týsdagur 5. september 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
tíðindi
Nr. 170 - 5. september 2006
ítróttur
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800
– Eitt er vist, at sjálvt um byrjanin hevur verið trupul, so
hava vit eitt spennandi landslið fyri framman
Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari í fótbólti
GÍ-kvinnur
vunnu á
Argjum
Bara annar av dystunum
í
FM-bólkinum
hjá
kvinnum varð spældur
um vikuskiftið. Tað var
dysturin millum AB og
GÍ, sum varð spældur á
Argjum. Hin dysturin
skuldi verða millum
EB/Streym og KÍ á Eiði,
men dysturin var útsettur
orsaka av jarðarferð.
Hann verður tí spældur
seinni.
GÍ kláraði seinasta viku
skiftið at taka fyrstu stigini
frá føroyameistarunum
KÍ, og sunnudagin vann
GÍ trupla útidystin á Argj
um. Dysturin var tættur
og spennandi, men tað
var GÍ, sum at enda hevði
munin. Einasta málið
í dystinum kom longu
eftir 9 minuttir, og tað var
Ninna K. Johansen, sum
skoraði málið.
Við sigrinum togaði GÍ
seg fram á næstfremsta
plássið við 17 stigum.
AB hevur 16 stig. Væl
frammanfyri liggur tí KÍ,
sum hevur 22 stig og ein
dystir til góðar.
HB-kvinnur
nýggjan
venjara
Kvinnuliðið hjá HB hevur
fingið nýggjan venjara
í
summarsteðginum.
Andras K. Thomassen
er farin av landinum
í lestrarørindum, og
nýggjur venjari er klaks
víkingurin Odd Færø,
sum
hevur
drúgvar
royndir sum venjari hjá
ymsum gentuliðum hjá
KÍ seinastu árini. Odd
venur eisini gentuliðið
hjá HB. Heimasíðan
hjá HB skrivar, at Odd
arbeiðir longu hart við
hugburðinum hjá HB-
kvinnunum í royndini at
venda keðiligu gongdini,
sum ávirkar fleiri av gent
unum meira enn gott er.
Odd er komin væl í gongd
og hevur stórar ætlanir
fyri liðið, sum hann feg
in vil venja komandi ár
eisini.
Drúgva kærumálið
um Páll Mohr Joensen
er av, og mikukvøldið
spælir HB aftur í
steypakappingini.
HB manglar
verjuspælara, og
álopsspælari hjá EB/
Streymi er ikki tøkur
EB/Streymur-HB
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Í annaðkvøld verður seinasta
fjórðingsfinalan í kappingini
um Løgmanssteypið spæld.
Dysturin hevur bíðað í
fleiri mánaðir orsaka av
drúgva kærumálinum um
spæliloyvið hjá Páll Mohr
Joensen.
HB hevur fleiri ferðir
verið dømt at tapa dystin
ímóiti VB/Sumba, men
seinasti og endaligi dómurin
gjørdist, at HB fekk bót
og misti heimavølli, men
sleppur at halda fram í
steypakappingini.
Í kvøld sleppur HB so at
royna seg aftur, og dysturin
ímóti EB/Streymi verður
spældur á Eiði kl. 18.00.
Hjá oddaliðnum EB/
Streymi, sum hevur beina
kós ímóti FM-gullinum,
stendur væl til við fólki.
Jørgen Meitelberg, sum
hevur verið við síðani summ
arsteðgin, er skaddur og
kann ikki spæla. Allir hinir
spælararnir eru tøkir.
Hjá HB manglar verju
spælarin Vagnur Mohr Mort
ensen, sum varð útvístur í
landskappingardystinum
ímóti NSÍ. Vagnur hevur
fingið tveir dagar leikbann,
og tí kann hann ikki spæla
við í annaðkvøld.
Nú sleppur HB at royna seg
- Nýggir spælarar í
landsliðshópinum
skulu átaka sær upp
gávuna sum leiðarar
á vøllinum.Tað er
ein stór avbjóðing
fyri teir, og neyðugt
er at teir fáa tíð og
frið til at broyta sín
leiklut, sigur Jógvan
Martin Olsen. Hann
heldur, at landsliðið
er mannað við røttu
spælarunum, og at
fólk mugu geva liðn
um møguleika at
menna seg
Landsliðið
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Føroyska fótbóltslandsliðið
hevur rættiliga verið í brenni
deplinum seinastu vikurnar.
Tvey lemjandi tap í fyrstu
dystunum í nýggju EM-
kappingini, hava fingið
fólk at ressast. Fyrrverandi
spælarar, núverandi venjarar
og onnur krevja broytingar
á liðnum, og fleiri av mælt
til, at landsliðsvenjarin fer
úr starvinum.
Men tað seinasta kemur
als ikki upp á tal, tí tá ið
Jógvan Martin Olsen verður
spurdur, um hann hevur
umhugsað at leggja frá sær,
er svarið stutt og greitt:
– Nei.
Hann viðurkennir tó, at
landsliðið hevur trupulleikar,
og at nakað skal gerast
við at betra um avrikini á
vøllinum.
– Tað eru fleiri orsøkir til,
hví tað hevur gingið so illa í
seinastu dystunum, men vit
eru á einum byrjanarstigi
í arbeiðnum við einum
nýggjum landsliðið, og vit
síggja stórar møguleikar í
hesum liðnum. Vit skulu bara
halda fram við arbeiðnum,
sigur Jógvan Martin Olsen.
Verjuspælið vánaligt
Landsliðsvenjarin heldur,
at føroyska landsliðið hev
ur stórar trupulleikar við
verjuspælinum í løtuni,
og tað sást eisini aftur í
dystinum í Skotlandi.
– Størsti trupulleikin hjá
okkum í løtuni er verju
spælið.
Mótstøðuliðini
skora alt ov lætt mál ímóti
okkum í støðum, har liðið
hjá okkum er í javnvág
og enntá í yvirtalsstøðu. Í
hesum báðum dystunum
eru fýra mál komin ímóti
okkum, har vit verja við sjey
spælarum ímóti trimum og
sjey ímóti fýra, og tá slíkt
hendur, er tað torført at hava
við at gera, sigur Jógvan
Martin Olsen.
– Londini, sum vit nú
spæla ímóti, er eisini nógv
betur fyrireikað til at spæla
ímóti okkum, enn tey
plagdu at vera. Úrslitini,
sum Føroyar hava fingið
móti Skotlandi, Fraklandi
og Týsklandi, hava havt við
sær, at londini brúka meiri tíð
uppá at hyggja eftir hvussu
vit spæla og fyrireika seg til
dystirnar ímóti okkum.
Nýggir leiðarar
Jógvan
Martin
Olsen
vísir á, at fleiri av royndu
spælarunum á landsliðnum
eru givnir, og seinastu fýra
árini eru fleiri av stuðuls
spælarunum á landsliðnum
farnir burtur av. Hetta ger,
at yngri spælarar skulu átaka
sær nýggjar uppgávur á
liðnum, og tað tekur tíð.
– Leikluturin hjá nógvum
leikarum í hópinum er broytt
ur. Frá at verða ein av teimum
nógvu, sum kanska ikki hugsa
so nógv um annað enn um sín
egna leiklut, skulu nakrir taka
ein nýggjan leiklut á seg sum
leiðarar í hópinum. Hetta er
ein stór avbjóðing fyri hesar
leikarar, men hetta er sera
tydningarmikið og neyðugt
stig hjá liðnum og spælrunum
at taka, og eg fari inniliga heita
á øll um at lata hesar leikarar
fáa frið og tíð at finna henda
nýggja leiklut, sigur Jógvan
Martin Olsen.
– Eitt er vist, at sjálvt um
byrjanin hevur verið trupul,
so hava vit eitt spennandi
landslið fyri framman,
men teir mugu fáa frið at
mennast, sjálvt um úrslitini
ikki skuldu laga seg.
Hava fatur í røttu
spælarunum
Nógv verður altíð tosa um
spælararnar, sum manna
landsliðið, og her hava fólk
nógvar meiningar. Summi
halda, at aðrir spælarar
skulu verið tiknir út, tí
summar av teimum, sum
eru á landsliðnum, eru ikki
nóg góðir.
– Tú kanst altíð kjakast um
tveir ella tríggjar spælarar í
sambandi við hvørja úttøku,
og tað gera vit jú eisini. Vit
eru eisini í teirri støðu, at
vit eru eitt sindur leitandi
á nøkrum plássum, men
at vit hava fatur á teimum
røttu leikarunum, ivist
eg ikki eina løtu í, sigur
landsliðsvenjarin.
– Vit síggja, at tað tekniska
støðið í hópinum er nógv
hægri, enn tað nakratíð hevur
verið, men vit síggja eisini at
umgangstónin í hópinum er
kanska ein tóna penari, enn
hann var fyri tíð síðani. Tá
høvdu vit fleiri spælarar við
nógvum royndum og sum
spældu í feløgum uttanlands.
Hetta er ein prosess vit skulu
ígjøgnum, men tað kemur so
líðandi saman við royndunum,
sum spælararnir fáa.
Jógvan Martin Olsen
útilokar ikki, at onkrar
broytingar verða gjørdar
í úttøkuni til næsta lands
dystin.
– Nú fáa vit at síggja,
hvussu tað verður, men onk
ur sjálvsøgd broyting verð
ur av teirri orsøk, at Óli
Johannesen er leikbannaður
til dystin móti Litava, sigur
hann.
– Landsliðið má
fáa frið at mennast
– Tað eru fleiri orsøkir til, hví tað hevur gingið so illa í seinastu
dystunum, men vit eru á einum byrjanarstigi í arbeiðnum við
einum nýggjum landsliðið, og vit síggja stórar møguleikar í
hesum liðnum, sigur Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari
Mynd: Álvur Haraldsen