mikudagur 6. september 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Bestu trubadur løgini
5 teir bestu við Finni Jensen
Finnur Jensen fekk sítt
veruliga gjøgnumbrot á
føroyska tónleika palli-
num í bólkinum Páll
Finnur Páll. Sum laga-
smiður handan størstu
landapláguna í nógv
ár Forelskaður sjón-
leikari, vísti dámligi
ungi sangarin og sang skrivarin, at
hann hevur gott oyra fyri fangandi
poppløgum, og at hans ara tekstir
eru meistarligir. Hansara gávur sum
sangskrivari og sangari bóru hann
í finaluna í fyrstu singer/songwriter
kappingini í Hafnia Lounge.
Í Páll Finnur Páll hevur Finnur
skrivað orð og tónleik til báðar
fløgurnar umframt nýggju fløguna,
ið bólkurin arbeiðir við í løtuni.
Finnur eigur sín stóra leiklut í
støðuni hjá Páll Finnur Páll, sum
er eitt slag av arvingi til trúnuna
hjá Frændum sum Føroya besti syngið -
við-bólkur.
Men Finnur hevur eisini roynt seg
í øðrum samanhangum. Bæði sum ein-
stak lingur og saman við Ronni
Poul sen, Høgna Reistrup ella
Páll Oddur Rubeksen, hevur
Finnur spælt óteljandi barr-
kvøld í føroyskum barrum og
seinnu tíðina eisini í Dan-
mark. Hann hevur eina stóra
og fjølbroytta spæliskrá við
bæði før oyskum og útlendskum
løgum, ið hann tulkar sera
sannførandi.
Vit hava biðið Finnur Jensen
um at kava niður í spæliskrá
sína og velja tey fimm bestu
løgini, ið hann hevur spælt.
Her er frítt val, um hann velur
heimagjørd ella láni løg, bara
hann velur tey, ið hann sjálvur
metir vera tey bestu. Av nógvum
verður t.d. forelskaður sjón leikari
mettur at vera eitt av bestu nýggj-
aru føroysku løgunum, so tí er
hetta ein møguleiki, men Finnur
hevur ikki valt hetta lag.
Finnur sigur:
- Eg havi valt at spæla løg, sum
mær dámar at spæla sum trubadurur,
altso ikki í Páll Finnur Páll saman-
hanginum, men løg sum eg spæli
einsamallur ella saman við onkrum
øðrum trubaduri.
Here Comes the Sun
– The Beatles
Here Comes the Sun er eitt lag, sum
mær dámar øgiliga væl at spæla. Men
eisini eitt lag mær dámar væl at
lurta eftir. Eg haldi hetta lag
vera eitt tað besta lagið hjá The
Beatles. George Harrison er mín
persónligi favorittur av beatlu-
num.
Serliga er gittarspælið
gott í Here Comes the Sun.
Tú sleppur at vísa, hvussu
góð tíni gittarkynstur eru.
Ikki tað, at eg haldi meg
vera nakran gittar snilling,
men ser liga væl riggar
tað, tá vit eru tveir ella
trígg ir, sum spæla saman.
Tað
melodiska
verður
vektað framum tekstin í
lagnum. Men teksturin hevur
eisini okkurt, sum ger
fólk glað. Haldi tað var
George Harrison sjálvur,
sum segði, at hann hevði skrivað
lagið um várið, tá sólin byrjar at
koma fram aftur. So tá eg síggi
fyrstu sólstrálurnar um várið, so
hugsi eg Here Comes the Sun.
Wonderwall, Oasis
Wonderwall hjá Oasis dámar mær av
eitt sindur meira persónligum grund-
um. Wonderwall var ein tann fyrsti
sangurin, sum eg lærdi at spæla á
gittar. Tey tosa um Oasis-akkordir,
tað er tá tú heldur lítlafingri
og ringfingri føstum á báðum nið-
astu streingjunum og flytir hinar
fingrarnir. Tað ljóðar væl beinan-
vegin, so sangurin er serliga væl
egnaður hjá nýbyrjarum.
Tú lærir hann lutfalsliga
lætt, og tað ljóðar bein-
anvegin lutfalsliga væl.
Harafturat
kennir
fólk
eisini væl lagið, eg haldi,
hetta man vera kendasta
lagið hjá Oasis.
Súrligar nætur í
Keypmannahavn, Kára P.
Súrligar nætur í Keyp manna-
havn er melodiskt eitt øgi-
liga gott lag. Tað er ser-
liga nú eftir, at eg eri
fluttur til Danmarkar, at
lagið er farið at hava ein
serligan týdning fyri meg.
Búgvi ikki í Keypmannahavn,
men eri ofta har. Tað er kanska
eisini tað, at man hevur havt
onkra heita song at fara heim í,
tá man hevur verið í Keypmannahavn
- í øllum førum í fyrstani. Eg
verði rørdur, hvørja ferð eg spæli
lagið. Havi eisini lagt til
merkis, at útisetum dámar lagið
væl serliga inni á Skarv. Vil
ikki pástanda, at eg spæli
tað líka væl sum Kári P.
Men eg havi loyvt mær at
lána tað. Eg haldi serliga,
at teksturin í lagnum rigg-
ar væl. Tað er eisini gott,
at man kann taka munn har-
monikuna fram, tá man spælir
tað. Tað havi eg gjørt nakrar
ferðir, eg dugi ikki so væl,
men tað er stuttligt.
Subterranean
Homesick
Blues, Bob
Dylan
Mær dámar øgiliga
væl at spæla Bob
Dylan, serliga tá
eg spæli einsa mall-
ur.
Hann
hevur
øgiliga nógv góð
løg, so tað er tor-
ført at velja, men
um eg skal velja
eitt, so verður
tað Subterranean
Homesick
Blues.
Bob Dylan er altíð
eitt sikkurt hitt
serliga millum eldru áskoðararnir.
Eg haldi, at teksturin lýsir Bob
Dylan nokkso væl. Hetta er early
Bob Dylan, eitt sindur samfelags-
revsandi og um arbeiðaran. Tað vís-
ir seg eisini, at hetta eru løgini,
sum gerast klassikararnir. Akkord-
irnar eru einfaldar, men lagið er
alíkavæl ein avbjóðing. Hann tosar
sum eitt vatnfall, og tað er sera
avbjóðandi fyri røddina. Eg haldi
ongantíð, at eg havi klárað at tosa
alt lagið út í eitt uttan at byrja
at mutla. Plagi at royna at herma
eitt sindur eftir Bob Dylan, tá eg
spæli tað. Mær dámar væl, at eg
sleppi at geva lagnum eitt sindur
av attitydu ístaðin fyri, at tað er
pent.
Ring of Fire, Johnny Cash
Mær dámar øgiliga væl Johnny Cash,
og eg plagi at spæla nógv hjá
honum. Serliga eftir filmin Walk
The Line eru fólk
farin at dáma tað
væl. Ring of Fire
er nokk kendasta
lagið hjá honum.
Tað
er
okkurt
fangandi við at
spæla Cash. Man
kann koyra eitt
sindur av atti ty-
du í fram før sl-
una, herma eftir
djúpu
røddini
hjá honum. Fólk
situr við einum
smíli, tí tey
verða undir hildin. Tað riggar væl
at spæla hann einsamallur, men tað
er eitt sindur meira av GO í, tá
man hevur fleiri røddir. Teksturin
er um kærleika, um tað at falla
fyri onkrum og søkka so djúpt, at
tað brennur, og tílíkt er altíð
gott at syngja um.
Vit hava biðið truba dur-
in og hittsmiðin Finnur
Jensen um at velja tey
bestu løgini, ið hann
hevur spælt.
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo