týsdagur 5. september 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 170 - 5. september 2006 ]
Svenskar stjørnur tveittar heim
Tríggjar av heilt stóru stjørnunum á svenska landsliðnum, Zlatan
Ibrahimovic, Olof Mellberg og Christian Wilhelmsson, vera ikki
partur av liðnum, sum mikudagin skal spæla í móti Liktinstein. Hetta
boðar svenska fótbóltssambandi í einum tíðindaskrivi í morgun.
- Sunnudagin fingu spælararnir frí seinnapartin og um kvøldið,
og avtalan var, at savnast aftur á hotellinum klokkan ellivu. Hesa
avtalu hildu allir leikararnir, men seinni fóru tríggir av leikarunum
út aftur, og vóru ikki heima fyrr enn klokkan 01.15.
Landsliðsleiðslan metir, at teir hava brotið eina greiða avtalu, og
tí hava vit tikið avgerð um, at teir tríggir vera koyrdir úr hópinum
umgangandi. Leikarar og leiðsla vilja ikki gera fleiri viðmerkingar
til málið í vikuni.
MB fingið nýggja heimasíðu
Miðvágs Bóltfelag hevur fingið nýggja heimasíðu. Teir
seinastu mánaðarnar hava nevndarlimir í MB arbeitt í
tøttum samstarvi við starvsfólkið á Stephanssons Hús, við
tí fyri eyga, at fáa eina nýggja heimasíðu upp at koyra. Ikki
kann sigast annað, enn at hetta samstarvið hevur riggað
sera væl og at úrslitið eisini er hareftir. Felagið fegnast um
síðuna, og skrivar í einum tíðindaskrivi, at øll sum hava
havt við menningina av heimasíðuni skulu hava stóra tøkk!
Heimasíðan er at síggja á www.mb1905.fo.
U19 flogbóltslands
liðini hjá gentum og
dreingjum vóru um
vikuskiftið við NM-
kapping í Danmark.
Genturnar spældu
bronsudyst, men taptu.
Dreingirnir taptu allar
sínar dystir
Flogbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Nevza Cup varð hildin í
Ikast um vikuskiftið, og før
oysku U19 landsliðini hjá
bæði gentum og dreingjum
vóru við í kappingini, sum
er NM-kapping.
Tað gekk heldur betur hjá
gentunum enn dreingjunum,
sum taptu allar sínar dystir.
Genturnar vunnu onkrar
dystir og komu í hálvfinaluna,
sum tær taptu.
Mótstøðan hjá dreingjunum
var sera hørð, og tað var lítið
at gera ímóti teimum sterkastu
liðunum í kappingini. Føroyar
spældu tó ein góðan dyst ímóti
Ongland og taptu hann tepurt
3-2. Føroyska liðið endaði
aftast í kappingini.
Genturnar løgdu fyri við
at vinna 3-0 á Íslandi, men
taptu so fyri 3-1 fyri Svøríki.
Føroyar vunnu eisini á
Onglandi dagin eftir, men
mátti so lúta fyri Noregi í
hálvfinaluni.
Sunnudagin var spældu
Føroyar dyst um bronsuna
ímóti Danmark, og hóast
føroyska liðið vann fyrsta
settið, endaði dysturin við
3-1 tapi.
Føroyar endaðu sostatt
nummar fýra í kappingini
frammanfyri bæði Ongland
og Ísland.
U19 genturnar taptu
bronsudystin
Føroyska U19 gentulandsliðið í flogbólti stóð seg væl í NM í Ikast um vikuskiftið. Liðið endaði
sum nummar fýra í kappingini
Leygardagin var
kappast í FM í sprint
triathlon, og her var
Gudmundur Joensen
nógv tann skjótasti
Triathlon
Tíðindaskriv
Føroya Triathlon Felag
skipaði sunnudagin fyri
sprint triathlon. Kappingin
var í Havn, og kappast var
á hesum teinum: 750 m
svimjing, 20 km súkkling og
5 km renning. Hetta er væl
styttri enn vanliga triathlon,
og av tí kemur heitið sprint
triathlon.
Fyrst var svomið í
Svimjihøllini í Gundadali.
Liðugur at svimja, skuldi
íðkarin skunda sær út á
súkkluna og súkkla frá
Svimjihøllini eftir Norðara
Ringvegi, fram við Strond til
rundkoyringina við Skansan
og aftur til rundkoyringina
R.C.Effersøesgøta/Norðari
Ringvegur 3 ferðir, og so
oman til Skógrøkt Landsins.
Her var skift til renning, og
runnið var frá Skógrøkt
Landsins
niðan
eftir
Hvítanesvegnum til høgru
eftir Skraddaragøtu, inn á
gøtuna kring Skógrøktina og
aftur til málið við Skógrøkt
Landsins. Teinurin var
runnin 6 ferðir.
Gudmundur á odda
beinanvegin
Gudmundur Joensen var
fyrst úr hylinum, síðani
kom Súsanna Skylv og
uml. 2 minutt aftaná komu
so Evald Rasmussen, Beinir
Rasmussen og Andrass Joen
sen. Nakað aftanfyri teir
komu so Kári Simonsen og
Áslakkur Nesá.
Gudmundur var eisini
fyrstur út á súkkluna, við
Súsonnu í hølunum. Evald,
sum var triðjur upp úr hylin
um, skifti skjótast og fekk
skjótt fatur á Súsonnu, men
Andras, sum var eitt sindur
seinni úr hylinum, vísti hesa
ferð, at hann er ein góður
súkklari og megnaði at fáa
Evald aftur, so báðir fóru út
á renniteinin í senn.
Gudmundur var tá komin
hálva leið runt fyrstu ferð, og
eingin fekk hann aftur, hann
bara økti og kom fyrstur um
málstrikuna. Andrass og
Súsanna runnu bæði væl, og
komu á mál sum nr 2 og 3.
Evald kom fjórður um
strikuna, við Áslaki í høl
unum. Áslakur, sum var
seinastur úr hylinum, vann
seg skjótt fram í súkklingini,
yvirhálaði bæði Beinir og
Kára, og var í renningini
við at fáa fatur í Evaldi,
sum tó varnaðist vandan og
setti ferðini so frægt upp, at
hann kom á mál ½ minutt
framanfyri Áslak.
Beinir Rasmussen, sum
bleiv lokkaður við í síðstu
løtu, legði út sum eitt óløgi
í svimjingini, men mátti
ásanna, at venjingin ikki
er tað, hon einaferð var.
Kári vann seg alla tíðina
inn á hann, og á frysta
renniumganginum fár hahh
fram um Beinir, sum sostatt
endaði aftastur.
Eisini var kappast í 1/12
triathlon.
Í 1/12 triathlon var bara
tann eini íðkarin. Rannvá
Djurholm hevði hesaferð lænt
sæt eina kappingarsúkklu,
og ikki kan sigast annað enn
at væl gekst. Samanlagt var
hon uml. 6 minuttir skjótari
samanborið við í fjør, tað
mesta í súkklingini, men
½ minuttur fór eisini av í
svimjingini
16. sept verður aftur
kappast, tá er tað FM á OL-
teininum í triathlon, sum
sær soleiðis út: 1500 m
svimjing, 40 km súkkling
og 10 km renning. Kappast
verður tá eisini eisini í 1/12
triathlon.
Gudmundur vann FM í sprint triathlon
Hesir íðkararnir vóru við í FM í sprint triathlon leygardagin