mikudagur 6. september 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 171 - 6. september 2006
11
tíðindi
Stutt sagt
Í gomlum døgum var tað
ikki so hugaligt at vera tann,
sum kom við vánaligum tíð
indum til kongar og keisarar.
Tí boðberin gjørdist meira
enn so høvdið styttri, tá
ringu tíðindini vórðu borin
fram fyri tátíðarinnar mætu
monnum. Ikki sørt, at ein
situr við líknandi kenslu,
eftir at høvuðsinnihaldið í
einum skrivligum fyrispurn
ingi til landsstýrismannin
í heilsumálum varð latið
fjølmiðlunum fyri góðari
viku síðani. Bæði lands
stýrismaðurin og lækna
stjórin halda, at framferðin
er ófantalig, meðan lækn
arnar á Landssjúkrahúsi
num í almennum brævi til
mín tváa sínar hendur og
geva politisku skipanini
alla skyldina av syndarligu
støðuni, tí grundin til alt
ilt er vantandi játtan til
Landssjúkrahúsið. Eisini
hóttir landsstýrismaðurin
við, at undirritaði má bera
fram óreingilig prógv fyri
mínum útsøgnum, tí annars
má málið fáa avleiðingar
fyri meg. Hvørjar?? Sam
anlagt tykist hetta mær
alt ódámligt, tí tað sær ikki
út til, at ábyrgdarpersónar
hava veruligan vilja til at
taka í egnan barm fyri at
fáa skútuna aftur á beint.
Tá eg loyvi mær at seta fram
hvassorðaðan fyrispurning
um viðurskiftini á Lands
sjúkrahúsinum, so er hetta
sjálvandi ikki tikið úr
leysum lofti. Í longri tíð
havi eg umhugsað støðuna,
og tá ið tað støðugt og
framhaldandi verður borð
reitt við einari keðiligari
søgu fyri og aðrari eftir,
kann eg ikki longur tiga.
Tað er mín skylda sum fólk
avaldur politikkari at tala at,
tá borgarin ikki fær ta tæn
astu, sum er hansara rættur
og krav. Øll kunnu í ein
avmarkaðan mun góðtaka,
at menniskjalig mistøk
henda á Landssjúkrahúsi
num. Men tá ein fær sterkar
ábendingar um, at talan
ikki er um undantøk, men
heldur um afturvendani mis
tøk, er neyðugt at steðga
á og kanna viðurskiftini.
Og tað fer landsstýris
maðurin vónandi at gera,
um Løgtingið loyvir hon
um at svara mínum fyri
spurningum. Og vónandi
fara hansara kanningar at
finna fram til teir týðandi
veikleikar í skipanini, sum
eru orsøk til tær mangan
sváru mannalagnur, sum
ofta eru úrslitið av vantandi
ella skeivari viðgerð og við
ferð.
Mítt endamál er, at
Landssjúkrahúsið, sum er
ímyndin av føroysku væl
ferðarskipanini, kann lyft
ast upp á eitt støði, har
øll, sum koma til viðgerð,
fáa ta hjálp, sum yvirhøvur
er tøk innan sjúkraviðgerð.
Alt tos um, at álitið á Lands
sjúkrahúsið er fokið, tí
ein fyrispurningur kemur
til landsstýrismannin, er
uttanumtos. Landssjúkra
húsið er ikki eitt korthús,
sum raplar fyri minsta loti
num, men ein sterkur stovn
ur, har hægst útbúnu fólkini
í landinum starvast. Tí seta
vit sjálvsagt hægstu krøv til
stovnin.
Tíðindini alla seinastu
viku vísa, at neyðugt er at
varpa ljós á viðurskiftini
á
Landssjúkrahúsinum.
Eg fari ikki her at viðgera
málið í smálutum, tí tann
viðgerðin verður vónandi
á Løgtingi. Men fyri at
gera eina samanfataða við
merking til orðaskiftið í
fjølmiðlunum skal eg bert
heita á landsstýris-mannin,
læknastjóran og læknarnar
um at taka fyrispurningin
og atfinningarnar positivt
til viðgerðar. Tað nyttar ikki
hjá nøkrum at renna undan
ábyrgdini, tí hon fær okkum
altíð aftur. Um orkan verður
nýtt til at jarða tað, sum
undirritaði og onnur hava
borið fram, so skal nógv
orka nýtast. Nýtið heldur
orkuna til at gera upp við
teir trupulleikar, sum øll
vita, eru til staðar.
Løgtingsmaður
Bill
justinussen
Skjót boðberan
Eftur at hava lisið álitið frá
Løgtingsins umboðsmann
ið viðvíkjandi klæðuni frá
Starvsmannafelagnum um
Sands kommunu, eru tað
ávís ting í álitinum, ið eg havi
viðmerkingar til. Tað fyrsta
er aftursvarið frá Sands
kommunu til løgtingsins
umboðsmann um klæðuna
frá Starvsmannafelagnum.
Sands kommuna, t. v. s.
meirlutin í bygdaráðnum,
roynir í tí fyrsta aftursvar
inum at skúla løgtingsins
umboðsmann við millum
annað at biða hann leggja
málið frá sær. Hetta skriv
kemur beint aftur í høvd
ið á bygdaráðnum. Tað
sum síðan verður sent løg
tingsins
umboðsmanni
er undir alt lágmark. Tað
bræv, ið kommunan send
ir Løgtingsins umboðs
mannið, er so grovt, at eg
ivist stórliga í at meirlutin
í kommunustýrinum er
greiður yvir, hvat stendur
í hesum skrivi. Ein kann
spæla sær við tankan, at
borgarstjórin hevur leitt
bygdaráðið
bak
ljósið,
ella tað sum enn verri er,
Løgtingsins umboðsmann,
hetta er tó bara ein tanki.
Tað fyrsta, ið ein leggur
til merkis í hesum skrivi
er, at tað er skrivað út frá
einum persóni, og tað er
borgarstjóranum sjálvum.
Men trupulleikin er tann,
at hetta enn er tað sama
svar Løgtingsins umboðs
maður bíðar eftir, tí skilur
undirritaði hetta sum svar
frá meirlutanum í bygda
ráðnum. Í hesum skrivi
verður skrivarin lagdur
undir stuldur, skjala falsan
og mangt annað tílíkt. Um
bygdaráðið er vitandi um
tílík lógarbrot, er tað teirra
ábyrgd mótivegis skatt
gjaldarunum at hetta fær
fylgir.
Bygdaráðið fer so langt
sum at siga onki skil hava
verið á nøkrum kommunu
stýri undan teimum heilt aft
ur í 80’ini. Tílík uppáhald
eiga ikki at sleppa at standa
óátalað.
Løgtingsins umboðsmað
ur heldur ikki hann kann
taka dagar millum, hvør chik
anerar hvønn og dugir ikki
at síggja, at tað eru politisk
motivir, ið eru orsøkin til
uppsøgnina. Tó kann ein í
álitinum fáa dokumenterað,
at borgarstjórin hevur kall
að skrivaran til fundar, nú
teir hon stulaði politiskt
eru falnir. Hetta er beint
eftir seinasta kommunuval.
Um hetta ikki undirbyggir
páhaldni um chikanu, ja so
veit hesin ikki.
Borgarstjórin er so frek
ur, at hann í sínum sjálv
srósi hásetur seg sjálvan,
tí hann hevði sett seg í
samband við læknarnar í
oynni og biðið um at fáa
skrivararn upp í tíð. Dugir
hann ikki í síni fávisku at
síggja, hvussu stóran skaða
hann kundi gjørt skrivara
num við yvurhøvur at seta
seg ísamband við aðrar
arbeiðsgevarar hjá skrivara
num. Og hvat hann hevur
sagt um skrivaran, ja tað
kunnu vit bara gita um, tí
sambært aftursvarinum til
Løgtingsins umboðsmann,
hevur borgarstjórin onki
gott at bera skrivaranum.
Lítið er at ivast í, at
hetta sirkus hevur kostað
kommunukassanum nógv
ar krónur. Og eftir sita vit
skattgjaldarar og spyrja,
hvat vit hava fingið burt
urúr. At føra eitt “stríð”
móti einum ávísum borgara
átti ikki at verið ábyrgdin
hjá einum kommunustýri,
og als ikki ein byrða hjá
kommunukasssanum.
Stóð tað upp til mín, skuldu
hesir bygdaráðslimir sjálvir
sloppið at goldið gildið. At
eingin yvirhøvur reagerar
upp á hetta málið, er tað
sum eg havi torførast við at
skilja. Eingin myndugleiki
yvurhøvur hevur blandað
seg upp í hetta mál, uttan
tá teir eru bidnir. Alt ov fáir
borgarar hava givið sína
meining til kennar í hesum
máli, líka mikið hvønn veg
teir hella. Tað er kanska
torført hjá okkum meinigu
at fáa innlit í, hvat er gingið
fyri seg, og í mínari verð
er kommunan og alt har
umkring eitt lukkað land.
Eitt gott dømi er tann nýggja
og stásiliga heimasíðan
hjá Sands kommunu. Ikki
eitt orð stendur har um,
at kommunan hevur fingið
tvær átalur frá landsins
hægsta myndugleika, tó
kann man lesa á síðuni
um opinleika og gjøgnum
skygni. Luktar alt ov langt
av enn einum propaganda
amboð hjá kommununi.
Hevði verið eitt hugskot at
lagt fíggjarárið 2005 inn á
heimasíðuna, so ein kundi
sæð, hvat alt hetta hevur
kost að kommunukassanum.
Mær vitandi eru fíggjarárið
2005 og fíggjarætlan 2006
ongantíð blivnar lýstar at
liggja frammi á kommun
uskrivstovuni sum gamalt
var. Men sum við so nógv
um øðrum hjá hesum
kommunustýri, meta teir
helst, at tíðin er farin frá
at upplýsa, hvat pengar
borgarans verða nýttir til.
Prátaði við lógarkønan
mann nú ein av døgunum,
og vísti hann mær á, hvussu
álvarslig henda líkasæla
var, ið hann sum áskoðari
hevði lagt tilmerkis. Tí
at hava eina meining og
tora at siga hana, er ein av
hornasteinunum í einum og
hvørjum demokratiskum
samfelag. Eg fari at enda at
heita á allar borgarar og ikki
minst kommunustýrislimir,
um at fara inn á heimasíðu
Løgtingsins umboðsmann,
og lesa álitið. Tó fari eg at
ávara um vandan við at lesa
álitið alt ov seint á kvøldi, tí
møguleiki er fyri at ein ikki
svevur á nátt.
Opinleiki og gjøgnumskygni í Sands
kommunu Orrustan í klandurskotið
Sandi
Leif W. K.
Mortensen,
Ein Guðs maður segði
einaferð at honum dámdi
ikki at ræða fólk. Honum
líkaði betur at tosa um
kærleika.
Er hesin maður í tráð
við Bíbiuna?
Bíblian er kærleiksboð
skapurin frá Guði. Men
– hon talar sanniliga eis
ini álvarsamt, ræðandi
og ávarandi. Hvat nú?
Er tað skeivt at ávara
menniskju, at ein avgrund
er fyri framman, og at
best er at venda við?
Hetta er kærleikin frá
Guði, Jesus doyði ein
ræðuligan deyða. Hann
doyði í staðin fyri okk
um.
Vilt tú ikki taka ímóti
hesum Staðgangara tín
um, so mást tú doyggja
brádliga.
Í Lukas kap. 13 stend
ur, at eitt torn í Siloa
rapaði og drap 18 mans.
Jesus segði ikki, at teir
vóru syndarar framum
onnur. Nei – hann svar
aði teimum »Eg sigi
tykkum, men venda tit
ikki við, skulu tit allir
ganga til grundar á sama
hátt«.
Kæra menniskja, alt
hetta er sagt í kærleika.
Vakna og vend við og
tak við trúgv á Jesus.
Tað stendur víðari í
Lukas 13 v. 23 og 24., ein
segði við Hann (Jesus):
»Harri, munnu tað vera
fá, sum vera frelst«?
Tá segði hann við tey:
»Stríðist fyri at koma inn
um hitt tronga portrið. Tí
mong, sigi eg tykkum,
skulu royna at koma inn
og ikki kunna«. T.v.s. for
máa tað.
Tað dugir ikki, at
pakka tað inn.
Tað er tveir Harrar,
Guð ella Djevulin. Valið
er títt.
Søtsuppa ella
bótasuppa?
Jákup
vang
Stór NÓSA-tiltøk
um alt landið
So hevur NÓSI
aftur føðingardag,
og tey, sum tøma
NÓSA í Føroya
Banka, fáa atgongu
merki til spennandi
føðingardagin
nósi
Tíðindaskriv frá Føroya
Banka
Føðingardagurin verður
hildin kring landið í stór
um ítróttarhallum, og
nógv spennandi verður
á skránni. NÓSI heldur
føðingardag á hesum
støðum kl. 15.00:
Leygardagin 9. sept. í KÍ-
høllini
Sunnudagin 10 sept. í
høllini í Runavík
Leygardagin 16. sept. í
høllini í Vestmanna
Sunnudagin 17. sept. í
høllini á Giljanesi
Leygardagin 23. sept. í
høllini á Hálsi
Sunnudagin 24. sept. í
høllini í Trongisvági
Føðingardagurin byrjar
við, at hoppiborgarnir
verða tendraðar. Angela
bjóðar síðan vælkomin,
og Meyla og Knøttur
fara at undirhalda.
NÓSI og tveir lands
liðsleikarar verða við
á pallinum, og børnini
fara at kunna skjóta upp
á mál, meðan ein lands
liðsmálmaður roynir at
verja.
Børnini fáa eisini okk
urt spennandi at eta og
drekka, og skipað verður
fyri teknikapping. Ball
ónir verða eisini at fáa.
NÓSI gleðir seg til at
síggja nógv fólk í føð
ingardegi.