mikudagur 6. september 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 171 - 6. september 2006
7
tíðindi
Fyrsti nýbygningur á Skipasmiðjuni á Skála í 17 ár:
Byrja at smíða um tríggjar vikur
Á Skipasmiðjuni á Skála
hava tey úr at gera í hesum
døgum. Tey gera klárt til at
kunna byggja fyrsta skipið
á Skála í 17 ár.
Tað var mánadagin 17.
juli í ár, at Thor kunngjørdi
stóra byggisáttmálan teir
høvdu gjørt, um at lata tað
stívliga 55 metrar langa og
12,5 metur breiða skipið
byggja í Føroyum.
Í løtuni rigga tey høllina
til og har er eitt sindur at
tríva í. Høllin skal ruddast
og hampast, og í heila tikið
gerast klár til at brúkast.
Dánjal Andreasen er
leiðari á Skipasmiðjuni á
Skála og hann fortelur, at á
skipasmiðjuni eru fólk
spent upp á at fara undir at
byggja.
– Hetta er ein sólskins
søga hjá okkum, og fólk
eru ótrúliga spent eftir at
sleppa at byggja nýggja
skipið, sigur Dánjal And
reasen.
Póllendingar sveisa
skrokkin í oktober
Næsta stigið verður síðani
at fáa alla útgerð til vega,
og har er eitt sindur av
amboðum, sum skulu fáast
til taks.
Í aðru viku kemur stálið
heim og skal skerast til.
Tað verður gjørt eftir tekn
ingum, sum eru teknaðar í
Póllandi og í Havn.
Samstarvsavtala er fing
in í lag við ein pólskan
undirveitara, og tað eru
eisini póllendingar, sum
skulu gera skrokkin til
skipið á Skipasmiðjuni á
Skála.
Hetta er ein serlig avtala
tey hava gjørt, men sam
stundis eisini ein neyðug
avtala, tí stálskipasmíð er
ikki til longur á okkara
leiðum.
Tí er tað, at eini 25-60
póllendingar koma higar til
landið í oktober mánaði at
gera skrokkin, meðan teir
byrja at strekkja kjølin
longu um tríggjar vikur.
Mett verður, at arbeiði til
einar 100 føroyingar verður
annars, og kemur hetta at
umfata
installatión
og
annað arbeiði.
Skipið sum Thor nú letur
byggja á Skála skipasmiðju
kemur ætlandi at kosta 75
milliónir krónur. Tá byggi
sáttmálin var undirskriv
aður í juli ásannaðu tey hjá
Thor, at tað ivaleyst hevði
verið bíligari at bygt skipið
í til dømis Kina ella Spania,
men tá segði forstjórin,
Hans Andreas Joensen, at
tað er teirra meting, at tað í
síðsta enda fer at loysa seg
at byggja her á landi, tí tá
kunnu teir vera vísir í at
fáa tí røttu, skræddara
seymaðu loysnina.
Um tríggjar vikur
byrja tey á Skipa
smiðjuni á Skála at
smíða nýggja skipið
hjá P/f Thor í Hósvík.
Í aðru viku kemur
stálið heim, og í okto
ber koma pólendingar
higar at sveisa
skrokkin
SKIPASMÍÐ
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Í morgun klokkan átta
fingu øll starvsfólkini hjá
Færøernes
Kommando
handaðan ein brævbjálva. Í
brævbjálvanum var eitt ark,
har tey kundu lesa, at tey
annaðhvørt vóru uppsøgd
ella sleppa at halda á fram í
arbeiðinum í Mjørkadali.
Dagliga starvast 74 fólk
har, men í dag fingu 50
teirra at vita, at tað framyvir
ikki verður brúk fyri
teimum í Mjørkadali.
Ein minking í uppgávunum
er beinleiðis orsøkin til, at
Færøernes Kommando í
dag má biðja so nógvum
starvsfólkum farvæl. Tað
merkir tó ikki, at tey frá í
morgin eru arbeiðsleys, tí
tað verður ikki fyrr enn 1.
juli næsta ár, at øll tey
uppsøgdu
starvsfólkini
endaliga mugu siga farvæl.
Í løtuni verður so arbeitt
við, at flyta hesar til aðrar
uppgávur hjá donsku verj
uni, samstundis sum virk
semið verður lagt um so
leiðis, at tey 24 sum eftir
eru megna uppgávuna.
Størsta broytingin hjá Fær
øernes Kommando verður,
at um ársskiftið verður
radarin á Sornfelli niður
lagdur, og tað verður farið
undir eina nýggja skipan
við teimum 24, ið eftir eru.
Tann skipanin byrjar 1.
januar 2008.
Í løtuni arbeiða tey við at rudda høllina, soleiðis at arbeiða at smíða skipið kann byrja um tríggjar vikur. Dánjal Andreasen sigur, at á skipasmiðjuni eru tey
ógvuliga spent eftir at byrja
Mynd Jens Kr. Vang
Í dag fingu onki minni
enn fimti fólk, sum
dagliga starvast hjá
Færøernes Komman
do í Mjørkadali at
vita, at tað framyvir
ikki verður brúk fyri
teimum har. Av 74
fólkum verða bara 24
fólk eftir
UPPSAGNIR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Hópuppsøgn hjá Færøernes Kommando:
50 fólk uppsøgd í Mjørkadali