Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-05, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. september 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 170 - 5. september 2006 Bókasavnshjálpari Á Føroya landsbókasavni er eitt starv sum bókasavnshjálpari leyst at seta 1. oktober 2006 ella skjótast gjørligt. Umframt at hava dag- og kvøldvaktir í avgreiðsluni og annað vanligt bókasavnsarbeiði, skal tann ið settur verður, saman við øðrum, arbeiða við móttøku og avgreiðslu av avhendingarskyldu, tíðarritum o.ø. Løn sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Umsóknir við próvskjølum verða at senda Føroya landsbókasavni í seinasta lagi 22. september 2006. 01-09-2006 Føroya landsbókasavn J. C. Svabosgøta 16 Box 61 – 110 Tórshavn Føroya landsbókasavn Hondbóltsvenjari Søkt verður eftir hondbóltsvenjara til barna- og ungdómsdeildirnar hjá Eiðis Bóltfelag veturin 06/07. Nærri fæst at vita við at venda sær til Eiðis Bóltfelag á tlf. 262151 ella 258364. Kvinnufelagið Aðalfundur verður hóskvøldið 21. september kl. 20.00 í Mettustovu. Uppskot til aðalfundin skal nevndin hava í seinasta lagi 14. september. Er aðalfundurin ikki viðtøkuførur, verður eyka­ aðalfundur hildin beint aftaná. Kvinnufelagið Frítíðarskúlin í Nes Kommunu Hjálparfólk Søkt verður eftir hjálparfólki at arbeiða 30 tímar um vikuna í Frítíðarskúlanum í Nes Kommunu. Frítíðarskúlin heldur til á Brekkukletti 5. Og er normeraður til 40 børn. Vit bjóða Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum. Dentur verður lagdur á at veita børnunum eitt trygt og mennandi frítíðartilboð. Vit ynskja • At tú megnar at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum • At tú ert álítandi, hevur góð samstarvsevni og kanst taka ábyrgd. Setunarviðurskiftir Starvið verður sett 16. oktober 2006. Løn smb. Sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Føroya Kommunala Arbeiðsgevarafelag. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Eydnu Olsen tlf. 448786 ella 565023 Umsøkn Skrivlig umsøkn, saman við prógvum og møgulig­ um viðmælum, skulu vera Nes Kommunu í hendi innan 20. september 2006 kl.12.00. Nes Kommuna 650 Toftir www.nes.fo · nes@nes.fo lýsingar www.sosialurin.fo