mikudagur 6. september 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 171 - 6. september 2006
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Í summar hevur
Kunningarstovan
á Sandi skipað
fyri sonevndum
Føroyakvøldum í
Dali, har bygdarfólkið
sýnir fram gamla
føroyska mentan
Mentan
Myndir: Ole Kristian Valle
Kunningarstovan á Sandi
hevur í summar skipað fyri
sonevndum Føroyakvøldum
í bygdarhúsinum Eiriksgarði
í Dali, har sýnd verður fram
gomul føroysk mentan.
Tað er Vilhelmina Larsen í
Dali, sum saman við bygda
fólkunum skipar fyri sjálvari
kvøldsetuni.
Endamálið við hesum
kvøldum er at sýna fram
- serliga fyri útlendskum
ferðafólkum – hvussu vit
livdu í Føroyum fyrr í tíðini.
Bygdarfólkið tillagar kvøld
seturnar til tey, ið koma.
Tey karða, nappa ull,
binda bul og mangt annað.
Meðan arbeitt verður, verður
sagt frá søgu, søgnum ella
ævintýrum og sungin verður
onkur miðaldarvísa ella
skjaldur.
Jóannes í Dali plagar at
spæla urgu ella harmoniku
til kvøldseturnar, men hetta
kvøldið var hann burtur
staddur, og Vilhelmina
spældi tí á harmonikunu.
Eisini verða gomul før
oysk spøl spæld saman við
børnum og ungum í bygdini.
Til seinast plaga tey at
fara uppá gólv við góðum
kvøðarum úr Dali. Borðreitt
verður eisini við føroyskum
mati.
Hesi kvøldini eru sera
hugnalig, og útlendsku ferða
fólkini fáa eina heilt serliga
uppliving. Kvøldini kunnu
eisini nýtast til føroyingar
t.d. ung fólk, skúlabólkar,
sum ikki vita nakað serligt
um ullaarbeiði, verður sagt
frá Kunningarstovuni á
Sandi.
Føroyakvøld í Dali
Vilhelmina Larsen greiður frá
um ullaarbeiði, ímeðan tvær
dalskonur binda bul
Hilmar Larsen í Dali greiður
frá, hvussu ein spinnur ullina
til tógv
Ferðafólkið roynir tann
føroyska matin…
Vilhelmina Larsen spælir
uppá harmonikuna