týsdagur 5. september 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 170 - 5. september 2006
13
Sanna Lisberg í Vági fer til gravar úr Vágs Kirkju
mikudagin kl. 12.30. Tey, ið ynskja at minnast Sannu
kunnu lata Føroya Felag móti Krabbameini eina
peningagávu, konto í Peningastovnunum.
Jona Henriksen, Tórshavn, andaðist á Ellisheiminum
mánadagin 4. september, 82 ára gomul. Jarðarferðin
verður úr Havnar kirkju hósdagin 7. september kl.
13. Tey, ið vilja minnast Jonu kunnu lata KFUK eina
gávu. Konta í Føroya Sparikassa.
John (Jon) Dánjal Pauli Ludvig, vanliga nevndur
Jobburin, úr Vági, búsitandi í Hanstholm, andaðist
í heiminum leygardagin 2. september, 56 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Ræhr kirkju við Hanstholm
mikudagin 6. september kl. 13.
Kistan við Sannu Lisberg í Vági fer suður við Smyrli
mánadagin 4. september klokkan 10. Jarðarferðin
verður úr Vágs kirkju mikudagin kl. 12.30. Tey, ið
ynskja at minnast Sannu Lisberg, kunnu latað Føroya
Felag móti Krabbameini eina peningagávu, konto í
peningastovnunum.
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Í morgin, mikudagin 6. september,
verður Karla Hansen í Saltangará 80
ár. Føðingardagin er hon burturstødd.
Karla er ættað úr Sørvági. Foreldrini
vóru Christina og Jóhannes Joensen úti
á Lið. Børnini hjá teimum eru Louis,
sum búði í Sørvági, Gigga Mouritsen,
Oluffa Mouritsen og Poul Arni í Havn,
Kristoffur á Argjum, Karla og Lea Han
sen, sum býr í Sørvági. Louis er ikki
á lívi longur.
Sum blaðung fór Karla til Havnar at
tæna. Tað var meðan hon var í Havn, at
hon møtti Símuni Hansen av Toftum.
Hann og beiggi hennara, Kristoffur,
gingu upp á skúla saman og vóru vin
menn.
Tá ið Karla var komin at kenna
Símun, fór hon inn á Nes, har hon
tænti á Torkilsheyggi. 15. desember
í 1946 giftust Karla og Símun inn hjá
foreldrum hansara, sum vóru Sanna og
Andreas Hansen í Túni á Toftum.
Í 1950 fluttu Karla og Símun inn í
Heiðar, har Símun hevði bygt húsini,
sum arbeiðarafelagið Hæddin nú eigur.
Tey stóðu so einsamøll tá. Símun var
leiðari í Føroya Banka, og bankin
helt til í norðara enda av húsunum.
Samstundis var Símun vinnulívsmaður.
Hann fór undir fiskavirkið Lynfrost,
hann seldi tunnur og gørn og fekst við
so mangt annað, meðan Karla tók sær
av heiminum og børnunum.
Børnini hjá Karlu og Símuni eru
Jóannes (1947), Sanna (1951), Andrias
(1955), Kristina (1958), Andriása
(1959) og Kára (1961). Andrias doyði
av vanlukku nýggjársaftan 1958.
Í 1960 flutti familjan út á Mýrarnar,
har Símun hevði latið húsini byggja,
sum nú eru sambýli við Toftavatn. Har
trivust tey væl, og har kom nógv fólk á
gátt. Longu 18. mai í 1968 doyði Símun
av sjúku. Hann var 45 ára gamalur.
Karla sat einkja 41 ára gomul. Hon
fór tá út at arbeiða. Fyrst var hon í fleiri
ár á Sjómansheiminum, so var hon í
Lynfrost, og síðani var hon í Ólastovu,
sum Jona og Óla Christian Danielsen,
ið Karla altíð hevur havt tætt samband
við, áttu.
Eitt skifti búðu Karla og hennara í
íbúð í húsunum, sum Pól Knudsen hevði
latið byggja omanfyri vegin, har Statoil
støðin nú er. Nú eru næstan fjórðings
øld liðin, síðani Karla flutti í hugnaligu
húsini, sum hon eigur í Grannatúni, og
har býr hon framvegis.
Hjá Karlu og hennara var tað aftur
stór sorg, tá ið Kristina brádliga gjørdist
sjúk og doyði longu 6. september í
1984.
Jóannes, Andriása og Kára búgva
í Saltangará, og Sanna býr í Rókini í
Saltnesi.
Karla er stillfør, blídlig og fyrikom
andi, og hon hevur eitt lætt sinni. Hon
hevur verið trúgv móti familjuni og
verfamiljuni, og ikki minst hava hon
og svigarinnurnar Liss og Maja verið
ógvuliga góðar.
Í samkomuni í Berøa hevur hon
verið frá tí fyrsta, at húsið varð reist
fyri meiri enn fjøruti árum síðani. Tey
seinnu árini hevur hon verið millum
teirra, sum hava syrgt fyri, at klæði
hava verið send til Rumenia.
Karla eigur 17 ommubørn og tríggj
ar langommudøtrar. Tær búgva allar í
Keypmannahavn, og 80 ára føðingar
dagin er Karla saman við teimum og
fleiri ommubørnum.
J
Karla Hansen 80 ár
Mánadagin 4. september andaðist
Jona Henriksen á Ellisheiminum í
Havn, 82 ára gomul.
Jona Henriksen var ein sera
virkin kvinna á so mongum
økjum. Umframt sítt virksemi í
KFUK, so var hon bæði býráðs-
og landspolitikari umframt fleiri
álitissessir.
Jona fevndi víða og var kend
og vællýdd, verið tað seg á
politiska økinum ella í kristiligum
felagslívi.
Jona varð fødd í Havn 4. januar
í 1924, var elst av teimum fimm
børnunum hjá Elisabeth, f.
Mouritsen, og Palla Henriksen í
Havn. Systkini eru: Kirstin, Jákup
(sáli), Andrias og Arnold
Sum ung tók hon studentsprógv,
og var hon millum teir fyrstu
næmingarnar á VBV.
Jona var útbúgvin í Føroya
Banki og arbeiddi har frá 1950-
67. Síðan var hon KFUK-skrivari
í 30 ár – frá 1967 til hon legði frá
sær í 1997.
Var býráðslimur fyri Javnaðar
flokkin í Havn frá 1969 til 1972,
og á løgtingi var hon fyri Javn
aðarflokkin í seks ár, fyrst sum
varafólk frá 1975-78, og í 1978
var hon vald á ting. Hon var
fyrsta kvinna sum hevði fast sæti
á løgtingi.
Jona var limur í Føroya Kirkju
stjórn, Føroya Skúlastjórn,
Útvarpsnevndini og í stýrinum
fyri Landssjúkrahúsið.
Jona var býarmyndin, sum
dugdi sera væl at vera millum
fólk – flestu komu á tal við hana
í gerandislívi sum í felagslívi.
Hennara fasta støði var arbeiðið
ið KFUK stóð fyri – og tað var ikki
tann serligi dagurin hjá skótunum,
har hon ikki stóð á odda.
Jona hevði dygdir, sum hon
eisini gav frá sær á sín serliga hátt.
Meiningar sínar gav hon eisini til
kennar – oftast við brosi á kinn,
hon vildi so fegin, at øll skuldu
føla seg væl, hóast áskoðanir
kundu ver ymiskar.
Hon dugdi at vera glað saman
við teimum glaðu og gráta saman
við teimum grátandi, hevði eina
nátúrliga virðing fyri øðrum
hugsandi, gjørdi ikki mun á
fólki.
Síðstu tvey árini var Jona á
Ellisheiminum í Havn.
Jona Henriksen
deyð