mikudagur 6. september 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 171 - 6. september 2006
13
Arne Jespersen, Tvøroyri, andaðist týsdagin 5.
september, 62 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst
seinni.
Estrid
Nielsen,
Tvøroyri,
andaðist
á
Landssjúkrahúsinum týsdagin 5. september, 70 ára
gomul. Kistan fer av Landssjúkrahúskapellinum
í kvøld kl. 18 til Smyril. Jarðarferðin verður
leygardagin kl. 13 úr Tvøroyri kirkju.
Jona Henriksen, Tórshavn, fer til gravar úr Havnar
kirkju hósdagin 7. september kl. 13. Tey, ið vilja
minnast Jonu kunnu lata KFUK eina gávu. Konta í
Føroya Sparikassa.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin í morgin
7. september. Robert. Teir vita ikki, hvønn sipað verður
til, navnið kemur ikki fyri í álmanakkanum fyrr enn í 1728.
Kanska er talan um ein abbata í Kent í Onglandi. Germanskt
navn, samansett av orðum, ið merkja tiltikin og ljómandi.
Kunngjørt verður, at
Arne Jespersen
Tvøroyri
andaðist týsdagin 5. september 2006, 62 ára gamal.
Jarðarferðin verður lýst seinni.
Vegna familjuna
Nú fuglarnir gera seg til
reiðar at flyta, fór Jona
Henriksen frá okkum 82
ára gomul eftir eitt virkið
lív. Jonu kendi hvør tít
lingur í føroysku gentu
skótunum, men hon var
so mangt annað.
Tað mundi vera hin
10. november 1978, at
vit báðar stóðu inni í
postalínshandlinum í N.
Finsensgøtu og fingu eyga
hvør á aðra. Vit kendust
væl frammanundan, men
hetta var ein serlig løta.
Púra av sær sjálvum
tóku vit um hálsin hvør á
aðrari og søgdu „tillukku“.
Vit vóru so kátar, at ein
postalínselefantur fór í
smildur.“Hetta boðar frá
góðum fyri framtíðina“,
helt Jona fyri.: Hetta var
annar dagurin, eftir at
kvinnur fyri fyrstu ferð í
søguni vóru valdar inn á
Føroya Løgting. Jona fyri
Javnaðarflokkin og eg fyri
Tjóðveldisflokkin - báðar í
Suðurstreymi.
Tað sum eyðkendi Jonu
var, at hon dugdi at lofta
løtuni og vera hittinorða.
Leikaði nakað hart á millum
fólk og flokkar á tingi,
kundi hon biðja um orðið,
fara upp á røðarapallin
og leggja fram onkra lítla
apropo’s skemtisøgu at
slætta sjógvin við. Hon
hoyrdi til tey javnaðarfólk,
ið gjørdu orð Grundtvigs
gamla til síni „da har i rig
dom vi drevet det vidt, når
få har for meget og færre
for lidt“. Tað var vakra
politiska aðalmál hennara.
Seinni sá hon sum so mong,
at praktiskur politikkur og
politiskt samskifti er so
avbera nógv annað enn at
reka landshúsarhaldið, men
tað brúkti hon ikki so nógva
tíð uppá, tað lat hon yvir til
floksformannin Atla Dam,
ið hon hevði stóra virðing
fyri og stórt álit á. Fyri hana
snúi tað seg um at stríða
hitt góða stríðið.
Vit vóru ikki samdar um
alt, men lætt var at samstarva
við Jonu. Tá talan var um
kvinnupolitikk, so stóð
ikki á - altíð positiv. Hugsi
um KVINNUTINGIÐ,
sum tá samanum kom,
hevur verið eitt hitt fræg
asta tvørpolitiska stigið
higartil til at fáa kvinnur
politiskt virknar. Somu
leiðis, tá farið var at gera
uppskot til javnstøðulóg.
Jona var trúføst móti
flokki sínum, og mangir
mundu hava at henni, tá
hon var meðundirskrivari
av uppskotinum um eina
javnstøðulóg, men Jona stóð
sum kletturin. Í tí stríðnum
mundi Atli Dam eisini
stuðla henni. Í orrustuni á
vári 1988, tá samgongan
slitnaði m. a. vegna sam
gonguavtaluna um setan
av javnstøðunevnd, kundi
guðrøkna Jona fáa gott
skemt burturúr.
Tað er við sorgblíðni,
eg hugsi um árini, hon sat
undir vinstru lið Erlends
Patursonar, formanni Tjóð
veldisflokksins, og eg undir
høgru lið hansara. Hann
var altíð ein gentlemaður
- og stundum sótu vit sum
trý skúlabørn og fjasaðu.
Erlendur lat hana vita, at
hon skuldi halda fram við
at sita har, tí hon hevði so
góðar karamellir.
Øll vóru góð við Jonu.
Grundsjónarmiðið innan
skótarørsluna, tað at taka
ábyrgd av sær sjálvum,
Guði og øðrum, at gera sítt
besta í øllum lutum og at
verða til reiðar var fastur
lutur av Jonu. Og hon
helt fram við at arbeiða
fyri KFUK og skótarnar.
Kundi støkka inn á gólvið
at selja lutaseðlar líka til
hon flutti á Ellisheimið í
Havn fyri 2 árum síðani.
Tað kann leggjast so
nógv aftrat um Reyna
gentuna, sum eisini visti
so nógv og minnist so
nógv um gomlu Havnina
og havnarfólk. Loyvi mær
at enda við orðum Grundt
vigs, ið væl mynda Jonu:
Den har aldrig levet,
som klog på det er blevet,
han først ej havde kær.
Friður verði við minninum
um Jonu Henriksen
Karin Kjølbro
Einaferð skóti altíð skóti
Fyrstu kvinnurnar, sum valdar vóru á ting, vóru Jona Hendriksen
og Karin Kjølbro. Jona sat tó á tingið frá 1975 til hon varð vald
í 1978 sum varafólk fyri Jákup Lindenskov, sum var landsstýris
maður. Á myndini síggjast Ingrið Sondum (varafólk fyri Erlend
Patursson), Jona Hendriksen og Karin Kjølbro, sum í 1979 løgdu
fram á ting uppskot um javnstøðulóg
Rúsdrekka
reklamur
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Mikumorgunin í Føroya
Rætti var søguligur. Ikki færri
enn fýra føroyskir fjølmiðlar
vóru á ákærubonkinum,
Dimmalætting, Sosialurin,
Vikublaðið og Kringvarp
Føroya umframt Hotel
Føroyar. Almenni ákærin
vil hava miðlarnar dømdar
fyri brot á rúsdrekkalógina,
eftir at teir í fjør høvdu
lýsing frá Hotel Føroyum
um ølfagnað. Sambart
rúsdrekkalógini er ikki loyvt
miðlunum at lýsa við sølu
ella útskonking av øli, sum er
sterkari enn 2,8% . Almenni
ákærin gjørdi í niðurstøðu
síni greitt, at miðlarnir
eiga hvør at fáa eina bót
uppá 10.000 kr. umframt at
inntøkurnar fyri lýsingarnar
verða konfiskeraðar. Hotel
Føroyar eigur at fáa somu
bót. Á rættarfundinum
góvu umboð fyri miðlarnar
vitnifrágreiðing og søgdu
annars sína hugsan um hetta
málið. Teir mettu seg ikki
sekar í broti á lógina og vildu
hava frífinning. Umboð fyri
miðlarnar gjørdu m.a. vart
við at lýst var við einum
tiltaki á Hotel Føroyum og
lýsingin ikki skuldi metast
sum lýsing fyri sterkum
øli. Málið varð upptikið
til dóms, sum verður feldur
mikudagin í komandi viku.
Fjølmiðlar á
ákærubonkinum
Umboð fyri miðlarnar uttanfyri Føroya Rætt í morgun