mikudagur 6. september 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 171 - 6. september 2006
Meðan bíðað verður
Nógvar eru gitingarnar, nú borað verður á land
grunninum. Eftir at tað kom fram, at tað hevði
gingið væl betri at bora gjøgnum basalt, enn
mett varð frammanundan, hevur tað valdað
tøgn um boringina. Hetta er ikki so løgið, tí
talan er um eina ”tight-hole” boring tvs. at
ítøkiligir upplýsingar koma ikki út fyrr enn
eftir boring.
Sum sagt hevur tøgn valdað í skjótt tvær vikur,
eftir at landss týrismaðurin í oljumálum eftir
vitjan úti á pallinum úttalaði seg, at tað gekk
væl at bora gjøgnum basaltið. Hvuss u tøgnin
skal tulkast kunnu vit hvør sær so bara gera
okkara metingar um. Møguliga eru jarðfrøð-
iligu viðurskiftini tess longur niður borurin
kemur øðrvísi enn tey serfrøðingarnar mettu
um frammanundan. Møguliga er basaltið tjúkri
osfr. Hetta nýtist ikki at vera negativt.
Men tað er so ikki bara í undirgrundini, at
tingini henda. Í næstu viku verður ráðstevna
í Havn við luttøku av upp til 200 oljufólkum,
granskarum og serfrøðingum oø. við tilknýti
til oljuleiting. Tað er Jarðfeingi, ið skipar
fyri ráðstevnuni. Høvuðsevnið er oljuleiting
við Føroyar og verða har nógvir áhugaverdir
fyrilestrar, eitt nú um komandi oljuboringar
á Williamøkinum og á Anne Marieøkinum á
landgrunninum. Og sum nakað nýtt verður
høvi at fáa innlit í stóra oljufundið hinumegin
markið, Rosebank. Nettupp í hesum døgum
er stórur áhugi fyri hesum fundinum, tí borast
skulu tríggir avmarkingarbrunnar. Tann bor
ingin er eitt sindur seinkað men byrjar í okt
ober.
Samanumtikið kann sigast, at tað hendir nógv
á oljuøkinum um okkara leiðir. At tað hevur
eydnast Jarðfeingi at fáa so nógvar útlend
ingar henda vegin júst í eini tíð, har tað fer
fram spennandi boring á landgrunninum, er
ábending um, at áhugi er fyri Føroyum sum
framtíðar oljuøki. So spenningurin er stórur
bæði úti og heima. Kanning, sum Gallup
hevur gjørt fyri Vikublaðið, vísir, at 56% av
føroyingum vænta, at vit finna olju innan 10
ár í mongdum, ið loysa seg at framleiða. Nú
fáa vit so at síggja. Eingin orsøk til panikk av
nøkrum slag – lat okkum eygleiða alt hetta við
varnum bjartskygni.
Sosialurin
So-
sialurin
Stovnaður:
1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
SAMBAND
eirikur lindenskov
post@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he-
vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
– Nei, harra HSF-
formaður. Okkum
tørvar ikki bara
pengar, pengar,
pengar, men
fólk, stevnumið,
samanhald og
dirvi, sigur Kári M.
Mortensen
Tað var rættiliga hugstoytt at
síggja og hoyra formannin
í HSF (fráfarandi gamaní)
við hevjaðum peikifingri
fortelja øllum óvitandi
fólki, at arbeiðið í HSF
snýr seg um pengar, pengar
og aftur pengar.
Sum formaður eigur hann
at kenna søguna hjá HSF
longur aftur enn seinastu 6
árini, sum hava verið enn
ein oyðimarkargongd hjá
føroyskum landsliðshond
bólti.
Tíðarskeiðið 1994
– 2000 glógvaði
Tað gjørdi tað, tí hugað
og málrættað fólk tóku seg
saman at skipa landsliðsar
beiðið frá grundini av.
Stevnumiðið var stutt
sagt – onki A-landslið uttan
ungdómslandslið – somu
umstøður fyri kvinnur og
menn.
Fyrst 90’unum var HSF
so illa fyri fíggjarliga sum
ongantíð áður. Landið var
hartil í fíggjarligari kreppu
og ongir veddingarpengar
vóru til at taka.
Hóast tað eydnaðist tað
HSF at byggja landsliðspro
grammið eftir ætlan.
Heili 6 landslið í
altjóðakappingum
Hetta arbeiðið kom í hædd
ina
í
kappingarárinum
2000/2001, tá ið heili 6
landslið hjá kvinnum og
monnum luttóku í officiell
um europeiskum og altjóða
kappingum. Og fíggjarliga
megnaði HSF eisini upp
gávuna. Eitt bragd, sum
so løgið tað ljóðar longu
er horvið úr tilvitanini hjá
føroyskum hondbóltsfólki
– eisini formanni HSF.
Hví ikki líta á
egna megi?
Tað eru helst fleiri grundir
til, at alt datt á gólvið, og tað
uttan at hondbóltsfólk og
fjølmiðlar tyktust varnast
tað. Millum tær keðiligu
má eg nevna manglandi
trúgv á egna megi.
Tað bleiv sagt, at tey før
oysku landsliðini taptu ov
nógv og at ungdómslands
liðini fóru við ov nógvari
orku og pengum, sum
heldur skuldu brúkast til
A-landslið, og tá væl at
merkja manslandslið.
Ikki væntandi pengar,
men væntandi áræði
Tí skuldi annað skil koma
á. Nýggj fólk við nýggj
um visiónum komu til.
Tíðin hevur víst, at hóast
veddingarpengar, landskass
astuðul og aðrar inntøkur
upp á eini 700 -900 túsund
krónur um árið, er gingið
aftur á hond í stórum.
Tað er ikki væntandi
pengar, men í ólukkumát
væntandi ambitiónir sum
er høvuðsorsøkin til hesa
støðu.
Hví sikta eftir botn
inum á 5. división?
Í staðin fyri at berjast fyri
betri úrslitum, (her mugu vit
taka hattin av fyri FSF, sum
hóast javnt og samt at tapa
stórt ikki gevst á hondum
men heldur fast um sítt mið)
er HSF farið at leita við
lykt eftir mótstøðuliðum,
sum eru nóg ring til, at
vinnast kann á teimum við
summarferiulandsliðum.
Challenge Trophy er gand
aorðið. Her møta vit liðum,
sum vit við 100% viss u
vinna – úr londum, sum at
kalla ikki spæla hondbólt.
Okkara tíðindamenn og alt
”Føroya Fólk” kann fáast
upp á kók av brøgdum, sum
í roynd og veru eru sápu
bløðrur.
A-landsliðið hjá monnum
er ikki enn sloppið upp í part
í Challenge Trophy, hóast
HSF á sera pínligan hátt
hevur roynt at biðið Dan
mark og Ísland tala okkara
søk. Hesi hondbóltslond
vita nóg illa av nevndu kapp
ing, og kenna helst Føroyar
sum eitt hampuliga seriøst
hondbóltsland.
Hvar er pionerandin,
sum ráddi í 60’unum og
70’unum, tá ið okkara
undangongufólk skaffaðu
føroyingum sjálvstøðugan
limaskap í IHF og EHF?
HSF á skeivari leið
Tað boðar ikki frá góðum,
tá ið nýggi HSF formaðurin
sigur, at nú skal satsast
enn meiri uppá Challenge
Trophy. Hvat fær føroyskur
hondbóltur
burturúr
at
bjóða londum, sum eru
langt aftan fyri okkum, til
Føroyar at spæla?
Setið høg mál
Eg vil ráða HSF og for
manninum at venda aftur
til leistin frá 90’unum, sum
í grundini er einasti vegurin
at fara, um vit skulu vænta,
at ung fólk, sum taka sín
ítrótt í álvara, velja hond
bólt sum sína ítróttargrein.
Eins og fótbólturin og
flogbólturin skal sjálvsagt
eisini hondbólturin geva
ungdómsleikarum og A-
landsliðsleikarum støðugar
møguleikar at vera við á
altjóðapallinum, har vit
hoyra heima..
Tá ið tað bar til í
90’unum, so ber tað enn
betur til í dag.
Við hondbóltskvøðu
Okkum tørvar fólk, stevnumið,
samanhald og dirvi
Kári M.
Mortensen