Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-06, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. september 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 171 - 6. september 2006 5 tíðindi At vit bjóða ar­beiðs­ gevarunum at leingja sát­t­málaskeiðið kost­ar sjálvsagt, tí samstundis, sum tað gevur stabilitet, er tað eisini bindandi, sigur Gunnleivur Dals­­garð, formaður í Sta­rvs­mann­a­felag­ num, ið fór undir sam­­r­­­­ áð­ingar við Fíggj­ ar­málaráðið í gjár. Arbeiðsmarknaður Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Sjálvandi krevja vit hægri løn. Hesi eru orðini frá Gunn­ leivi Dalsgarð, nú tíðin enn einaferð er búgvin til at fara til samráðingarborðið. Men hann avdúkar ongin tøl enn, tí, sum hann sigur, so veldst tað í stóran mun um, hvussu langt sátt­mál­a­ skeiðið verður. - Tá Starvsmannafelagið skjýtur upp, at vit leingja sáttmálaskeiðið upp í trý ella kanska fýra ár, so rætta vit í veruleikanum hondina fram og bjóða politikarunum stab­i­litet. Hetta er ein fong­ur fyri samfelagið og ar­beiðsgevararnar, men slíkt kostar sjálvsagt, sigur Gunn­leivur Dalsgarð. Í gjár, týsdagin, sess­að­ust umboð fyri Starvs­mann­a­ felagið og Fíggjamálaráðið um samráðingarborðið at seta hol á samráðingarnar, sum meiri ella minni vórðu kubbaðar av seinast, tá Starvsmannafelagið góðtók ein sáttmála, sum einans rakk eitt ár fram - ’fyri frið skyld’, sum onkur vildi vera við. So verandi sáttmáli mill­ um Fíggjarmálaráðið og Starvs­mannafelagið er bert galdandi til 1. oktober, hetta ­sam­s­tundis ­sum, at fleiri av fak­feløgunum á almenna ar­beiðs­marknaðinum ikki hava gjørt nýggjan sáttmála fyri tann, sum gekk út 1. oktober í fjør. - Í gjár løgdu báðir partar fram síni krøv og sjónarmið til nýggjan sáttmála, og vit prátaðu eitt sindur um tey, sigur Gunnleivur Dalsgarð, sum eisini staðfestir, at ong­ in fundarætlan varð gjørd á fundinum. Nýggir tankar - Eg vænti, at Fíggj­ar­mála­ ráðið ­fer at taka undir við at leingja um sáttmálaskeiðið, tí tað kann bara gagna teim­um, sigur Gunnleivur Dalsgarð, og hann vísir á, at Føroya Tele longu hevur gjørt tað sama. - Hetta er eitt upplegg við nýggjum hugsanum, har til ber, at samráðast í rúmari tíð. Og tað er ein útrætt hond um stabilitet, sum sjálvsagt hevur sín prís, tí tað er eisini bindandi at binda seg so nógv ár fram, sigur Gunnleivur Dalsgarð, sum eisini vil hava ásetingar um, at avtalan kann end­ur­ skoðast, um so er, at stórar samfelagsbroytingar verða. - Tað hevur framm­an­und­ an verið ilt at meta um gongdina tvey ár fram, og tí er sjálvsagt eisini ógjørligt at meta um støðuna longur út í framtíðina, sigur Gunn­ leivur Dalsgarð. Spurdur, hvørjar fyr­ i­mun­ir hetta hevur fyri fak­feløgini, sigur hann, at sum nú er, fer øll orkan til samráðingar og til slíkt, sum liggur beint fyri. - Fakfeløgini hava ikki tíð til at fáast við verulig fak­felagspolitisk mál, prin­ sip­i­ell mál ella at samstarva sínámillum, tá tíðin er so tepur, so tí gevur hetta okk­ um eisini eitt andarhol, at koma uppundan og at styrkja um innanhýsis sam­ skift­ið, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum, Gunn­leivur Dalsgarð. Eftirlønin á 15,5 prosent Av øðrum, sum er mill­um krøvini hjá Starvs­mann­a­ felagnum til sátt­mála­sam­ ráðingarnar í heyst kann vera nevnt, at eftirlønin skal upp á støðið, sum Føroya Tele kom upp á í vár, nevn­i­ liga í 15,5 prosent. - Nú politisku myndug­ leik­ar­nir tosa so nógv um at broyta pen­sións­við­ ur­skiftini, so tey koma at hvíla á trimum súlum, halda vit tað vera av alstórum týdningi, at vit fáa okkara viðurskifti uppá pláss við at tey koma upp á minst 15,5 prosent, sigur Gunnleivur Dalsgarð, sum kortini við­ gongur, at hann als ikki er nøgdur við 15,5 prosent. - Allar kanningar vísa, at vit skulu upp á eini 18 prosent, um talan skal vera um eina nøktandi eft­ ir­lønarskipan, sigur Gunn­ leivur Dalsgarð við Sos­ ialin. Umflokkingar Annað, sum Starvs­mann­ a­fel­agið borðreiddi við á fundinum við Fíggj­ar­ mál­a­ráðið í gjár, vóru krøv um umflokkingar í lønarskipanini, har hædd verður tikið fyri, at um­støðurnar og krøvini á arbeiðsmarknaðinum broyt­ ast og at flokkingarnar tí mugu fylgja við. - Í 2001 gjørdu vit flokk­ingarnar einfaldari, men kortini er alla tíðina neyðugt at endurskoða skip­an­ina, sum vit annars hava verið sera nøgd við. Eitt nú er sjálvsagt, at starvs­fólk eiga at verða um­flokkað í sambandi við førleikamenning og eftir­út­ búgv­ing, ella tá talan er um nýggj størv og heiti, sum skulu flokkast í lønarskipanini, sigur Gunn­ leivur Dalsgarð. Arbeiðsvikan 36,5 tímar Og Gunnleivur nevnir ann­ að mál, sum eisini hevur ver­ið á breddanum áður, nevn­iliga, at arbeiðstíðin eig­ur at vera ásett til reellu ar­beiðstíðina, soleiðis at far­ið verður burtur frá, at arbeiðsvikan eitur 39 tímar, har fólk fáa ein hálvan tíma til matarsteðg dagliga. - Vit ynskja harafturímóti, at arbeiðsvikan skal eita 36,5 tímar, og at hálvi mat­ artímin skal liggja uttan­fyri, sigur Gunnleivur Dalsgarð. Og hann vísir at enda á, at Starvs-mann­a­fel­ ag­ið skjýtur upp, at sam­ r­áð­ing­arnar millum Sev, kommunurnar og Fíggj­ar­ málaráðið eiga at vera í senn, tí tað endar altíð úti í Fíggjarmálaráðnum kortini og úrslitið verður tað sama. - Tað er ikki nøktandi at vit ikki fylgjast, og so fáa Sev og kommunurnar eisini veruliga ávirkan, sigur Gunn­leivur Dalsgarð, sum vísir á Fíggjarmálaráðið var positivt yvir fyri hes­ um uppskotinum frá Starvs­ mannafelagnum, og tí fer at seta seg í samband við Sev og Kommunala Ar­beiðsgevarafealgið bein­ anv­egin. Ynskja at leingja sáttmálaskeiðið - Tað hevur framm­an­und­ an verið ilt at meta um gongdina tvey ár fram, og tí er sjálvsagt eisini ógjørligt at meta um støðuna longur út í framtíðina, sigur Gunn­leivur Dalsgarð SJÚKRATRYGGING Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Í farnu viku boðaði Trygd frá, at teir nú kundu bjóða tað, teir rópa viðgerðartrygd. Ein sjúkr­ atrygging, sum ger, at tú kanst fara av landinum á eitt norðurlendskt priv­ atsjúkr­ahús at fáa við­ gerð. Landsstýrismaðurin í al­manna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, sigur, at hetta er ein gongd vit síggja aðrastaðni í heimi, eisini í Norðanlondum, og tí undrast hann ikki um, at fyribrigdi nú eisini er komið til Føroya. - Hetta tilboðið kann vera eitt ískoyti til verandi skip­an, men hetta er ikki eitt tilboð fyri øll, slær landsstýrismaðurin fast. - Hetta tilboðið er avmarkað til tey, sum eru virkin á ar­beiðs­markn­ að­in­um við regluligum og føstum inntøkum, og faktiskt eru frísk og væl fyri, so hetta er ein kval­ itativur munur í mun til okkara sjúkrahúsverk, sig­ur Hans Pauli Strøm, og vísir á, at teir stóru brúkararnir av sjúkr­a­ húsverkinum ikki kunnu gera sær dælt av nýggja tilboðnum. - Teir stóru brúkararnir av sjúkrahúsverkinum í dag, eru tey gomlu, tey, sum eru varandi sjúk ella verða varandi sjúk og fólk, sum bera brek, og í hini skipanini hava tey eitt lágt tryggingarvirði. - Okkara sjúkrahúsverk er eitt tilboð fyri øll, staðfestir Hans Pauli Strøm. Hans Pauli Strøm sigur eisini, at tað vísir seg, at privatsjúkrahúsini oft­a­ni eru dýrari at reka enn tey almennu, og at fleiri pengar verða brúkt­ir til bureaukrati og papp­ írsarbeiði á privatu sjúkr­a­ húsunum, og nevnir USA sum dømi. - USA og Norðanlond vera mett at hava nøk­ u­lunda sama sjúkr­a­ hús­støði, men í USA brúk­ar tey 14 pro­sent at bruttutjóðarúrtøk­uni til sjúkrahúsini, með­an tað í Norðan­londu­m verða nýtt 8 prosent av brut­­t­ o­tjóðarúrtøkuni til sjúkr­ ahús, sigur Hans Pauli Strøm og greiðir víðari frá, at orsøkin til tað er hon, at tað almenna sjúkrahúsverkið er meiri effektivt. Hans Pauli Strøm held­ ur annars ikki nógv um, at Trygd velur at koma við teirra tilboði júst nú, með­ an sjúkrahúsverki er fyri so hvøssum atfinningum. - Eg eri rættiliga skelk­ aður av, at tey velja at koma við tilboðnum júst nú, og eg haldi tað vera rættiliga smakkleyst av teimum. Tey áttu at kent sær hógv og bíða, nú støðan er sum hon er og sjúkrahúsið er fyri so hørðum atfinningum. Eisini sjálvt um teir hava ætlað hetta longi, men tað er so teirra væl, ásannar landsstýrismaðurin. Hans Pauli Strøm sig­ur annars, at batar til sjúkr­a­ húsverkið eru í væntu. - Vit eru byrjaði at út­byggja og lyfta okkara sjúkrahúsverk, soleiðis at vit fáa tað fram í fremstu røð. - Tørvurin á serlæknum hevur longi verið ein trup­ul­leiki, men vit eru so farin undir at útvega fleiri serlæknar so hesin tørvurin minkar, sigur Hans Pauli Strøm og vísir til fíggjarlógaruppskotið, sum tað verður arbeitt við í løtuni, har arbeitt verður fyri at gera pláss fyri ein­ um krabbameinslækna og einum neurologi, sum tað hevur verið rópt eftir í langa tíð. - Eisini verður ar­beitt við at bøta um lækna­ tænastuna á hinum sjúkr­ a­húsunum, og í Suðuroy verður arbeitt við at fáa ein medisinskan lækna, sigur Hans Pauli Strøm og vísir eisini á fleiri bat­ ar, sum eru komnir og eru ávegis. Landsstýrismaðurin vís­ ir eisini á nógv verður gjørt fyri at hækka um tænastustøði. Hann nevn­ ir eitt nú arbeiði, ið gjørt verður fyri at skapa betri fysiskar karmar til Landssjúkrahúsið og sigur, at tær 105 mill­i­óni­ rnar, ið eru játtaðar til at nútímansgera Lands­sjúkr­ a­húsið frá 2006 til 2008, bara eru fyrsti partur av eini ætlan upp á 350 milliónir. Spurdur beinleiðis um, um hann sjálvur ætlar at tekna eina viðgerðartrygd hjá Trygd, er Hans Pauli Strøm avgjørdur í sínum svari. - Nei, tað síggi eg ong­a grund til, sigur landss­týr­ is­maðurin í almanna- og heilsumálum. Hans Pauli Strøm um sjúkratrygging: Smakkleyst at koma við tilboðnum nú