Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-06, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. september 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindi Nr. 171 - 6. september 2006 SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf 341800 ítróttur – Eg varð eitt skeivt keyp. Eg veit ikki, hvat teir hildu um meg, men eg eri ikki nakar verjukendur spælari Thomas Gravesen um tíðina í Real Madrid Steypa­ dysturin er steðgaður Kappingarnevndin hjá FSF hevur út­sett steypadystin millum EB/Streym og HB, nú Ítrótt­ar­ dómstólurin skal viðgera kærumál frá VB/Sumba HB-málið Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Kappingarnevndin hjá FSF hevur gjørt av, at fjórð­ingsfinalan millum EB/Streym og HB verður ikki spæld í kvøld sum ætlað. Orsøkin er, at Ítrótt­ ar­dómstólurin hjá ÍSF skal hava nýggja viðgerð av drúgva málinum um spæliloyvið hjá HB-spæl­ aranum Páll Mohr Joensen í steypadystinum ímóti VB/ Sumba tann 25. mars. Spæliloyvið hjá Páll var ikki í HB, tá ið hann spældi dystin, og Kapp­ingarnevndin og Dóms­nevndin hjá FSF hava fleiri ferðir viðgjørt mál­ið. Seinasti dómurin var tann, at HB skuldi ikki tapa dystin, men fáa bót og missa heimavøll í steypakappingini. Dóms­ nevndin helt, at um­støðurnar vóru ser­lig­ar, og tí skuldi HB ikki døm­ast at tapa dystin, sum vanligt annars hevur verið í líknandi málum um spæliloyvi. Ítróttardómstólurin uppí VB/Sumba kærdi miku­ morgun málið um spæli­ loyvið hjá Páll Mohr Joen­ sen til Ítrótt­ar­dómstólin hjá ÍSF, og Ítrótt­ardómstólurin fer at taka kæruna frá VB/ Sumba upp. Fundur er ásettur at verða í dag kl. 17.00. Í kvøld kl. 18.00 var fjórð­ingsfinalan millum EB/Streym og HB annars ásett at verða spæld, men dysturin verður ikki spældur. Kappingarnevndin hjá FSF hevði fund í gjár­ kvøldið, og har var avgjørt at útseta dystin, meðan Ítróttardómstólurin viðger málið. – Hetta málið hevur víst, at kæruvegurin fyri slík mál eisini umfatar Ítrótt­ ardómstólin, og tí hava vit valt at útseta dystin fyri­ bils, sigur Høgni í Stóru­ stovu, formaður í Kapp­ ingarnevndini hjá FSF. Kappingarnevndin hjá FSF hevur gjørt av, at GÍ og ÍF skulu spæla nýggjan dyst, tí ÍF hevði 12 spælarar á vøllinum eina løtu undir For­ muladystinum tann 27. august. Harvið fáa bæði feløgini nýggjan møguleika at vinna trý stig, og teimum stigunum hevur ikki minst ÍF brúk fyri í botnstríðnum Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Hendingin var av teimum sjáldsomu, tá ið ÍF hevði ein spælara ov nógv á vøllin í Formuladystinum ímóti GÍ tann 27. august. Hetta var í seinna hálvleiki, og støðan var tá 1-1. ÍF-spælarin Christian Soel­ berg fekk ein snudd í beini og var tikin út um vøllin til við­gerð. ÍF-bonkurin var júst tá ið holt við at gera eina útskifting, og avgjørt var í eini skjótari vending at taka tann skadda spælaran út. Tá ið skaddi spælarin so kom fyri seg aftur, fór hann aftur á vøllin, og harvið gjørdist hann 12. spælarin hjá ÍF á vøllinum. – Hatta var ein mis­skilj­ ing millum meg og hjálpar­ dómaran. Eg fekk ikki við, at tað var Christian Soelberg, sum varð skiftur út, og spæl­ arin visti heldur ikki sjálvur, at hann varð skiftur út. Tá ið hann so bað um at sleppa inn á vøllin aftur, vinkaði eg hann inn, segði dómarin Dagfinn Olsen eftir dystin. Christian Soelberg var bert lítla løtu á vøllinum, men hetta var júst um tað mundið, tá ið ÍF skoraði til 2-1. Seinni javnaði GÍ til 2- 2, sum var endaliga úrslitið av dystinum. Nýggjur dystur skal spælast GÍ gjørdi eftir dystin av at kæra hendingina við kravi um nýggjan dyst, tí ÍF hevði spælt við 12 spælarum eina løtu. Kappingarnevndin hjá FSF hevur viðgjørt kæruna og er komin til ta niðurstøðu, at nýggjur dystur skal spælast. Í øðrum londum eru fordømi um slíkar hendingar, og tá hevur nýggjur dystur verið ásettur. ÍF fær ikki nakra revsing fyri at hava havt 12 spælarar á vøllinum samstundis, tí stað­fest verður, at her er tal­an um eina óhepna mis­ skiljing. Kappingarnevndin hevur ásett nýggja dystin at verða spældan mikudagin í næstu viku. Harvið fáa bæði ÍF og GÍ møguleikan at vinna sær trý stig heldur enn eitt stig, sum tey fingu burtur úr tí nú strikaða dystinum. GÍ og ÍF skulu spæla nýggjan dyst ÍF og GÍ spældu javnleik tann 27. august, men nú fáa feløgini nýggjan møguleika at ogna sær trý stig Italia snávaði í fyrsta dystinum í EM- undankappingini, og í kvøld hevur liðið ikki ráð at tapa dystin ímóti Fraklandi EM Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Í kvøld verður ein ørgrynna av landsdystum spældir kring Europa. Føroyar skulu ikki á vøllin í kvøld, men tað skulu øll hini liðini í okkara EM-bólki. Stóri dysturin verður spæld­­ur í París, har heims­ meist­ararnir úr Italia og vara­ heimsmeistararnir úr Frakland spæla eina endur­tøku av HM- finaluni í summ­ar. Frakland hevur fingið góða byrj­an í undankappingin, tí liðið vann 3-0 á útivølli ímóti Georgia leygardagin. Italia snávaði hinvegin í fyrst dystinum, tí liðið fekk bert javnleik á heimavølli ímóti Litava, sum verður roknað sum eitt av veikaru londunum í bólkinum. Italia hevur ikki ráð at tapa dystin í kvøld, tí roknað verður við sera tættari kapp­ ing um fremstu plássini í bólkinum. Danir til Íslands Skotar fingu flúgvandi byrj­an við stórsigrinum á Føroyum leygardagin, og Skotland skal í kvøld spæla á útivølli ímóti Litava. Megn­ ar Skotland at vinna hendan dystin, liggja teir á odda í okkar EM-bólki eftir fyrstu umførini. Ukraina og Georgia skulu eisini spæla í kvøld. Hetta er fyrsti dysturin hjá Ukraina í hesi undankapping, meðan Georgia hevur vunnið ein og tapt ein dyst. Nógvir aðrir spennandi dystir eru á skránni í kvøld, og spenningurin er stórur í Íslandi, har Danmark kem­ur at spæla í kvøld. Ís­land vann heili 3-0 á úti­ vølli ímóti Norðurírlandi leyg­ardagin, og har er stór optimisma undan dystinum ímóti Danmark. Danska TV3 sendir beinleiðis frá dystinum, sum byrjar klokk­ an 18.05 í kvøld. Heimsmeistarar undir trýsti EM-dystir í kvøld Bólkur F Ísland-Danmark 18.05 Bólkur E Ísrael-Andorra 19.00 Bólkur B Ukraina-Georgia 19.00 Bólkur A Azerbaijan-Kazakhstan 19.00 Bólkur C Noreg-Moldova 19.00 Bólkur E Russland-Kroatia 19.00 Bólkur B Litava-Skotland 19.30 Bólkur F Svøríki-Liktinstein 19.30 Bólkur C Turkaland-Malta 20.00 Bólkur A Finnland-Portugal 20.00 Bólkur G Albania-Rumenia 20.00 Bólkur D Slovakia-Kekkia 20.15 Bólkur C Bosnia-Ungarn 20.15 Bólkur F Norðurírland-Spania 20.15 Bólkur G Holland-Hvítarussland 20.30 Bólkur A Pólland-Serbia 20.30 Bólkur D San Marino-Týskland 20.45 Bólkur E Makedonia-Ongland 21.00 Bólkur A Armenia-Belgia 21.00 Bólkur B Frakland-Italia 21.00