mikudagur 6. september 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Væntandi kemur
nýggja fløgan við
Lenu í oktober,
men Lena, Niclas
og ljóðblandarin
Ryan Hewitt lata
hana ikki úr
hondum fyrr enn
tey øll eru heilt
nøgd við alt.
Tónleikur
Niels Uni Dam,
nielsuni@sosialurin.fo
Í hesum døgum eru Lena
og Niclas í Vancouver, har
Lena spælir konsert í The
Media Club í kvøld. Tey eru
komin til Vancouver úr Los
Angeles, har tey í síðstu
viku ljóðblandaðu komandi
fløguna saman við
heimskenda ljóð bland ara-
num Ryan Hewitt.
Ryan Hewitt er ein av
heimsins mest eftirspurdu
ljóðblandarum, hetta tí
hann var ein av monnun-
um, ið hevur ljóðblandað
Stadium Arcadium hjá Red
Hot Chili Peppers, ið er ein
av best seljandi fløgunum
hetta summarið. Hewitt
hevur ljóðblanda 15 av
teimum 28 løgunum á
fløguni, ið er framleidd av
einum av heimsins allar-
bestu framleiðarum Rick
Rubin.
Lena segði herfyri við
planet.fo, at teimum dámdi
væl ljóðið á Stadium Arca-
dium, og tí settu tey seg í
samband við umboðsmann-
in hjá Hewitt. Prísurin var tó
alt ov høgur, so tey máttu
sleppa hesum ætlanunum.
Men nakrar dagar seinni
setti umboðsmaðurin seg
aftur í samband við Lenu.
Tí eftir at hava hoyrt upp-
tøkur við Lenu, hevði Hewitt
sjálvur avgjørt, at hann vildi
sleppa at arbeiða við
songkvinnuni.
Niclas greiður frá, at tað
hevur gingið væl at ljóð-
blanda saman við Ryan
Hewitt.
– Ryan er sum vera man
kompetentur og sera fittur
fýrur, sigur Niclas.
Enn er tó ikki liðugt ljóð-
blandað. Tey hava fingið eitt
ljóðbland at lurta eftir, síðan
vera broytingar og ymiskir
leysir endar gjørdir síðst í
september.
– Upprunaliga ætlaðu vit
at vera liðug nú. Men hóast
vit vilja gera alt fyri at fáa
fløguna út í oktober, so
verður onki gjørt fyrr enn vit
eru heilt nøgd við alt. Tad
eru vit øll trý samd um. So
ymsar broytingar vera á
skránni, tá Ryan ljóðblandar
liðugt síðstu vikuna í sep-
tem ber, sigur Niclas.
Í løtuni arbeiðir Ryan
Hewitt við John Frusciante
gittarleikara í Red Hot Chili
Peppers, men fer síðan
aftur í gongd við útgávuna
hjá Lenu.
Meðan Lena og Niclas
hava verið í Los Angeles
hevur Lena spælt tvær kon-
sertir. Tann fyrra var á Live
At The Lounge fríggja kvøld-
ið 18. august. Hetta kvøldið
spældi Lena einans tvey
løg. Umframt hana spældu
fimm onnur tónlistarfólk og
tveir stand up skemtarir
luttóku. Ein teirra var
Michael Richards, ið ivaleyst
er best kendur úr sjónvarps-
røðini Seinfeld, har hann
spælir løgni grannin hjá
Seinfeld, Cosmo Kramer.
Konsertin hjá Lenu gekk
væl, og hon var sera væl
móttikin, greiðir Niclas frá.
– Fleiri fólk frá hesi kon-
sert ini møttu upp til tað
seinna giggið týskvøldið í
Genghis Cohen at lurta eftir
Lenu - teirra millum tveir av
teimum luttakandi artistun-
um frá fríggjakvøldinum,
sigur Niclas.
Hetta er fyrstu ferð, at
Lena hevur spælt konsert í
Los Angeles. Tí nýttu eisini
fleiri fólk úr tónleikaídnaði-
num høvið at hoyra Lenu á
konsertini týskvøldið.
Lena verður skjótt aftur í
Evropa, hon spælir eina kon-
sert í Musikteateret í Skive í
Danmark mánakvøldið 11.
september og mikudagin
13. í Café Kino í Keyp-
manna havn.
– Fløgan kemur tá vit eru
heilt nøgd við alt