Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. september 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 171 - 6. september 2006 bilar SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 Toyota Avensis hevur fingið eina sonevnda ”facelift” við t.d. smærri designbroytingum uttan og innan, og komforturin nærkast nú Lexus-støði bæði hvat koyrieiginleikum og kvaliteti viðvíkur Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Hóast Toyota Avensis í nýggj­ astu útgávuni ikki er so nógv broyttur at síggja til, eru nógvar broytingar hendar við bilinum, sum kom á marknaðin fyrstu ferð í 2003 og hevur verið ein av mest seldu bilum síðan tá. Størstu broytingarnar uttan eru t.d. at blunkljósini nú sita í síðuspeglunum og kølaragittar, kúfangarar og lyktirnar eru nýggjar. Hó­ast broytingarnar ikki eru so stórar, sær bilurin flott­ari út við hesum design­ broytingum. Innan er bilurin eisini broytt­ur við t.d. nýggjum ratti og fleiri broytingum við instrumentborðinum. Eisini eru nýggir litir í kabinuni, sum er gjørd úr tilfari við upp aftur betri kvaliteti enn áður. Designið er smart og í evropeiskum stíli. Avensis er teknaður á ED2-design­ tekni­stovuni hjá Toyota í Fraklandi, sum eisini hava teknað Yaris og Corolla. Ein av nýggjheitunum er, at ein 2.0 litur diesel­mot­orur við 126 hk og snún­ings­momenti upp á 300 Nm er komin við í skránna. Hesin motorur kraftar væl og er sera orkusparandi og umhvørvisvinarligur. Um­framt hendan diesel­ mot­orin fæst Avensis eis­ini við tveimum øðrum diesel­ motorum við ávikavist 150 og 177 hk, eins og 1.8, 2.0 og 2,4 litur benzinmotorum við ávikavist 129, 147 og 163 hk. Við at koyra nýggja Aven­ sis fær ein fær kensluna av at koyra Lexus, serliga nú bilurin er so væl ljóðdoyvdur og koyrieginleikarnir eru heilt í topp undir øllum koyri­­­ umstøðum við nýggja und­ irvogninum við betri fjaðra­ skipan og sta­bil­isa­t­or­um. Avensis fæst í útgávunum Terra, Sol og Executive. Stand­ard útgerðin er sera umfatandi, har er alt sum eigur at vera í einum síkum bili, bæði hvat komfortútgerð og trygdarútgerð viðvíkur. Umframt airbag framman, í síðunum og gardinairbag, hevur Avensis airbag til at verja knøini á bilføraranum við ein sam­an­stoyt. ABS, EBD og antispinn er standard í øllum útgávunum. Annars fæst bilurin eisini við t.d. við leðurratti, leðursetrum, 17“ alufelgum, fartpiloti, Xenon-lyktum og el-stilling av setrunum. Avensis verða gjørdir sum sedan, liftback og stationcar. Bíligasti Avensis, 1,8 Terra, kostar 269.600 krónur, og tann dýarsti 2,4 Executive aut. kostar um 400.000 krónur. Bilurin kann síggjast og roynast hjá Reyni Service. Toyota Avensis við Lexus komforti Toyota Avensis 1.8 Terra sedan Motorurin 1,8 litur 4 syl. 16V bensin 129 hk 0-100 km/t 10,3 sek Bensinnýtsla 13,9 km/l Dekkstødd 195/55-15 Stødd og vekt Longd 463,0 cm Breidd 176,0 cm Hædd 148,0 cm Eginvekt 1250 kg Viðførisrúm 520 litrar Prísur kr. 269.600 Søluumboð: Reyni Service Vegurin Langi FR-188 Hoyvík Tel. 343040 www. reyniservice.fo Nýggjur Toyota Avensis. Størstu broytingarnar uttan eru t.d. at blunkljósini nú sita í síðuspeglunum og kølaragittar, kúfangarar og lyktirnar eru nýggjar Innan er bilurin eisini broyttur við t.d. nýggjum litum í kabinuni, og kvaliteturin er upp aftur betri enn áður Designið er smart og í evropeiskum stíli. Avensis er teknaður á ED2- designteknistovuni hjá Toyota í Fraklandi – At tú hevur gjørt okkurt, er fortreytin fyri at okkurt miseydnast. Tí er tað, at hjá summum miseydnast einki Plakat í Hoyvíkar skúla