mikudagur 6. september 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 171 - 6. september 2006
15
Í sambandi við
at bilasølan Ivan
Johansen Bilar við
Hoyvíksvegin hevur
fingið nýggjar eigarar
var hátíðarhald við
Hoyvíksvegin seinasta
leygardag
Bilasøla
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Seinasta vika var merkt
av, at nýggir eigararnir
høvdu tikið yvir bilasøluna
Ivan Johansen Bilar við
Hoyvíksvegin. Alla vikuna
vóru t.d. góð tilboð upp á
brúktar bilar.
Leygardagin var nakað
til alla familjuna við t.d.
pylsuvogni, hoppiborg og
kaffi og køkum.
Onkur bilur var seldur á
uppboðssølu, og sum nakað
nýtt fingu tey sum keyptu
nýggjan bil í viku 35 eina
familjuferð til Danland við
í keypinum.
Hetta var eisini í sambandi
við, at 35 ár eru liðin, síðan
fyritøkan varð stovnað.
Teir sum eiga fyritøkuna í
dag eru: Jón Johansen, Pauli
Waag, Sjúrður Johansen,
Kristoffur Gaardlykke og
Finn Rubeksen.
Hátíðarhald hjá Ivan
Johansen Bilum
Leygardagin var hátíðarhald hjá Ivan Johansen
Bilum við Hoyvíksvegin í sambandi við at
fyritøkan hevur fingið nýggjar eigarar
Nakað var til alla
familjuna. Her er ein
hoppiborg til børnini
Her er fíggjarstjórin
Sjúrður Johansen í
pylsuvogninum
bilar
Í sambandi við koyri
politikkin hjá Føroya
Shell hava teir leigað
ein lastbilasimulator
frá TSU (Trans
portSektorens Ud
dannelsesfond) við
instruktøri til at halda
koyriteknisk skeið fyri
teirra bilførarum
Ferðslutrygd
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Tað var sum at koma inn á
eina tekniska royndarstovu at
koma inn í stóra bilinum hjá
TSU (TransportSektorens
Uddannelsesfond), sum
hevur staðið á Viðarnesi í
nakrar dagar.
”TransportSektorens
Uddannelsesfond” (TSU)
hevur sum endamál at virka
fyri og menna útbúgvingar til
flutningsvinnuna og at savna
vitan og royndir fyri at eftirlíka
krøvunum til flutningsvinnuna
í framtíðini.
Instruktørurin, Benny Bay
Nielsen frá TSU, greiðir
okkum frá hvussu alt virkar
og hvørjir møguleikar ið
eru við einum síkum simu
latori.
Inni í einum rúmi er
eitt lastbilastýrihús, ið
virkar sum simulator við
stórum sjónvarpsskýggjum
framman fyri og til síðurnar.
Innan er bilurin eins og ein
vanligur lastbilur, við øllum
tí sum har til hoyrir.
Bilførarin setur seg við
rættið, startar, loysir hond
bremsuna og koyrir avstað.
Intruktørurin
velur
so
koyriumstøðurnar sum t.d.
toku, hálku, toku ella hvat
tað skal vera. Tað er eins og
at koyra ein lastbil í veruligari
hálku, um t.d. traðkað verður
hart á bremsuna, glíður bilurin
til síðis o.s.fr.
Eisini sita bilførararnir
við aðrar teldur, sum hava
ymisk koyriteknisk program
við frálæru um hvussu ein
skal fyrihalda seg í ferðsluni
í t.d. býarkoyring og koyring
á landsvegi.
Palli Petersen, tekniskur
leiðari hjá Føroya Shell,
sigur, at teir raðfesta trygdina
høgt og velja tí at geva teirra
bilførarum bestu upplæring í
koyring. Í einum simulatori
ber til at gera mistøk, uttan
at tað fær avleiðingar, men
í ferðsluni úti á vegunum
kunnu hesi mistøk fáa
álvarsligar avleiðingar.
Sum ein altjóða fyritøka
hevur Føroya Shell ein koyri
politikk, sum er galdandi
fyri øll starvsfólkini hjá
Shell um allan heimin.
Hesin koyripolitikkur er
grundaður á altjóða Shell-
reglur fyri koyring. Ein av
filosofiunum er tann, at øll
óhapp kunnu umgangast,
tí kunnu álvarslig óhapp
undir ongum umstøðum
góðtakast. Palli Petersen
sigur, at starvsfólkini hava
tikið sera væl ímóti koyri
politikkinum.
Føroya Shell P/f:
Í einum simulatori ber til at gera mistøk
Lastbilasimulatorin hjá TSU á Viðarnesi. Talan er
um ein Volvo lastbil, ið er bygdur um til endamálið
Anna Louisa Joensen frá Ferðslutrygd roynir seg í simulatorinum
Instruktørurin, Benny Bay Nielsen frá TSU, í
kontrollrúminum
Bilførararnir sita eisini við aðrar teldur, sum hava
ymisk koyriteknisk program