Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-05, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. september 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 170 - 5. september 2006 útlond SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk tlf 341800 . Russland, Bulgaria og Grikkaland eru vorðin samd um at leggja eina olju­ leiðing frá Svarta­havinum til Egeara­havið. Hon skal brúkast til at veita londunum við Miðjarðarhavið bíliga russiska olju, samstundis sum hon skal styrkja russ­ isku ávirkanina á orku­ marknaðin. Eftir semjuni millum tey trý londini verður far­ið undir at leggja leið­ ing­ina longu í hesum árin­um, men tað er ikki greitt, nør hon skal takast í nýtslu. Leiðingin verður 285 kilometrar long og er mett at kosta slakar fimm milliardir krónur. Russland, Bulgaria og Grikkaland hava tingast um leiðingina tey seinastu 14 árini. Eitt nú hevur tað verið striltið at semjast um, hvør skal eiga leiðingina, og hvussu arbeiðið at leggja hana skal fíggjast. Leggja langa oljuleiðing Ísraelski forsætisráðharrin, Ehud Olmert, sigur, at Ísrael fer harðliga til verka, um landið noyðist í kríggj við Sýrialand. Orðini fullu á einum fundi, sum forsætisráðharrin hevði við uttanríkis- og verju­nevndina hjá ting­in­ um. Har segði Olmert, at stjórn hansara hevur ongar ætlanir um at samráðast við Damaskus, tí Sýrialand er fíggindi Ísraels. – Sýrar vita, at vit steðg­ aðu á undir átakinum í Suður­libanon herfyri, men teir vita eisini, at í einum átaki ímótri Damaskus fara vit ikki at steðga á, segði Olmert á fundinum við tingnevndina. Ísrael vil vera við, at Sýria­ land styðjar Hizbollah og letur felagsskapinum ymisk vápn so sum stuttberandi rakettir. Undir krígnum í summar skutu Hizbollah- støðir næstan 4.000 rakettir inn í Ísrael. Sunnukvøldið tók ein kroko­dilla ein ellivu ára gamlan drong, sum var far­in at svimja í einari á í indonesiska partinum av oynni Borneo. Ein 15 ára gamal drong­ ur, sum var saman við tí ellivu ára gamla, greiddi frá, at krokodillan tók vin­ mannin, sum ikki sást aftur. Hann visti eisini at siga, at krokodillan var rættiliga stór. Umleið 200 fólk fóru til Sarawak-ánna at leita eftir krokodilluni og tí horvna dreinginum, men leitingin gav einki úrslit. Krokodilla tók smádrong Olmert hóttir Sýrialand Ehud Olmert: – Í einum átaki ímóti Damaskus fara vit ikki at steðga á, sum vit gjørdu í Suðurlibanon – Vit vistu ikki, hvussu langt teir vóru komnir at fyrireika yvirgang danska løgreglan Fýra amerikanskir hermenn, sum eru skuldsettir fyri at hava beint fyri trimum irakum, eiga at fáa deyðarevsing. Tað heldur í hvussu er maðurin, sum stendur fyri kann­ing­ unum James Daniel, oberst­loytn­ ant­ur, fer at mæla til, at teir fýra hermenninir verða dømdir til deyða, verða teir funnir sekir í at hava myrt teir tríggjar irakarnar. Hann hevur ábyrgdina av kanningunum í málinum. Teir fýra hermenninir hava viðgingið, at teir skutu teir tríggjar irakarnar í býn­um Tikrit tann 9. mai, men teir halda uppá, at teir skutu í sjálvverju, eftir at irakarnir royndu at flýggja. Ovasti teirra gav alt fyri eitt herleiðsluni boð um at kanna tilburðin, tí aðrir hermenn vildu vera við, at alt ruggaði ikki rætt. Tveir av teimum fýra skulu eisini hava hótt sínar felagar, um teir vitnaðu ímóti teimum, sigur BBC. Sambært amerikonsku hern­aðarlógini kann tilætl­að morð sektast við deyðarevsing, men tað er ikki hent síðani 1961, tá ein hermaður bleiv avrættaður í statinum Kansas. Amerikanska hervaldið er í ferð við at kanna fleiri tilburðir í Irak, har hermenn hava skotið sivilfólk. Eitt nú verður kannað, hvat veruliga hendi, tá 24 óvápnað sivil­ fólk vórðu skotin í býnum Haditha í fjør, og tá 11 fólk vórðu skotin í Ishaqi fyri einum hálvum ári síðani. Sambært BBc verða fleiri aðrir tilburðir kannaðir, men teir vil herleiðslan ikki siga nakað um. – Vit vistu ikki, hvussu langt teir kundu vera komnir við fyrireikingunum til yvirgang, sigur fregnartænastan hjá løgregluni Klokkan tvey í nátt tók danska løgreglan níggju menn í Odense-býarpartinum Vollsmose, og fyrrapartin kunngjørdi fregnartænastan hjá løgregluni, at teir níggju vóru tiknir, tí illgruni var um, at teir fyrireikaðu yvir­ gang. Samstundis varð sagt, at menninir hoyra til tað muslimska umhvørvið. – Teir níggju vórðu tiknir nú, tí tað er torført at meta um, hvussu langt teir kunnu vera komnir við fyrireikingunum, stóð í einum tíðindaskrivi frá PET (Politiets Efter­retn­ings­ tjeneste). Í tíðindaskrivinum stóð, at løgreglan hevur hild­ ið eygað við monnunum í longri tíð, men at tað varð ikki hildið ráðiligt at bíða longur við at taka teir. Eftirlitið hjá løgregluni hevur millum annað avdúk­ að, at at teir níggju menninir hava arbeitt við at útvega sær spreingievni, og løgreglan sigur, at hon fann ymiskt í sambandi við handtøkurnar, Hvat hon fann, verður ikki sagt. Danska løgreglan tordi ikki at bíða longur Nógvir muslimskir innflytarar búgva í Vollsmose Amerikanskir hermenn kunnu fáa deyðadóm