Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. september 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 170 - 5. september 2006 Leygdargin 26. august 2006 komu næm­ ingarnir sum byrjaði í fyrsta flokki í Brúna skúla í Havn saman í skúlanum, í sambandi við at 40 ár eru liðin, síðan tey fóru í skúla Tá hesir næmingarnir vóru lidnir við fyrsta flokk í Brúna skúla, gingu teir í øðrum flokki í Gula skúla. Síðan fóru teir í triðja flokk á Venjingarskúlanum, tá hesin var spildurnýggjur. Brúni skúli er tann skúlin, sum er í Fr. Petersensgøtu við síðuna av Dr. Ingridar Barnagarði, og Guli skúli er millum J. Patursonargøtu og Landavegin, tætt við Restorffs Bryggjarí. Hetta var um somu tíð, sum Shellstøðin á Frælsinum varð tikin í brúk og ein av stóru upplivingunum hjá næm­ ingunum var at síggja bil­ar verða vaskaðir í vaski­mask­ inuni, sum var tann fysta av sínum slagi í land­inum. Tá høvdu næm­ingarnir t.d. ikki loyvi at fara út úr skúla­ garðinum at keypa í kioskini á Shellstøðini í frí­korterinum. Fyrireikarnir siga, at teir eru væl nøgdir við hetta til­takið. Uppmøtingin var sera góð. Tey hugnaðu sær veruliga saman, og vónaðu at tey kundu møtast aftur um nøkur ár. 40 ár síðan fyrsta skúladag Fjøruti ár seinni: Aftara rað f.v.: Jónleyg á Lava (Joensen), Tórshavn, Debus Petersen, Tórshavn, Marin Rasmussen (Johannesen), Tórshavn, Heðin Jacobsen, Olso, Herman Dam, Argir, Suni Jacobsen, Tórshavn, Bjørg Øssursdóttir, Tórshavn, Súsanna Olsen (Joensen), Århus, Ruth Sundstein, Holbæk, Nancy Splidt Jacobsen, Argir, Kristianna Mohr, Tórshavn, Terji Dam, Hoyvík, Ethel Christiansen (Mortensen), Tórshavn, og Eyðgerð Skýlindal (Askildsen) Tórshavn. Fremra rað f.v.: Brandur Petersen, Klaksvík, Gorm Niclasen, Hoyvík, Emil Sólsker, Eiði, Jákup Egil Jensen, Hoyvík, Martin Mouritsen, Herlev, Andrias Mouritsen, Argir, Frida Nolsøe, Nørager, Joha nna Heinesen, Tórshavn, og Halgerð Vang, Hirtshals. Einar Dahl Michelsen vantar á myndini. Fremra rað f.v.: Gorm Niclasen, Emil Sólsker, Jákup Egil Jensen, Martin Mouritsen, Andrias Mouritsen, Frida Nolsøe og Johanna Heinesen. Aftara rað f.v.: Jónleyg Joensen, Debus Petersen, Heðin Jacobsen, Marin Johannesen, Magnus Petersen (deyður), Herman Dam, Suni Jacobsen, Einar Dahl Michelsen, Bjørg Nielsen, Nancy Split, Súsanna Joensen, Ruth Sundstein, Kristianna Mohr, Ethel Mortensen, Terji Dam og Eyðgerð Askildsen. Flokslærari er Ragnar Magnussen. Brandur Petersen og Halgerð Vang vanta á myndini, tað var Halgerð, sum tók myndina. Myndin er tikin, tá næmingarnir gingu í 6A í Venjingarskúlanum Tveir næmingar byrjaðu í hesum flokkinum, men fluttu seinni í aðrar skúlar í býnum. Tað eru: Karin Midjord (Mortensen), sum býr í Havn, og Josu Reinert (Bulwich), sum býr í Kolding. Tøkk Vit ynskja at siga hjartaliga tøkk til tykkum, ið sýndu okkum samkenslu, tá okkara kæra mamma, vermamma, omma og langomma Anna Maria Jacobsen Selatrað (Mia á Heyggi) fór heim til Harran, og tøkk til stóru mannfjøldina til jarðarferðina. Tøkk fyri ta vøkru fráfaringarløtu á Ellis- og Røktarheiminum. Fyri góð og troystarrík orð har og í kirkjugarðinum. Tað fløvaði at koma til heimbygdina og bygdafólkið, sum tók ímóti. Tøkk til øll, ið rættu okkum hond hesar dagar. Serlig tøkk til starvsfólkið á Heiminum fyri tykkara umsorgan fyri mammu meðan hon búði har og fyri okkum hesar dagarnar. Tøkk fyri heilsur, blómur, kransar og minningargávur til Javna. Harrin vælsigni tykkum øll. Diana, Lena, Ásbjørn, Tórur, Tróndur, Grímur, Mia, Dávur og Kári v/ familjum Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara kæra systir, svigarinda, fastur, abbasystir og langabbasystir Jona Henriksen Tórshavn andaðist á Ellisheiminum mánadagin 4. september, 82 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju hósdagin 7. september kl. 13.00. Fyri tey avvarðandi Kirstin, Andrias og Arnold Tey, ið vilja minnast Jonu kunnu lata eina gávu til KFUK, konto í Føroya Sparikassa. Dagurin í morgin 6. september. Magnus, deyður í umleið 750. Sankta Magnus var einabúgvi, sum saman við fleiri øðrum ein­ búgvum í langa tíð helt til við Bodenvatnið á markinum millum Týskland og Sveis. Seinni fór hann sum trúboðari til Bayern, har hann læt byggja eitt kleystur. Kemur ofta í bland við aðrar Magnusar, eitt nú ein Magnus, sum sigst at vera tikin av døgum um ár 250, og við tann Magnus, sum magnusarmessa verður hildin fyri. Navnið er latínskt og merkir stórur. 70 ár Í morgin, 6. september fyllir Suni Bjartalið, Klaksvík, 70 ár. Hann er burturstaddur føðingardagin. Lesið Sosialin - so eru tit við