mikudagur 6. september 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 171 - 6. september 2006
útlond
SAMBAND
árni joensen
fatekst@mail.dk
tlf 341800
– Fyrr var illa, um krokodillurnar ikki fáa líkið av Steve
Irwin
vinmaður hansara
Stutt sagt
Í India stúra myndugleikar
nir fyri, at yvirgangsmenn
fara at gera um seg í
næstum, og sambært for
sætisráðharranum, Man
mohan Singh, er tað
ikk i óhugsandi, at yvir
gangsmeninir fara at søkja
at onkrum av landsins kjarn
orkuverkum.
Singh sigur, at trygdar
tænastan hevur fingið upp
lýsingar, sum kundu bent á,
at yvirgangsmenn fyrireika
seg til atsóknir, og at
umframt kjarnorkuverkini
verða høvuðsstaðurin New
Dehli og fígg jarmiðdepilin
Mumbai mett sum tey
fremstu
álopsmálini.
Løgreglan hevur tikið fleiri
fólk, sum verða hildin at
hava tilknýti til yvirgang,
men tað merkir avgjørt
ikk i, at vandin er av, sigur
forsætisráðharrin.
Í gjár frættist eisini,
at onkur hevur hótt við
at beina fyri indiska for
setanum, A. P. J. Abdul
Khalai. Mánakvøldið bleiv
flogfarið hjá forsetanum
kannað bæði væl og leingi
á flogvøllinum í býnum
Chenmai, tí tað ljóðaði, at
onkur hevði fjalt spreingi
evni í flogfarinum. Har var
kortini einki at finna.
Guido Mussolini, sum
er abbasonur fyrrverandi
italska einaræðisharran
Benito Mussolini, vil nú
hava at vita, hvør gav boð um
at beina fyri abba sínum.
Benito Mussolini og
unnusta hansara, Clara Pet
acchi, vórðu tikin í Norður
italia tann 26. mai í 1945,
og tveir dagar seinni vórðu
tey avrættað í Milano.
Avrættingin var almenn,
men líka síðani krígg ið hava
italiumenn spurt, hvat veru
liga hendi teir dagarnar.
Tað vil Guido Musso
lini eisini hava at vita.
Sambært søguni var tað
heryvirmaðurin Walter
Audisio, sum gav boðini
um at beina fyri einaræðis
harranum, men sakførarin
hjá Guido Mussolini sigur,
at navnið á Audisio kom
ikk i fram fyrr enn tvey ár
eftir krígg ið. Hann ivast
tí ikk i í, at tað var onkur
annar, sum gav boðini.
– Eg vil bara hava at
vita, hvør beindi fyri abba
mínum, og tað er væl ikk i
annað enn rímiligt, sigur
tann 69 ára gamli Guido
Mussolini við italska
útvarpið.
Við jøvnum millumbilum
vitja donsk sjóverjuskip ta
lítlu oynna Hans Ø vestan
fyri Grønland fyri at vísa,
at danir meta seg hava
ræðisrættin á oynni. Men
hesaferð miseydnaðist tað
tí lítla sjóverjuskipinum
„Agpa“ at sleppa til oynna,
tí har var so nógvur ísur.
Sambært danska útvarp
inum noyddist „Agpa“ at
venda aftur, tá skipið var
11 fjórðingar frá oynni.
Manningin tók nakrar
myndir og setti síðani kós
suðuraftur, sigur útvarpið.
Danmark og Kanada eru
ósamd um, hvørt teirra skal
hava ræðisrættin á Hans Ø.
Í 1973 skuldu londini áseta
mark millum Kanada og
Grønland, men tey kundu
ikk i semjast um, hvørt
teirra eigur ta lítlu oynna.
Málið er týdningarmikið, tí
tað kann henda, at olja er at
finna undir havbotninum á
hesum leiðum.
Stórur vandi fyri yvirgangi
Hvør drap abba?
Sluppu ikki á land
Líkið av „The
Crocodile Hunter“
skal latast kroko
dillunum
– Hann hevur argað kroko
dillurnar alt sítt lív, so tað
er ikk i annað enn rímiligt,
at tær fáa hann nú, sigur ein
vinmaður Steve Irwin við
heimasíðuna Brainsmap.
Tað er ikk i greitt, um
líkið av „The Crocodile
Hunter“ veruliga verður
latið krokodillunum í djóra
garðinum Beerwatch, men
sambært Brainsmap hava tey
avvarðandi hjá Steve Irwin
havnað einum tilboði frá
avstralsku stjórnini um at
geva tí kenda djóravininum
eina almenna jarðarferð.
Tað var politiski leiðarin
í
Queensland,
Peter
Beattie, sum fyrstur kom
við hugskotinum um eina
almenna jarðarferð, og
seinni segði avstralski for
sætisráðharrin, John Howard,
at hann tók undir við, at
Steve Irwin verður jarðaður
fyri almenna rokning.
Men sambært Brainsmap
hevur einkjan havnað til
boðnum.
Veðurlagsbroyting
arnar við veksandi
hita í Evropa kunnu
hava við sær, at
tropiskar sjúkur so
sum malaria kunnu
koma norðureftir,
siga granskarar.
Í summar vórðu fleiri fólk,
sum vóru farin at svimja
í Eystrasalti, smittað við
kolera, og kolerabakteriur,
sum vit vanliga seta í sam
band við heitari havleiðir,
vórðu funnar við Bornholm
og svensku oynna Gotland.
Nú siga bretskir granskarar,
at tann veksandi hitin í
Evropa kann hava við sær, at
fleiri tropiskar sjúkur kunnu
koma hendanvegin, og teir
vilja hava myndugleikarnar
at halda eitt vakið eyga við
gongdini.
Paul Hunter, profrssari,
hevur saman við øðrum
granskarum skrivað eina
frágreiðing um, hví vit
kunnu vænta ávísar tropisk
ar sjúkur til Evropa og Norð
uramerika. Sjálvur stúrir
hann mest fyri malaria,
sum á hvørjum ári krevur
fleiri milliónir mannalív í
Afrika, og hann heldur ikk i,
at heilsumyndugleikarnir
legg ja nóg stóran dent á tað,
sum er í ferð við at henda.
– Vit hava longu fleiri tek
in um, at ávísar sjúkur eru
komnar til Evropa orsakað
av veðurlagsbroytingunum,
sigur Paul Hunter við
BBC.
Kolerabakterian vibrio
vilnificus, sum varð funn
in í Danmark og Svøríki
í summar, er ein av teim
um
bakteriunum,
sum
sambært granskarunum er
komin norðureftir við hit
anum. Bakterian veksur
í heitari sjógvi so sum í
Meksikoflógvanum, men er
nú komin norður í Eystrasalt.
Havbakterian er í ætt við
ta vandamiklu kolerabakt
eriuna. Hon verður kortini
ikk i hildin at vera vandamikil
fyri frísk fólk, men í summar
kostaði hon einum 62 ára
gomlum dana lívið.
Í Italia vórðu umleið 100
fólk løgd inn á sjúkrahús í
summar, eftir at tey vóru
komin í samband við ta
tropisku alguna ostreopsis
ovata, sum elvir til millum
annað trupulleikar við anda
dráttinum og fepur. Paul
Hunter ivast ikk i í, at tann
veksandi hitin hevur givið
teirri tropisku alguni nýgg jar
vskstrarleiðir.
Paul Hunter sigur við
BBC, at tað er ikk i bara tann
veksandi hitin um summarið,
sum økir vanda fyri, at vit fáa
tropiskar sjúkur norðureftir.
Tað hevur minst líka nógvan
týdning, at veturin á okk ara
Loksins fáa krokodillurnar hann
Malaria kann koma
til Evropa
Hesin verður kanska vanligur
í Evropa og Norðuramerika í
framtíðini