mikudagur 6. september 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 171 - 6. september 2006
tíðindi
– Vit fara ikki at geva
innflutningsloyvi til
nýggj skip at fiska
háv, hóast hávur
næstan ikki verður
fiskaður, sigur Bjørn
Kalsø
Fiskatilfeingi
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Vit fara ikki at geva inn
flutningsloyvi til fleiri skip
at fiska háv.
Tað staðfestir Bjørn Kalsø,
landsstýrismaður.
Hann fer tí ikki at ganga
ynskinum frá Egil Olsen
á møti í aðrari grein her á
síðuni, har hann mælir pol
itikarunum til at bera so í
bandi, at tað hávurin verður
gagnnýttur meiri.
Bjørn Kalsø sigur, at tað
er onki, sum forðar fyri, at
hávurin verður troyttur.
– Línuskipini, sum eru
í flotanum, kunnu fiska
háv. At tey so at kalla ikki
troyta hendan møguleikan
er ein annar spurningur,
men tað má uttan iva vera
tí at tað ikki loysir seg,
sigur landsstýrismaðurin í
fiskivinnumálum.
Hann staðfestir tí, at inn
flutningsloyvi verða ikki giv
in til fleiri skip, sum skulu
fiska háv burturav, hóast
umsóknir eru um tað.
– Tað verður ofta funnist at
politiska myndugleikanum
fyri at veiðitrýstið er ov
stórt . Tì fara vit ikki at geva
innflutningsloyvi til fleiri
skip at fiska háv burturav,
tí tá er altíð vandi fyri at
koma undir trýst seinni at
geva hesum skipum kvotur
av botnfiski afturat, skuldi
tað víst seg, at hávafiskurin
ikki gekk sum ætlað.
- Tað kann í síðsta enda
føra við sær, at hóast vit geva
innflutningsloyvi til eitt skip
at fiska háv burturav, kann
tað enda við, at hetta sama
skipið ikki verður ørðvísi enn
eitt vanligt línuskip og so er
veiðiorkan vaksin enn meir.
Og tær dyrnar vilja hann
ikki gloppa
– Tí hava vit heldur lagt
upp til, at tey skip, sum
longu eru í flotanum, kunnu
royna eftir hávi ávísar tíðir.
Vit hava enntá gjørt eina
kunngerð, sum sigur, at
skip kunnu fáa fiskidagar
afturfyri at royna eftir hávi
og avreiða livrina.
Men hendan møguleikan
hevur ongin bátur roynt enn.
Tí er tað ikki rætt, at vit
forða fyri, at fiskiskapur kann
taka seg upp eftir hávi.
– Vit geva ikki bara inn
flutningsloyvi til fleiri skip,
tí vit hava nóg mikið av ski
pum, sum er. Bjørn Kalsø
leggur afurat, at á hesum øki
er neyðugt at verða støðu
fastur, tí flotin er nóg stórur
sum er.
Annars sigur hann, at
hann heldur at tað er skeivt
at áleggja skipum og bátum
at taka livur.
– Nú hava vit roynt at eggja
teimum til at taka livur við at
geva teimum eykafiskidagar
afturfyri.
Hann sigur, at enn er so
stutt fráliðið, at hann veit
ikki um tað ber til at fella
endaligan dóm yvir tað skip
anina.
Men tað er rætt, at tað vísir
seg, at teir bátar, sum hava
nokk av døgum, eru trekari
at taka livur.
Men vísir tað seg í longd
ini, at skipini ikki taka livur
og stór virði fara fyri skeyti,
vísir hann ikki tankanum frá
sær beinleiðis at áleggja skip
unum at taka livrina, men tað
verður ikki við tað fyrsta.
– Besta motivatiónin
er kortini at lata so góðan
prís, at tað loysir seg at taka
livur. Og nú vilja vit royna
hesa skipanina í verki fyrst,
áðrenn vit taka onnur stig,
sigur Bjørn Kalsø.
Virði fyri millióna
upphæddir fara
fyri skeyti, tí at
vit ikki fiska háv,
sigur Egil Olsen á
Livravirkinum á Eiði
Fiskatilfeingi
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Politikararnar eiga nú at fara
í arbeiðshandskarnar og gera
tað, sum er neyðugt, fyri at
gongd á beinleiðis fiskiskap
eftir hávi.
Tað heldur Egil Olsen, stjóri
í Faroe Marine Biotech.
Hann sigur, at av tí at vit
ikki fiska háv, fara virði fyri
milliónir fyri skeyti.
Og hann heldur tískil,
at tað er óskiljandi, at pol
itikararnir ikki gera nakað
við hetta.
Tórbjørn Jacobsen og
Heidi Petersen úr tjóðveld
isflokkinum hava lagt upp
skot fyri Løgtingið um at skip
og bátar skulu hava skyldu
til at taka livur og tað er
hetta, sum gevur Egil Olsen
høvi til at siga sína hugsan
um málið, og tað hevur hann
gjørt fyri vinnunevndini hjá
løgtinginum.
Í blaðnum í gjár vísti Egil
Olsen á, at hann tók undir
við, at skip og bátar fingu
skyldu at taka livur og hann
mælti til, at tey, sum ikki
gjørdu tað, skuldu missa
fiskidagar.
Men hann heldur eisini,
at vit eiga at gera, tað, vit
kunnu, fyri at fáa gagnnýtt
okkara fiskatilfeingi til fuln
ar og í hesum sambandi
fýlist hann á, at politiski
myndurgleikin onki ger fyri
at fáa gongd á fiskiskapin
eftir hávi.
Hann sigur, at bæði í fjør
og í ár hevur vinnunevndin
hjá Løgtinginum mælt
Landsstýrismanninum í
fiskivinnumálum til at fáa
í gongd veruligan fiskiskap
eftir hávi.
– Higartil hevur einki
úrslit spurst burturúr, sjálvt
um fleiri umsóknir liggja í
FIskimálaráðnum um loyvi
til at fara undir beinleiðis
fiskiskap eftir hávi.
Hann sigur, at Fiski
málaráðið førir fram, at lógin
forðar fyri hesum, men at tað
hinvegin onki er í vegin fyri,
at línuskipini fiska háv.
– Táið politiski viljin er at
fáa í gongd veiðu eftir hávi,
skuldi tað verið sjálvsagt
at gjørt tær neyðugu lógar
broytingarnar, sum tóku forð
ingarnar burtur, sigur Egil
Olsen.
Hann evur ikki nógv fyri
grundgevingina hjá Fiski
málaráðnum um, at línu
skipini kunnu fiska háv.
– Veruleikin er at einki
línuskip hevur verið á bein
leiðis hávaveiðu í eini tíggju
ár og tað er ein veruleiki, vit
mugu fyrihalda okkum til,
sigur stjórin í Faroe Marine
Biotech.
– At flyta veiðiorku frá
troyttum stovnum til fiski
skap eftir hávi, sum als
ikki er troyttur, átti at verið
skilagóður politikkur. Eitt
skip í beinleiðis veiði eftir
hávi og sum fiskar 1500 tons
um árið, hevði kunnað avreitt
eini 4-500 tons av livur fyri
einar fýra milliónir krónur.
Harumframt kemur virðið á
sjálvum hávinum.
– Tað er tí óskiljandi, at
einki verður gjørt við hetta
politiskt, sigur Egil Olsen.
– Vit fara tí staðiliga at heita
á politiska myndugleikan at
fara í arbeiðshandskarnar
og gera tað, sum er neyðugt
fyri at fáa gongd á beinleiðis
fiskiskap eftir hávi, leggur
hann afturat.
Vil hava politikararnar at fara í arbeiðshandskarnar
– Tað er óskiljandi, at politikararnir ikki gera nakað fyri, at vit kunnu fara undir beinleiðis veiði
eftir hávi, heldur Egil Olsen
Í fjør tók livravirkið
á Eiði ímóti 366
tonsum og í ár er
gongdin tann sama,
sigur Egil Olsen,
stjóri. Hann mælir
til at vit fara undir
eina skipan, so at
tað ber til at avreiða
fiskin ókruvdan
Fiskatilfeingi
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Í fjør tók livravirkið á Eiði
ímóti 366 tonsum. Størra
nøgdin kom í tíðarskeiðnum
oktober til desember, men
tað er tí, at tað er mest
livur í fiskinum er mest í
hesum tíðarskeiðnum. Har
umframt høvdu djúpvatns
trolarnir góðan fiskiskap
eftir toski og har var so
at siga øll livurin tikin,
burtursæð frá trolarunum
Roc Amadour, Sancy og
Vesturvarða.
Tað hevur Egil Olsen,
stjóri á livravirkinum upp
lýst fyri vinnunevndini hjá
Løgtinginum, nú spurning
urin er til viðgerðar um at
skip og bátar skulu hava
skyldu til at taka livur og
rogn.
Av rávørunøgdini í 2005
stóðu djúpvatnstrolarnir
fyri 85%, partrolarnir,Ves
tmenningur og Fram fyri
10%, garnabátar stóðu fyri
4% og aðrir fyri 1%.
Av partrolarunum hevur
Vestmenningur skarað fram
úr og eigur meiri enn 70%
av livranøgdini í hesum
bólki. Eftir okkara tykki
er orsøkin tann, at hug
burðurin er positivur og her
hava menn tikið livur frá
upsa sum er hondkruvdur.
Fyrstu seks mánaðirnar
í ár hevur virkið tikið
ímóti 178 tonsum av livur.
Myndin í 2006 er nøku
lunda tann sama, burtur
sæð frá at trolbátar eru
komnir við meira livur
(15%). Tann lutfallsliga
økingin hjá trolbátunum
hevur minkað um partin
hjá djúpvatnstrolarunum
við 5% og við 10% hjá par
trolarunum.
Styrkja grundarlagið
Annars hava tey á livra
virkinum á Eiði arbeitt
miðvíst fyri at betra fíggj
arliga grundarlagið undir
virkinum.
– Ì hesum sambandi eru
vit farin undir at bræða lýsi
burturúr innvølum av sílum.
Vit keypa sílainnvølir frá
sláturvirkjum og bræða hetta
til sílalýsi til útflutnings,
sigur Egil Olsen.
Hann vísir á, at slátur
virkini hava verið noydd at
gjalda fyri at sleppa av við
sílannvølirnar, men nú fáa
tey ein prís fyri innølirnar,
sum sum tilsamans merkir
ein positivan mun uppá
umleið eina krónu.
Hann sigur, at skal eitt
virki sum Faroe Marine
Biotech, yvirliga, er sílalýsi
eitt gott ískoyti.
Annas heldur hann, at
skipanin við at taka innvøl
úr sílum, átti at verið eitt
gott hugskot fyri eisini at
avreitt ókruvdan fisk so
at hann ístaðin kann verða
kruvdur á landi.
– Í Íslandi verða yvir
100.000 tons av fiski
avreiddur ókruvdur. Hetta
skapar meiri virksemi, lætt
ir um arbeiðið umborð,
umframt at virkir kunna
fáa meirvirði burturúr inn
vølunum.
– Tí vildi tað verið sam
felagsbúskaparliga skila
gott at stuðla eini verk
ætlan.
Royna at styrkja
fíggjarliga
grundarlagið
Samfelagsbúskaparliga vildi
tað verið skilagott at stuðla
eini verkætlan, sum hevði
til endamáls, at skip og
bátar kundu avreitt fiskin
ókruvdan, sigur Egil Olsen
Bjørn Kalsø vil ikki gloppa dyrnar
Geva vit innflutningsloyvi til skip at fiska háv, er skjótt at koma
undir trýst fyri at geva skipunum kvotu av botnfiski eisini og
tær dyrnar vil Bjørn Kalsø ikki gloppa. Hann sigur, at skipini,
sum eru, kunnu fiska háv, er áhugi fyri tí