar
standa seg upp.Tað er júst
í tí -sum enn ikki finnist-
at ábøtur eru tiltrongdar,
breitt uppfatað.
Tað snýr seg sostatt bæði
um at fáa útkomm unikera til
brúkaran, hvat sjúkrahúsið
kann bjóða heilt reelt (á
brúkarastøði, ikki sum vis
ión myntað á starvsfólkið
ella politikkarar einans) og
samstundis at fáa rætta upp
uppá ein fatalan skeivleika
í maktbalancuni millum
sjúkrahús
og
sjúkling.
Sagt á annan hátt, lat borg
ararættindini røkka inn
um sjúkrahúsgátt og gev
juridiskar sømdir til tann
einkulta sum sjúkling.
Vit síggja í fjølmiðlunum,
at millum annað Bill Just
inussen stillar kritiskar
spurningar
viðvíkjandi
viðgerð, viðferð ella frá
valg av viðgerð, t.d. í
Sosialinum 30/8-06. Bill
Justinussen veit, at hann
her hevur eina sak. Eisini
hann er berari av óteljandi
lagnusøgum og beinleiðis
traumum hjá sjúklingum
og teirra avvarandi sum
hava
upplivað
ein
so
maktstýrdan ójavnað sum
møti millum sjúkling og
sjúkrahús í veruleikanum
er. Har borgarar, sum ann
ars ikki geva sær fær um
tílíkar strukturar í tí dag
liga, brádliga rakna við og
djúpt sjelkaðir gera sær
ta erfaring, at sum sjúklin
gur ella avvarandi kann
ein risikera at gerast full
komiliga maktarleysur.
Sjúkrahúsleiðslan roynur
at móttaka kritikkin í fjøl
miðlunum positivt. Tumm
as í Garði, læknastjóri
er harmur og ynskir at
eftirkanna hvørjar sak
ir sipað verður til. “Nýta
høvi at eftirkanna manna
gongdir” stendur á síðu 5 í
sosialinum frá 30/8-06.
Hetta ber boð um, at
sjúkrahúsleiðslan
ynskir
at gera nakað við skeivar
procedurur, har fólk eru
vorðin illa viðfarin. Men
systemið sjálvt dregur seg
undan í tílíkum førum. Sys
temið vil ikki lata seg inn
fanga! Og tí er eitt og hvørt
sniðálop á einkultsakir
nyttuleyst í vónini at broyta
ta stóru heildina munandi.
Tí hvør skal brikslast? Og
hvussu verður roknistykkið
gjørt upp?
Tí ikki ein einasta sjúkl
ingainnlegging/ viðgerð er
100% identisk við ta fyrru.
Sjálvt tá talan er um sama
sjúkling sum við somu
brekum kemur á sjúkrahús,
er støðan eitt lítið sindur
broytt frá fer til fer. (Eitt nú
kronisk sjúk). So er feburin
og blóðtrýst kanska broytt,
so eru onnur starvsfólk á
vakt o.s.v.. Tí finnast altíð
grundir og argumentir fyri
at ein avgerð er forsvarlig í
einum ella øðrum høpi. Um
ikki fyri sjúklingin í sjálvum
sær, so fyri deildina(hoyrur
viðkomandi heima har, er
sjúklingaprofilurin
tann
rætti?), økonomiin, vakt
skipanina v.m.
Tríva vit afturíaftur grund
virðið nr. 4 hjá landssjúkra
húsins heimasíðu sum var
“ábyrgd”, so framgongur
at allar dispositiónir á
sjúkrahúsinum í veruleik
anum kunnu rættvísgerast
undir hesum punkti. Tann
útdelegeraða ábyrgdin, sum
allarhelst er ætlað at geva
fríheit, menna og motivera
starvsfólk, kemur sostatt
eisini at verða tann uttasti
karmurin fyri tí møguliga
og gevur tí eitt fullkomiliga
sjálvregulerandi system.
Tí er bert eitt loysunarorð
sum reelt kann flyta mørk
og tað er, at allir samfel
agsborgarar fáa formuleraði
rættindi til ávirkan og innlit
í sjúkraviðgerðir á øllum
føroyskum sjúkrahúsum.
At borið verður so í
bandi,
at
identiteturin
hjá einstaklinginum skal
vera intaktur sum sjálv
støðugt
menniskja
og
samfelagsborgari
bæði
í møtinum við sjúkrahús
inum, undir kanning ella
innlegging og eisini eftir
innlegging.
Sum dømi uppá ein tílík
an útvikling kann nevn
ast: Fult innlit í dagliga
registrering
av
sær
sjálvum sum sjúklingi.
Atgongd til medicinlista
og fakligar vurderingar í
lesbarum teksti. (Resumé)
Atgongd til informatión við
argumentatón, tá viðgerð
verður broytt ella uppgivin.
Líkaleiðis skal ein faklig
argumentatión í lesbarum
teksti fylgja við sjúklingi
num í samband við útskriv
ing ella avvísing á sjúkr
ahúsinum
beinanvegin.
Tað merkir at ein víðkað
epikrisa,
(epikrisa
er
informatión um sjúklingin
sum komm unulæknar fáa
eftir nøkrum vikum) skal
skrivast beinanvegin og
so latast sjúklinginum í
hondina, um viðkomandi
ynskir tað. Hetta er serliga
avgerandi fyri kroniskar
sjúklingar ella sjúklingar
sum hava fleiri brek og
har brekini verða býtt út á
kirugisk og medicinsk øki
sum sundurskildar eindir
innanhýsis á sjúkrahúsi
num.
So við at lata starvsfólk
standa til svars yvirfyri tí
einsaka í størri mun enn
nú, mugu bæði læknar og
sjúkrarøktarfrøðingar fok
usera “dubult” og soleiðis
verður skapt pláss fyri
relatiónini millum sjúkra
hússtarvsfólk, sjúklingar og
avvarandi á javnari støði..
Skulu
vit
sjúklingar,
avvarðandi fáa tað betri,
so koma vit longst við
formuleraðum rættindum.
Rættindum sum skapa javn
vág í maktbalancuni. Og tá
balancan ikki er so skeiv
sum nú, er grundarsteinurin
lagdur undir, at sjúkrahúsins
4 virðisøki eisini røkka út
til tín og mín og øll sum
enn hava til góðar at gerast
sjúklingar ella avvarandi.
Lat tey 4 grundvirðini verða øllum
landsins borgarum at gagni!
Velbastaður
anna maria
joensen
Formaður í Stjórnar
skipanarnevndini
jóan pauli
joensen
Havnar Fimleikafelag, hevur
í mong ár havt trupulleikar
við at fáa venjarar til dreingj
afimleikin, men ongantíð
hevur tað verið so torført
sum í ár. Støðan er so ring,
at dreingjafimleikurin er í
vanda við at detta burtur úr
felagnum.
Nevndin og fimleikadeild
in hava nú troytt allar teir
vegir, sum vit vita um, og
hava tí brúk fyri hjálp frá
limum og øðrum sum eru
áhugaði í at hjálpa.
Okkum tørvar venjarar til
trý dreingjalið.
Talan er um liðini, dreing
ir.1 fl., dreingir 2.-3. fl. og
dreingir 4.-5. fl.
Tey, sum kundu hugsað
sær at hjálpt felagnum úr
hesu truplu støðuni, ella
kenna onkran sum kann
traðka til, eru hjartaliga
vælkomin at seta seg í
samband við ein av nevnd
arlimu num.
Anni Kyster, formaður
214851
Karina Nolsøe, næst for
maður 519327
Olga Knudsen, skrivari
221496
Erla Mikkelsen, kassameist
ari 227744
Eisini um tað er sum
hjálpari, alt hevur áhugað,
upplæringina standa vit í
felagnum fyri. So nú er
ikki at seta seg aftur, men
at seta seg ísamband við
ein okkara.
Eitt neyðarróp frá felagnum -
dreingjafimleikurin í vanda
Vegna nevndina í
Havnar Fimleikafelag
Anni
Kyster