Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. september 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 171 - 6. september 2006 9 tíðindi lsleiðari – Ein vanligan morgun byrji eg við at fara inn á kontórið aftanfyri handilin og geri ymiskt har. Nógv tíð verður nýtt til at tosa í telefon. Telefonin kimar eitt sindur meira, síðani eg eri vorðin leiðari. Men eg eri eisini úti í handlinum og siti við kassan. Mær dámar væl at koma í samband við kundarnar, sigur Bjørgfinnur. Virkin í Kelduni Bjørgfinnur kennir seg ikki fremmandan, sjálvt um hann er vorðin leiðari í einum handli, sum ikki er í hansara heimbygd. – Eg kenni nógvar av kundunum, tí at eg eri hálvur strandingur. Summi kenni eg eisini frá Kelduni, har ið eg gangi. Tí kenni eg meg ikki heilt fremmandan. Sum sagt var Bjørgfinnur í Ísrael við einum toymi í summar. Hann er annars sera virkin í kristiligum arbeiði. – Eg geri ikki nakran ítrótt. Ein stóran part av mín­ari frítíð nýti eg inni í Keld­uni í Skálafirði, har ið eg gangi. Bjørgfinnur hevur ætlanir um at fara á bíbliuskúla, tá ið hann verður útlærdur. – Eg kundi hugsað mær at farið á DTS, sum er ein bíbliuskúli, sum YWAM skip­ar fyri. YWAM hevur bíbliuskúlar um allan heim, men eg veit ikki heilt, hvar ið eg skal fara. Systir mín hevur verið á einum bíbliuskúla á Hawaii, so kanska eg fari har ella kanska Avstralia, sigur Bjørgfinnur. Dreym um egnan handil Longur fram í tíðina hevur Bjørgfinnur ikki lagt nakrar ítøkiligar ætlanir. Tað er tó sannlíkt, at hann verður ver­ andi í handilsverðini. – Eg fái at síggja, hvat eg geri. Nú læri eg innan ketuna hjá PE, og eri vorðin góður við navnið, so tað kann henda, at eg haldi fram her. Men eg havi ein dreym um at opna egnan handil einaferð í framtíðini. Við hesum starvinum fái eg nakrar royndir, og eg gerist helst eisini klókari uppá, hvat eg vil, sigur dámligi gøtumaðurin at enda. Maria Eiriksdóttir er ein teimum, sum hevur arbeitt longi í handlinum á Skála. Hon arbeiddi eisini í handlinum, áðrenn hann var keyptur av handilsketuni PE. Maria letur væl at nýggja leiðaranum. – Hann dugir sera væl, og hann er blíður og fyrikomandi. Hann hevur broytt nógv í handlinum, og hann er raskur. Maria heldur ikki, at tað er løgið at hava ein leiðari yvir sær, sum er nógv yngri enn hon. – Hann er so búgvin og ordiligur, so vit hugsa als ikki um tað, sigur Maria. Dóttir Mariu, Elsa Jógvans­dóttir, arbeiðir eisini í handlinum. Hon er eisini sera væl nøgd við nýggja leiðaran. – Eg má viðganga, at tað var løgið at hugsa sær til at skula fáa ein yngri leiðara. Men nú hann er byrjaður, er tað als ikki løgið. Hann er sera ordiligur og gongur høgt uppí at hava alt ruddiligt. Hann hevur endavent lagrinum, tí at hann vil hava betur skil á. Hann klárar seg sera væl, sigur Elsa. Bjørgfinnur fylir 18 ár tann 12. november. Inntil tá má hann taka bussin til arbeiðis. Bjørgfinnur tekur koyrikort nú. Hann hevur júst verið til skrivliga próvtøku til koyrikort í morgun. Sosialurin fekk orðið á hann beint áðrenn blaðið fór avstað. – Eg kláraði tað! Eg fekk tríggjar feilir. Hetta var veldugt, segði Bjørgfinnur í telefonini beint eftir próvtøkuna Vanliga arbeiðir hann frá 8-16 ella 8-18 alt eftir, hvussu bussurin koyrir. Hann vónar tó at fáa koyrikort sum skjótast, so at hann fær møguleika at koyra til arbeiðis. Hann má tó bíða í tolni til tann 12. november, tá ið hann í fyrsta lagi sleppur upp í koyring. Koyrir við bussi til arbeiðis Starvsfólkini: – Bjørgfinnur er raskur og búgvin Navn: Bjørgfinnur Heinesen Foreldur: Sólfríð og Ingolf Heinesen Systkin: Eigur sjey systkin. Bjørgfinnur er næstyngst Frítíð: Brúkar nógva tíð í samkomuni “Keldan” Bestu filmar: Allir við Jim Carrey Yndismatur: Alt kjøt frá PE við sós Yndisbók: Lesur einans í Bíbliuni FAKTA 17 ára gamli Bjørgfinnur byrjaði í leiðarastarvið í PE handlinum á Skála tann 7. august. – Tað hevur gingið væl higartil, sigur hann. - Vit leggja dent á at hava ein reinan handil, har ið fólk fáa tað, tey hava brúk fyri til ein rímiligan prís. Eisini vilja vit leggja dent á góða service og at hava fitt, blíð starvsfólk, so at øll kunnu kenna seg væl, sum koma inn her, sigur ungi leiðarin við teimum stóru ætlanunum Bjørgfinnur hevur í morgun staðið teoretisku royndina til koyrikortið