týsdagur 5. september 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 170 - 5. september 2006
15
tíðindi
Av tí at ein gomul
lóg er í gildi í
Føroyum, er revsingin
fyri neyðtøku og
neyðtøkuroyndir
munandi lægri
enn í Danmark.
Samstundis er
endurgjaldið til ofrini
helvtina minni.
Neyðtøkur
Ella Larsen
ella@sosialurin.fo
Revsingin fyri neyðtøkur og
neyðtøkuroyndir er lógarfest
til at vera fongsulsrevsing.
Í Føroyum er hægst møgu
liga revsing 6 ár, meðan hon
í Danmark er sett upp til 8
ár.
Í Danmark varð revsingin
herd í 2002, eftir eitt alment
orðaskifti um evnið. Tá
kom fram, at fólkið helt, at
revsingin var alt ov lág, ser
liga um hon var samanborin
við hini londini í Evropa.
Tí valdu politikararnir,
at revsingin fyri neyðtøku
skuldi verða harðari.
Munur á neyðtøkum
Tá arbeitt verður við neyð
tøkum í rættinum, vera neyð
tøkur býttar upp í ymisk
sløg.
Tey trý vanligu sløgini av
neyðtøkum í Føroyum eru
álopsneyðtøka, har ofrið
og neyðtøkumaðurin ikki
kenna hvønn annan, og neyð
tøkumaðurin loypir á ofrið.
Síðan er tilknýtisneyðtøka,
har ofrið og neyðtøkumaðurin
á onkran hátt hava haft sam
band frammanundan neyð
tøkuna, sum er tað sum
oftast sæst í Føroyum.
Og í triðja lagi er par
neyðtøka, har ofrið og neyð
tøkumaðurin hava verið
í einum parlagi framman
undan. Oftast hendur neyð
tøkan stutt eftir at parlagið
er liðugt.
Ymisk revsing
Revsingin fyri ymisku
sløgini av neyðtøkum er
ymisk og kann eisini vera
skiftandi innan eitt slag av
neyðtøkum.
Tá talan er um álops
neyðtøku er revsingin sum
útgangsstøði hálvtannað
ár, men revsingin kann
vera harðari, um skerpandi
umstøður eru í sakini, sum
til dømis at vápn vóru nýtt.
Um linnandi umstøður eru,
verður revsingin somuleiðis
linkað, tað kann til dømis
vera, at gerningsmaðurin er
yngri enn 18 ár.
Revsingin fyri neyð
tøkuroyndir liggur sum
útgangsstøði ímillum 6 og 9
mánaðir.
Tá talan er um tilknýtisneyð
tøku liggur revsingin ímill
um 6 mánaðir og hálvtannað
ár. Um harðskapur ikki hevur
verið nýttur, er tað vanligt
at revsingin er frá 6 til 10
mánaðir.
Orsøkin til, at útgangs
støðið fyri revsingin fyri
álopsneyðtøku er hægri enn
fyri tilknýtisneyðtøku, er at
tað hevur verið vanligt at
hugsa, at neyðtøkan er meira
tyngjandi fyri eitt offur, ið er
vorðið álopið, enn fyri eitt
offur, ið frammanundan veit
hvør neyðtøkumaðurin er.
Vanliga revsingin tá talan
er um parneyðtøku er 6 til
8 mánaðir. Her er revsingin
lægri, tí fyrilit verður tikið
fyri, at partarnir framman
undan hava verið í einum
parlagi, og at ofrið kennir
neyðtøkumannin.
– Tað verður tjakst um
tað er rímiligt, at revsingin
er lægri av hesi orsøk, tí ein
neyðtøka er ein neyðtøka,
óansæð um partarnir kennast
frammanundan.
Men
soleiðis verður tað handfarið
løgfrøðiliga, greiðir Linda
Hesselberg, sum er almennur
ákæri frá.
Revsingin herd
Fyri fýra árum síðan, áðrenn
lógin bleiv broytt í Danmark,
var revsingin fyri neyðtøkur,
neyðtøkuroyndir og kynsliga
misnýtslu av børnum á sama
støði, sum hon er í Føroyum
í dag. Síðan lógin bleiv
broytt, er revsingin sum
útgangsstøði eitt ár hægri
enn í Føroyum.
Harafturat verður skilt
ímillum neyðtøkuroyndir,
so revsingin kann vera
hægri, um hon hevur verið
serliga grov ella harðskapur
er vorðin nýttur. Revsingin
er eisini vorðin hægri, um
fleiri gerningsmenn hava
verið til neyðtøkuna; um hon
er framd móti einum barni,
ella um neyðtøkan hevur
vart í eitt longri tíðarskeið,
tá verður neyðtøkumaðurin
dømdur til hálvttriðja ella
trý ára fongsulsrevsing.
– Í Danmark hevur man
sæð, at tann harðara revsingin
er sligin ígjøgnum, til dømis
í Tøndersakini, sigur Linda
Hesselberg.
Tøndersakin er um eina
11 ára gamla smágentu,
ið var misnýtt av fleiri
ymiskum monnum, har
hægsta revsingin ið er givin
higartil er 3 ár og 6 mánaðir
umframt at gjalda 80.000 kr.
í endurgjaldi.
Politisk avgerð
Tá ein tílík lóg kemur í gildi
í Danmark, er tað ein avgerð
hjá føroysku politikarunum,
um lógin eisini skal broytast
í Føroyum. Enn er henda lóg
ikki komin í gildi her.
Í Danmark eru eisini
ávísar lógarreglur, ið seta
fast, hvussu stórt endur
gjald neyðtøkuoffur skulu
fáa. Har er vanligt at neyð
tøkuoffur fáa 60.000 kr. í
endurgjaldi.
Men av tí at hesar reglur
heldur ikki eru settar í gildi
í Føroyum, er tað dómarin
ið ásetur, hvussu nógv tey
skulu fáa, og her er vanligt
at neyðtøkuoffur fáa 30.000
kr. ið er helvtina minni enn
í Danmark.
– Revsingin fyri eitt
brotsverk er eitt
úttrykk fyri, hvussu
samfelagið sær uppá
brotsgerðina, sigur
Turið Debes Hentze,
advokatur. Hon
heldur, at revsingin
fyri neyðtøkur er alt
ov lág í Føroyum
Neyðtøkur
Ella Larsen
ella@sosialurin.fo
– Eg haldi ikki, at tað er í
lagi, at ein neyðtøkumaður
fær linari revsing fyri at
hava framt eina neyðtøku
í Føroyum, enn hann ger í
Danmark, sigur Turið Debes
Hentze, advokatur.
– Orsøkin er helst hon, at
tað ikki hevur verið serligt
fokus sett á neyðtøkur í Før
oyum. Í Danmark hinvegin,
er tað komið sum eitt krav
frá fólkinum, at tað skuldi
lóggevast harðari. Lóggávan
er blivin broytt sum ein
fylgja av tí.
– Eg haldi, at vit áttu
fylgt tí, sum tey hava gjørt
í Danmark.
– Eg haldi ikki at revsingin
er nóg høg, tí tað er ein sera
grov gerð, tá man soleiðis
ger seg inn á eitt annað fólk.
Revsingin átti at verðið
hægri.
Láturligt endurgjald
– Tað er eisini heilt láturligt,
at endurgjaldið er so nógv
lægri í Føroyum enn í Dan
mark. Ein neyðtøka kann
ikki gerast upp í pengum,
men tá man hugsar um
hvussu stórur skaðin er, so
er tað ein alt ov lág upphædd
man bjóðar offrunum.
Í Danmark fær eitt neyðtøku
ella incestoffur dupult so
nógv í endurgjaldi.
– Tað er eingin skilagóð
forkláring uppá hví endur
gjaldið skal vera minni í
Føroyum. Vit skulu hava eitt
trýst frá almennari síðu til
lóggevararnar, so hetta kann
broytast.
Turið Debes Hentze held
ur, at tá ein neyðtøka hendir
í einum so lítlum samfelagi
sum tí føroyska, er offrið enn
meira útsett, enn tað hevði
verið aðrastaðni.
– Í Føroyum vita øll
hvat er hent, og øll tosa
um tað. Gentan kann blíva
útsett fyri, at fólk ikki
trúgva henni, sjálvt eftir at
gerningsmaðurin er dømdur.
Í einum lítlum samfelagi er
góð grund til, at offrið átti
at fingið størri endurgjald.
Men hóast hetta fáa tey í
Føroyum eina láturliga upp
hædd, greiðir Turið Debes
Hentze frá.
– Tað er fullkomiliga vit
leyst: Gentan fær kanska
oyðilagt sína skúlagongd
og skal ganga til psykolog
restina av lívinum. Hetta er
eitt tekin um, at tað verður
ikki nóg væl virt í Føroyum.
Vit eru heilt afturútsigld á
hesum økinum.
Vantandi orðaskifti
– Vit burdu fylgt hinum
londunum, tí revsingin fyri
eitt brotsverk, er eitt úttrykk
fyri, hvussu samfelagið sær
uppá brotsgerðina, og hvørji
virði eru galdandi.
Trupulleikin er, at tann
bylgjan, sum hevur verið
aðrastaðni, har fólkið krevur,
at lógin skal broytast, hevur
ikki verið í Føroyum.
Um fólkið setti kravið
fram, høvdu politikararnir
kunnað sæð, at tað ikki er
nóg gott sum er. So hevði
lógin, sum er galdandi í Dan
mark, eisini kunnað komið í
gildi her.
Men um einki orðaskifti er
um evnið, so hendir einki.
Revsingin er ov lág
- Eg haldi ikki at revsingin er nóg høg, tí tað er ein sera grov gerð, tá man soleiðis ger seg inn á
eitt annað fólk, sigur Turið Debes Hentze, ið er advokatur og hevur haft nógv neyðtøkumál um
hendi
Bíligari at neyðtaka í Føroyum