Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. september 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 170 - 5. september 2006 tíðindi Marknaðarrák Mánaðarliga arbeiðs­markn­ aðarfrágreiðingin úr USA varð kunngjørd fríggjadagin. Hon vís­ti, at 128.000 nýggj s­tørv komu í augus­t mánaða uttan fyri landbúnaðin. Hetta var s­um væntað, og tí hevði hetta lítla ávirkan á virðis­brøvini. Frágreiðingin s­tuðlaði teimum, s­um halda, at amerikans­ki bús­kapurin er á veg niður í ferð. Vanliga verður mett, at tað s­kulu koma 150.000 nýggj s­tørv um mánaðin fyri at fylgja við vøks­trinum í fólkatalinum. Hvønn av s­einas­tu fimm mánaðunum eru komin færri enn hetta, í miðal 119.000. Íleggjarar eru ós­amdir um, antin bús­kapurin í USA fær eina bleyta ella eina harða lending. Tað er s­er­ liga hús­amarknaðurin, ið s­etir knyklar í brýrnar á teimum, ið óttas­t eina harða lending. Støðan á arbeiðs­­ marknaðinum tykis­t tó ikki benda á nakað tílíkt, nýggj s­tørv koma hóas­t alt til hvønn mánaða, og lækkingin í nýggjum s­tørvum er lítil. Lánsbrævarentur lækkaðar Láns­brævarentur hildu á at lækka í farnu viku. 10­ára rentan er nú 3,79%. Tað er s­erliga ivi um bús­kapar­ vøks­turin í USA, s­um elvir til lækkandi rentur. A. P. Møller – Mærsk blandaðan roknskap Týs­dagin í farnu viku kunn­ gjørdi A. P. Møller­Mærs­k ein blandaðan hálvárs­rokns­kap. Bingjuparturin hevði undir­ s­kot, ið var nógv s­tørri enn væntað, meðan oljuparturin gav s­tørri yvirs­kot enn vænt­ að. Samanleggingin við P&O tykis­t ganga s­um ætlað. A. P. Møller­Mærs­k hevur mis­t marknaðarpart á alheims­ bingjumarknaðinum, og tað kann geras­t bæði torført og kos­tnaðarmikið hjá teimum at vinna tað mis­ta innaftur. Hesa vikuna Hendan vikan fer væntandi at ganga við at s­odna allar hendingarnar í farnu viku. Tó fara eyguni eis­ini at vera havd við oljuprís­inum og gongdini í kjarnorkumálinum í Iran. Búskapurin í USA slakkar av Donsk 10-ára renta Vísital fyri norrøn partabrøv Gjaldoyru Virðisbrøv Kursur +/- % Norrøn Kursur +/- USD 580,11 -0,6% Lánsbrøv í DKK 98,06 0,1% JPY 5,00 0,4% Norrøn Partabrøv 111,34 0,5% GBP 1.105,01 0,0% VMF Kursur +/- NOK 91,60 -1,3% Atlantic Petroleum 577,50 0,1% SEK 80,10 -0,5% KB Trygg Eurostoxx 104,87 0,1% Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar. 3,7% 3,9% 4,1% 04/06 05/07 05/08 1020 1060 1100 1140 04/06 05/07 05/08 Vika 36 Hugaligt er tað, at ein­stakl­ ing­ ar í útvarpi og sjónvarpi nú eru farnir at siga tølini á føriskum. Millum ár og dag hevur tað verið havt á orði, at vit áttu at tikið stig til at veitt førisku talorðunum, sum okkara danski skúli í forðum rak á dyr, inn ivist í málinum aftur. Men so fast hava donsku tølini eins og ókrút grógvið seg inn í okkara mállendi, at hóast orð sum t.d. hálvfjerðs og hálvfems, trusj o.s.fr. mugu skurra illa í oyrunum, so eru tað tó mong, sum veruliga halda, at hesi tøl eru okkara røttu talheitir, og at tað bara eru fanatiskir puristar, sum vilja tað øðrvísi. Eri sjálvur ikki teirra mill­ um, sum leggi so nógv í at leita aftureftir at vita, hvat ið er gott og rætt føriskt mál. Men einfalt er tað at vísa á, at algongdu talorðini ikki eru heimafuglar á okkara máløki. Tú finn ur tey t.d. ikki í orðabókaverkinum, sum lá eftir hjá Jens Chr. Svabo, d. 1824, heldur ikki í føroysku orðabókini hjá Svend Grundtvig, útgivin 1877-88. Tey vóru v.ø.o. als ikki til í okkara máli fyri bara stórthundrað árum síðan. Sum dømi um, at før­ isku tølini vóru livandi í málinum væl inn í 20. øld, havi eg áður nevnt, at í práti við vinfólkini Mallu og Ed­vard í Svínoy fyri einum tjúgu árum síðan nevndu tey um mann , sum í teirra ungu árum afturkomin av floti segði seg at hava fingið fimmoghálvtrýsj fisk­ar. ”Hoyr nú hann ,” helt onkur tá fyri,” nú er hann farin at snakka danskt!” Pápi mín, føddur í 1901, mintist eisini teir gomlu bíggjarmenn inar at siga fimmti, seksti, sjeyti o.s.fr. So tætt upp at okkara døgum hevur tann felags europeiska 10-talsskipanin í sínum føriska sniði verið gerandismál í Førjum, og tó halda málfrøðingar og málhugað mentafólk, sum ann ars munn u fegnast um so mong yrði, gróðursett í staðin fyri orð við fremm­ and­ um dámi, at tað eru ó­ráð at royna at fáa førisku tal­heit­ini inn í málið aftur. Somu kenslu hevði eis­ ini eg í yngri árum, tí við teimum donsku rokn­i­ bókunum var tað jú so við og við vorðið natúrligt í sambandi við talviðgerð at tosa danskt í Førjum. Men tá vit í 1957 fingu egið útvarp, har føroysku talheitini blivu brúkt, ljóðaði tað so rætt og so vakurt, at mær var ongin ivi í at fylgja eftir í skúlastovuni á Toftum, og brátt kundu vit ikki hugsa okkum ann að enn tølini á før­iskum. Somu royndir veit eg, at aðrir lærarar úti um landið høvdu, og mill­ um fólk ann ars var tað um at gerast vanligt at hoyra tølini á okkara egna máli. Tað var Christian Matr­ as, ið mælti førisku stud­ ent­ unum, sum tíðliga í fimmtiárunum løgdu fyri við føriskum royndarútvarpi úr Keypmann ahavn, til at nýta fornu førisku tal­heit­ini. Ein teirra var Axel Tórgarð, ið sum fyrsti settur út­varps­ stjóri í Førjum helt fram á hesari leið. Harmiligt var tað, at ein tilvildarlig samtykt í útvarpsráðnum skuldi steðga hesari góðu gongd. So løgið tað má tykjast, var tað ein mentanarligur og tjóð­skaparligur ediling­ ur sum Rikard Long, ið á­virk­aði til hesa avgerð. At­kvøð­u­býtið í ráð­num gjørd­ist tí tað, at Knút Vang (Fólkaflokkur), Jóhan Nielsen (Javnaðarflokk­ur) og Georg L. Samuel­sen at­ kvøddu fyri broyting aft­ur, með­­an Marius Johann esen (Sjálv­s­týr­is­flokk­ur) og Ólavur Michelsen (Tjóð­ veld­is­flokkur) royndu at varð­veita tað, sum vunn ið var. Jóhan Nielsen angraði seinn i, at hann hevði latið seg vika í sínari sann føring, og mær vitandi var Axel Tórgarð lítið fegin um, at hann hevði latið seg taka av ræði. Rikard Long var maður, sum vit øll høvdu stóra virð­ ing fyri, maður við sera góð­ um málsligum inn liti. Hann sum vit onn ur var hugtikin av íslendskum mentanarlívi og skipaði m.a. fyri skúl­a­ sambandi tann vegin; men hann ávaraði um ikki at lata íslendskt mál taka so mangt gott og rætt føriskt av fótum. Viðkvæmur var Rikard av lyndi og ikki altíð so objektivur í sín­ ari støðutakan. Minn ist, at hann á fundi í Føroya Lær­ar­a­felag vildi vísa á, at tjúgutalsskipanin var eldri og rættari enn tíggj­ u­tals­skip­anin. Vit mundu vera fleiri, sum ikki kundu fylgja honum í hesum; men ongin í føroyska skúl­ a­heiminum, sum tey flestu høvdu havt hann til lærara á læraraskúlanum, fór at mæla honum ímóti. Í tíðarritinum Nordisk Kon­tak nr. 12 1989 skrivar danski málgranskarin All­ an Karker um tað løgna fyribrigdið, at tjúg­u­tals­ skipanin hevði fingið høvdi­ð fyri seg í donskum. “De danske ord for tallene fra 30 til 90 er et særsyn ikke blot i de nordiske, men i alle vesteuropæiske sprog. – I den indoeuropæiske sprog­æt, som de nordiske og de fleste vesteuropæiske sprog hører til, er talordene fra 1 til 10 grundord, og de højere talbetegn­el­ser er sammensætn­ing­ er med ordet for 10 eller med en afledning af dette ord”, skrivar Karker mill­um ann að og greiðir m. a. frá, “hvordan disse mærk­ v­ærdige ord (donsku 20- talsheitini) er blevet til”. Tað er tó ikki bara av málsøguligari orsøk, at vit eiga at taka okkara egnu tøl aftur í nýtslu. Tey falla vakrari og rættari í oyru, og hartil eru tey so nógv handigari í nýtslu. Tekur tú eitt tal sum t.d. 75 38 69, er tað jú so nógv einfaldari at siga og skriva tølini í teirri røð, tey standa: sjey­(ti) fimm-trí(ati)átta og seks­(ti­ )­­níggju í staðin fyri at bróta rað­fylgjuna og frambera tøl­ ini, soleiðis sum eisini vit hava lært at gera. Enn meira er hetta galdandi, tá tú situr við telefon ella teldu. Ikki er tað ókent í skúlunum í Danmørk eins og her hjá okkum, at tey smáu børn­ ini, tá tey skulu skriva eitt tal sum 45, skriva 54 (fimm­ talið fyrst, soleiðis sum tey hoyra tað). “Nú er ov seint at taka aftur í hetta við tølunum”, halda summi, sum tó hava upplivað tíðina, tá tey vóru væl á veg inn í málið aftur. Til tað er at siga, at førisku tølini vóru ólíka fjarari í oyrum í 1950-árunum, enn tey eru tað nú. Tað harmaði okkum báð­ar Eyðun á Borg, at Móðurmálsdeildin á Fróð­ skap­ar­setri Føroya fyri árum síð­an ikki vildi taka undir við okkum í royndini at fáa í lag eitt orðaskifti um hesi máls­ligu viðurskifti. Ein gleð­i­ligur glotti er tað tí, at ein­stak­ir kringvarpsmenn nú sum nevnt av sínum ein­ ting­ um eru farnir at nýta førisku talheitini. Um nú útvarp og sjónvarp veruliga lótu dyrnar uppaftur fyri hes­um útistongda orðabólki og t. d. løgdu fyri við at givið honum javnrættindir í Gekkinum og V-4, so høvdu heitini ivaleyst leik­ andi lætt spælt seg inn í føriska hugaheimin og eft­ir stuttari tíð vunn ið sær sæti aftur í málinum. (Mær er sagt, at tá ið Havnar Horn­ or­kestur ­ í sínari tíð tók v- 4 spæl í nýtslu í sínum peningasavnandi tiltøkum, valdu teir at brúka tey før­isku tølini, tí tey vóru greiðari at handfara bæði í talu og skrift). P. S. Nú hesi talnevnir ikki hava verið í brúki í so mong ár, kann ivingur vera t.d. um raðtølini: skal t. d. 24. framberast sum tjúgundiogfjórði, 46. sum fjør­u­tiundiogsætti o.s.fr. so­leiðis sum íslendingar siga? Mær tykir tað skil­a­ best at gera stytri av og lata raðmerkið koma til sjónd­ ar einans í eittaranum, fram­ bera t.d. 34. ikki sum trí­ a­ti­un­d­i­ogfjórði, men trí­a­ti­ fjórði, 368. sum trý­hundr­að­ og­sekst­i­á­ttandi, 5792. sum fimm­tús­und­ sjey­hundr­að­og­ ní­ ti­ann­ar o.s.fr. Sjálvandi eiga vit at fara at telja á føriskum aftur Ólavur Hátún