Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. september 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 171 - 6. september 2006 tíðindi Matvøruhandilin PE hevur fingið nýggjan leiðara. Talan er um einans 17 ára gamla Bjørgfinn Heinesen úr Gøtu. At seta ein so ungan leiðara í starv kann tykjast løgið hjá summum, men sambært starvsfeløgunum er hann sera væl egnaður til starvið BLAÐUNGUR LEIÐARI Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo myndir: Jens Kristian Wang Bjørgfinnur hevur lært í tvey ár hjá PW í Gøtu. Hann byrjaðu at læra 1. september í 2004. Petur Eirik Djurhuus er lærumeistari hjá honum. Bjørgfinnur hevur enn tvey ár eftir, áðrenn hann verður útlærdur. Tey síðstu tvey árini verður hann so leiðari í handlinum á Skála. Petur Eirik Djurhuus eigur handilin saman við Hans Jørgen Djurhuus. Hesir báð­ir hava allarhelst stórt álit á unga gøtumanninum, tá ið teir seta hann í slíkt týdningarmikið starv. Bjørgfinnur er júst komin aftur úr Ísrael, har ið hann var við einum toymi hjá Heimamissiónini. Heim­ afturkomin byrjaði hann í nýggja starvinum. – Eg haldi, at tað hevur gingið væl higartil. Men eg havi einans verið í starv­in­ um í ein mánað, sigur Bjørg­ finnur. Áðrenn hann fór til Ísraels, arbeiddi hann í PE í Havn, har ið hann skuldi fyrireika seg til leiðarastarvið á Skála. Har fekk hann góðar royndir, og hann sá, hvussu tað er at vera leiðari. – Útbúgvingin gongur fram ímóti, at tú kanst vera leið­ari, so tað er gott, at eg longu nú eri settur í starv sum leiðari, tí at so fái eg góðar royndir. – Eg rokni við, at síðstu tvey árini í læru verða huga­ligari, tí at eg havi fing­ið meira ábyrgd, og starv­ið er spennandi, sigur Bjørgfinnur. Roknaði við at gerast maskinmeistari Bjørgfinnur er næstyngst av sjey systkjum. Hin­ir beiggjarnir er allir hand­ verkarar ella maskin­meist­ar­ ar, og tað hevði Bjørgfinnur eisini væntað skuldi gerast hansara yrki. – Eg roknaði við, at eg fór at læra til maskinmeistara. Ikki endiliga tí, at eg tímdi tað so væl, men heldur fyri at fylgja í fótasporunum á beiggjunum. Tá ið eg byrjaði at arbeiða hjá PW, var eg heilt ungur, og eg byrjaði við skilja fløskur. Tað var ikki so hugaligt, men við tíðini fekk eg aðrar uppgávur, og tá ið eg var liðugur í 9. flokki, spurdi Petur Eirik meg, um eg kom at læra. Eg hugsaði leingi um tað, og eg valdi at fara í læru. Bjørgfinnur byrjaði longu eftir 9. flokk at læra, tá ið hann einans var 15 ár. Hann tekur FHS yvir trý ár, meðan hann lærir. Leiðarin yngstur á arbeiðsplássinum Bjørgfinnur viðurkennir, at tað kendist eitt sindur løgið at byrja sum leiðari á so ungum aldri. – Serliga áðrenn eg byrjaði í starvinum, hugsaði eg eitt sindur um tað, men øll hava tikið væl ímóti mær, og tað hevur gingið væl, sigur hann. Tá ið Bjørgfinnur byrjaði sum leiðari, var hann yngst­ ur av starvsfólkunum í handl­ in­um. – Tað mátti eg gera okk­ urt við, so nú hava vit sett ein fløskudrong, sum er yngri enn eg. So nú eri eg næstyngst, sigur Bjørgfinnur flennandi. Leiðari við ætlanum Tú kanst kanska hugsað, at ein so ungur leiðari ikki torir at taka stórar avgerðir, og einans letur handilin koyra í tí gamla sporinum, men soleiðis er ikki hjá Bjørg­ finni: – Vit umskipa alt lagrið beint nú. Veggirnir skulu málast, og ymiskt annað skal eisini gerast. Eg havi eisini gingið runt í handlinum og lagt onkra vøru umaftur. Vit leggja dent á at hava ein reinan handil, har ið fólk fáa tað, tey hava brúk fyri til ein rímiligan prís. Eisini vilja vit leggja dent á góða service og at hava fitt, blíð starvsfólk, so at øll kunnu kenna seg væl, sum koma inn her. So fari eg eisini at royna at fáa tølini betur. Tað er stór kapping við handilin á Strondum og handlarnar hinumegin fjørðin. Vit fáa ikki keypt so nógv inn, sum til dømis Bónus, men vit royna at hava ein rímiligan prís, sigur Bjørgfinnur. Hann letur væl at nýggju starvsfeløgunum hjá sær. – Starvsfólkini í handlinum eru røsk, og tey eru sera fitt. Tey hava tikið væl ímóti mær, og tað ger eisini mína uppgávu lættari. Arbeiðsuppgávurnar hjá Bjørgfinni umfata alt tað vanliga hjá einum leiðara. Tó verður alt bókhaldi gjørt í Havn. Annars rekur hann handilin við fríum teymum. – Eg keypi inn og havi ábyrgd av, at alt gongur væl. Men um vit skulu gera onkra stóra íløgu, spyrji eg sjálvandi Petur Eirik fyrst. Tað er eisini gott at hava ein lærumeistara, sum eg kann spyrja. 17 ára gamal handil Bjørgfinnur samstarvar væl við hini starvsfólkini. Á myndini eru øll, sum vóru til arbeiðis, tá ið Sosialurin kom framvið. Maria Eiriksdóttir, sum sitir longst til høgru letur sera væl at Bjørgfinni. – Hann er sera búgvin, sigur hon. Elsa, sum sitir við hin kassan, er eisini væl nøgd við nýggja leiðaran. – Hann er sera ordiligur, sigur hon