Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-06, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. september 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Longu í fjør bar Ekstra Bladet leysasøgur um, at MTV Euro- pean Music Awards antin fóru av verða hildnir í Keypmannahavn ella Reykjavík. Mánadagin vóru leysatíðindini váttaði. Norður lendski marknaðar stjór- in hjá MTV Peter van Satzger váttaði fyri Ekstra Bladet, at 2. november verður Keypmanna- havn vertur fyri risastóru sjón- varpssendingina, ið væntandi fer at hava útvið 1,3 milliardir hyggj- arar við sjónvarpsskíggjar kring heimin. Tann eini pallurin verður á Ráð- húsplássinum, plássið hevur verið karmur um nógv stór tiltøk gjøg- num tíðirnar. M.a. hava fleiri konsertir verið fyriskipaðar har, eitt nú hava fleiri sera stórar konsertir verið hildnar á plássi- num nýggjársaftan. Nógv túsund fólk hava eisni verið savnaði á plássinum eitt nú, tá Bjarne Riis vann fronsku súkklu tourina, tá Danmark vann EM gull í fótbólti, og í sambandi við HM, EM og OL sigrar hjá donsku hondbólts kvinnunum. Men hetta er tó alt lítið av miklum, tá tað verður sammett við MTV European Music Awards. Hetta tiltak er somikið stórt, at tað verður hildið á tveimum pallum. Partar av tiltakinum vera á pallinum mitt í hjartanum av Keypmannahavn, meðan aðrir partar verða hildnir. úti í Bella sentrinum. Enn eru eingi av nøvnunum á ársins MTV European Music Awards almannakunngjørd, men tað skilst, at avdúkingar verða gjørdar komandi vikurnar. Peter van Satzger sigur við Ekstra bladet, at tiltakið verður í ein ávísan mun alment, og at - gongumerki vera at fáa í næst- um, tó er einki alment um, nær og hvar hesi verða sett til sølu. Í fjør vóru MTV European Music Awards hildnir í Lissabon í Portugal, á tiltakinum framførdu tónleikanøvn sum Madonna, Robbie Williams, System Of A Down, Shakira og Gorillaz. Vertur var Borat heimskendi sjónvarpsverturin úr Kashakstan. Hann gjørdist veruliga ein herlig uppliving. Eingin fekk frið, m.a. kallaði hann Madonnu fyri transvestitt. Eisini. kallaði hann Coldplay fyri Green Day og Green Day fyri Coldplay. Síðan rópti hann Pussycat Dolls fyri skøkjur og segði, at Shakira merkir vagina í Kashakstan. Seinni í sendingini segði hann, seg ætla sær at vitja shakiruna hjá kvinnu- liga vertinum Britany Murphy. Tí einu ferðin kom hann á pallin ílatin sum Freddie Mercury og segði “Eg eri Freddie Mercury! Nei tvætl, tað er eg Borat, ein- asta kynsjúka eg havi havt er Gonore - 15 ferðir.” Sjónleikarin aftan fyri Borat er Sacha Baron Cohen. Hetta er sami maður, sum spælir Ali G. Enn er ikki greitt hvør verður vertur á MTV European Music Awards í Keypmannahavn, men her er veruliga talan um stórar skógvar at fylla. r - ð- ð Í november verður heimsins størsta tónleika show hildið í Keypmannahavn, tá MTV European Music Awards ger innrás á Ráðhúsplássið og Bella Sentrið í Keypmannahavn. Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo g , Ráðhúsplássið verður karmur um heimsins størsta tónleikashow mynd: Scanpix.dk Madonna var ein av stóru tónlistar ligu upplivingunum í Portugal í fjør mynd: Reuters Borat úr Kashakstan var vertur á MTV EMA í fjør mynd: Scanpix.dk