týsdagur 5. september 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 170 - 5. september 2006 ]
Gallas hótti við at gera sjálvmál
Nýinnkeypti Arsenal-verjuleikarin, William Gallas, tímdi eftir
øllum at døma so illa at vera í Chelsea, at hann hótti við at
skora sjálvmál, verða útvístur ella spæla illa við vilja, um hann
varð settur at spæla fyri Chelsea í Premier League. Tað sigur
fyrrverandi felag hansara í einum tíðindaskrivi. Gallas setti í
summar føtur í spenni fyri at sleppa burtur frá Chelsea, og tað
eydnaðist honum eisini at sleppa til Arsenal at spæla.
William Gallas, sum er fraklendingur, hevur í morgun svarað
ákærunum frá Chelsea. Hann noktar fyri, at hann hótti við at
gera sjálvmál og skýrir hann ákærurnar frá Chelsea at vera
ørvitisligar.
Forsetin hjá Inter deyður
Forsetin hjá italska stórfelagnum Inter, Giacinto Facchetti,
mátti í gjár geva skarvin yvir eftir drúgva sjúkralegu, og
doyði hann 64 ára gamal. Fyrrverandi landsliðsleikarin í
italska landsliðnum var at kalla ímyndin av Catenaccio-
spælskipanini, og í sínum 476 dystum fyri Inter vann tvey
italsk meistaraheiti, og tvær ferðir var hann við at lyfta Inter á
ovastu rók í Evropa Cup. Giacinto Facchetti var liðformaður
á landsliðnum, og fekk hann 94 dystir í bláa búnanum.
Síðani 2004 var Giacinto Facchetti forseti í Inter, men í
dag verður boðað frá, at gamla legendan nú er deyð av
krabbameini.
Nýggj
kapping á
skránni
Leygardagin 23. sep
tembur verður skipað
fyri sokallaðari adventur
race renning úr Kvívík til
Havnar. Teinurin verður
umleið 30 kilometrar.
Adventurrace er ein
liðkapping, ið leggur
stóran dent á samstarv
(teambuilding) og er
eitt slag av kunningar
renning, har kunningar
postarnir eru ymiskar
forðingar.
Forðingarnar
eru
ymiskar uppgávur, ið
skulu loysast. Sum dømi
kann nevnast: At byggja
tann hægsta varðan, at
navngeva fuglar, byggja
og flúgva við drekum,
og mangt annað, ið
fyriskipararnir finna
uppá. Hvussu leiðin
verður løgd, og hvørjar
uppgávurnar vera, vita
bert fyrireikararnir.
Fyri
at
luttaka
krevst eitt lið við fýra
persónum. Liðini kunnu
vera manslið, kvinnulið
ella blandað lið. Har
afturat er møguleiki
at velja at luttaka sum
motionistar ella væl
vand. Motionistarnir
fáa eina lættari leið
enn hini, og krevur hon
tí ikki, at luttakararnir
eru í fysiskum topp
formi, umframt at moti
onistaliðini bert nýtast
at luttaka við trimum
persónum.
Tann strævna leiðin
er gjørd til tey liðini,
ið meta seg at vera
væl fyri og vilja hava
stórar
avbjóðingar.
Byrjað verður í Kvívík
leygarmorgun klokkan
08.00 við morgunmati,
og endað verður við
Føroya Studentaskúla
í Hoydølum umleið kl.
18:00 við nátturða.
Fyriskiparar av kapp
ingini eru Bjørn Krog
og Hans Mikkelsen.
Sólvindur vann
FM-heitið í tvíspor,
og Máni eigur
nú travmetini á
øllum breytum í
landinum. Tað er
greitt eftir at ársins
seinasta kappríðing
var í Marknagili
leygardagin
KAPPRÍÐING
Ársins seinasta kappríðingin
hetta kappingarárið, varð
hildin á breytini hjá Føroya
Ríðingarfelag í Marknagili
leygardagin.
Undan kappingini var
stórur spenningur um, hvørt
tað fór at eydnast Sólvindi
hjá Maritu Askham at
endurvinna FM heitið í
tvíspor ella ikki. Sólvindur
hevur vunnið FM fimm ár
á rað, men hevur í ár fingið
stóra kapping frá Lokki hjá
Rólanti Reinert.
Undan FM var støðan
tann, at Lokkur var eitt stig
frammanfyri Sólvind, og
tað merkti, at um Sólvindur
ætlaði at endurvinna FM
heitið, skuldi hann vinna á
Lokki.
Teir báðir hestarnir vóru
eisini paraðir saman í sein
asta lopinum hendan góð
veðursdagin. Sólvindur við
Hans Paula Poulsen á baki
og Lokkur við Gundrid á
Plógv á baki.
Hestarnir byrjaðu sera
javnt. Tann guli Sólvindur
fekk kanska eina eitt sindur
betri byrjan, men tann svarti
Lokkur var beint í hølinum
á honum.
Tá hestarnir høvdu runnið
áleið 300 metrar av tí 500
metra longu breytini, royndi
Lokkur at taka Sólvind. Hans
Pauli Poulsen og Sólvindur
svaraðu tó aftur, og hildu
munin á mál og endurvunnu
harvið FM. Hetta er sætta
FM-heitið Sólvindur vinnur
rað. Lokkur og Gunrid á
Plógv gjørdist nummar tvey,
og Kambur við Dinu Splidt á
baki gjørdist nummar trý.
Máni sló met
Eisini í trav var stórur spenn
ingur undan kappingini, men
hesaferð var tað ikki FM
kappingin sum var orsøk til
spenningin.
Hana hevði Máni hjá Knúti
Lützen longu tryggjað sær
undan seinastu kappingini.
Máni hevur havt eitt framúr
kappingarár, har hann hevur
tikið metini á breytunum á
Leynavatni og vesturi í Vág
unum. Hann hevur tó fingið
sera harða kapping frá Glettu
hjá Leif Sjúrða Petersen úr
Leynum, og eisini Drotning,
sum Knút Lützen eisini
eigur, kundi væl væntast at
blanda seg í dystin.
Tað gjørdist tó enn eina
ferð Máni við Knúti Lützen
sjálvum á baki, sum vann.
Hann vann í einum framúr
góðum dysti við Glettu við
Marneri Joensen á baki. Bæði
rossini slóu gamla metið á
breytini í Marknagili.
Máni og Knút átti tó
munin soleiðis, at Máni nú
eigur travmetið á øllum kapp
ríðingarbreytum í landinum.
Tíðirnar vóru hjá Mána 50,3
sekund, og hjá Glettu 50,8
sek.
Drotningin við Kristfríð
Jacobsen á baki fann ikki
tað rætta stevið hendan dag
in, og tað gav pláss til Strúk
hjá Tórða Kruse av Eiði
at fara við 3 plássinum.
Karin Abrahamsen reið við
Strúki.
Fenja vann
tvíspor ung
Hjá teimun ungu var tað
Fenja hjá Regini Hansen við
Tóra S. Hansen á baki sum
vann. Hugin hjá Gudmundi
Hansen við Hildur á Plógv á
baki gjørdist nummar tvey,
og á triðja plássi kom Prú
hjá Berg hestum við Beintu
G. Davidsen á baki.
Føroyameistari hjá teim
um ungu gjørdist Hugin
og Hildur á Plógv. Tvíspor
ll flokk vann The Duke hjá
Jóhan á Plógv við Annfinn
Reinert á Baki. Nummar
tvey var Nora hjá Andrias C.
Lützen við Óla Jóhan Láberg
á baki, og triðjaplássi fór til
Savoy hjá Joan Hansen úr
Kollafirði, og har reið Joan
sjálv.
Oldboysflokkin vann Sina
við fyrrnevnda Hans Paula
Poulsen á baki, so ikki kann
sigast annað enn at hetta
gjørdist ein góður dagur hjá
Hans Paula Poulsen.
Sólvindur endurvann FM heitið
Hans Pauli Poulsen á Sólvindi á veg um málstrikuna framman fyri Gunrid á Plógv á Lokki
Mynd Brandur í Dali