Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-06, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. september 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 171 - 6. september 2006 ] Neistin vil spæla við Nú er eitt ár liðið, síðani danin Claus Rasmussen tók við sum venjari hjá Neistanum. Árið hevur ver­ ið trupult, tí sigurs­vanda felagið úr Havn endaði á einum aftasta plássi. Sigast má, at sjálvt um Neistin spældi fleiri góðar dystir, so kom tað ofta fyri, at teir endaðu sum kanónføði hjá fleiri av oddaliðunum. Tað kom tó ikki óvart á nakran, at Neistin endaði aftast. Teirra málsetningur var broyttur. Frá at mynda oddin av bestu mansdeild­ ini hevði nýggi venjarin valt at byggja liðið upp um ungu leikararnar í felag­num. Ein stór avgerð hjá einum so stórum felag, men Claus var ongantíð í iva. Hetta var rætta av­­gerðin. “Vit valdu at geva ungu leikarunum í felag­num ábyrgd. Fyrsta árið gekst sum væntað. Vit end­aðu aftast, men tað var eingin katastrofa. Nú eru leikararnir eitt ár eldri, teir hava fleiri royndir og eru betri fyri kropsliga. Eg haldi, at vit eru klárir at spæla við í oddinum í før­ oyskum hondbólti,” sigur neistavenjarin Claus Ras­ mussen. Royndir skulu hjálpa ungu talentunum Nú eru ungu leikararnir vorðnir eitt ár eldri, og hetta bøtir um møgu­leik­ ar­nar hjá Neistanum. Neistin hevur eisini fingið fleiri leikarar í hópin, sum fyrr hava verið við til at manna liðið, og hetta ger liðið nógv sterkari. Nú eru fleiri royndir leikarar, sum kunnu stuðla teimum ungu, og soleiðis kunnu teir eisini taka eitt sindur av trýstinum av teimum ungu, tá á stendur, heldur Claus Ras­mussen. “Vit hava fingið ein nýggj­an serba á strikuna at leika. Hann er stórur og sterkur og er ótrúliga ringur at halda. Harafturat er Áki Mørk byrjaður aftur. Hann hevur verið nógv skaddur, og tá ein er skaddur, tá er hugurin heldur ikki altíð tann størsti. Helgi Justinussen, sum hevur leikt á besta neistaliðnum í nógv ár, er eisini kom heimaftur úr Danmark, har hann hevur lisið, og hesir leikararnir skulu nú stuðla okkara ungu leikarum.” Hetta sigur Claus, sum tykist sera spentur til uppgávur­nar, sum liggja fyri fram­man hjá Neistanum. “Ein av okkara størstu trupulleikum hevur verið strikuspælið. Vit hava havt onkran strikuspælara, men vit hava manglað ein, sum kann skapa tey hol í verj­ uni, sum spælararnir úti á vøllinum hava brúk fyri. Nú hava vit fingið ein, sum bæði kann skapa pláss til aðrar, samstundis sum hann er ein fantastiskur strikuspælari sjálvur.” Fleiri venjingarlegur Neistin er tað liðið, sum hevur havt størstu og flestu fyrireikingarnar undan komandi kappingarári. Teir byrjaðu at venja í juli mánað og hava vant fýra til fimm ferðir um vikuna. Í tveimum umførum hava teir eisini verið í høllini á Eiði, har teir hava havt venjingarlegur. Teir hava vant sera hart og hava kannað formin hjá hvørj­ um einstøkum spælara, soleiðis at allir kunnu vera í toppformi, tá kapping­ar­ árið verður skotið í gongd. Komandi vikuskiftið hava teir avgjørt at fara á venjingarlegu í Danmark, har teir eru meldaðir til eina kapping, sum kallast SK Cup. Her skal Neistin spæla fimm dystir í tríggj­ ar dagar, og Claus Rasmus­ sen vónar, at hetta fer at vera ein stór uppliving hjá spælarunum. “Hetta er okkara síðsta stóra fyri­ reiking undan kappingar­ árinum, og eg vóni, at henda kappingin fer at geva leikarunum gott mót uppá komandi kappingarár í Føroyum.” Flúgvandi serbi kann gerast avgerandi Ein av bestu leikarunum í føroyskum hondbólti síðstu árini spælir við Neistanum. Serbin Blagoje Buha kom fyri nøkrum árum síðani til Føroya, og tað var beinanvegin týðiligt, at hann var ein ótrúliga góður leikari. Í fjør gjørdist hann toppskjútti, og nógv verður væntað av serbanum kom­ andi kappingarár. “Ja, vit vænta heilt sikk­ urt nógv av Buha. Hann er ein ótrúliga góðar leikari, og hevur verið við til at mynda okkara besta lið í nøkur ár. Hann er ein góður verjuleikari og ein sera góður áleypari. Harafturat er hann kanska besti før­ oyski kontraspælarin í løtuni,” sigur venjarin Claus Rasmussen. Í hesum sambandi sigur Claus eisini, at Neistin í løtuni leitar eftir einum málverja. “Neistin hevur fleiri góðar ungar málmenn, sum fara at mynda hetta lið um nøkur ár, men vit hava brúk fyri einum royndum mál­verja, sum eisini kann kasta bóltarnar skjótt út frá málinum, soleiðis at vit kunnu brúka skjótleikan hjá Buha til fulnar.” Sum vit skilja á Claus, so hava teir samband við ein dansk­ an málverja, men ongin avtala er komin uppá pláss enn. Botnliðið kann enda sum oddalið Nú hevur Neistin ligið í botninum tey síðstu árini, og tað er týðiligt, at venjar­ in Claus Rasmussen trýr uppá sítt lið. Bæði hann og leikararnir hjá honum tykjast hava rætta hug­ burðin, so tað er einki at ivast í, at teir fara at spæla ein nógv størri leiklut í komandi kappingarári, enn teir gjørdu í undanfarna. Teir hava vant hart, teir hava ein breiðan hóp við eini góðari blanding av ungum evnaríkum leikarum og spælarum við stórum royndum, teir hava tveir serbar, sum styrkja nógv um hópin, og at enda ein venjara, sum hevur stórt álit á spælarunum. Grundin er løgd, nú skulu spælararnir bert vísa tað á vøllinum. Málið hjá Neistanum er greitt. Teir vilja spæla við, har tað er stuttligt at vera. Síðsta kappingarár var Neistin til tíð­ ir kanónføði hjá oddaliðunum. Leik­ ararnir vóru ungir og óroyndir, og venjarin hevði valt at satsa ungt. Nú eru leikararnir eitt ár eldri, hava størri royndir, samstundis sum Neistin hevur fingið fleiri av royndu kreftunum aftur í hópin. Málið er einki minni enn at enda í toppinum. Hondbóltur Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Stovnað:............................1931 Formaður:.........................Jón Kragesten Venjari:...............................Claus Rasmussen FM-heiti:............................5 FAKTA – Neistin – Eg vil vísa mítt virði Seinasta vetur fekk Neist­ in bert eitt stig, og kunnu vit gott siga, at teir í nógv­ um førum blivu avhølv­ aðir. Teir høvdu tó ikki væntað so nógv meir, tí felagið hevði boðað frá, at teir vildu geva ungu leik­ arunum møguleikan at vísa teirra dygdir. Ein av hesum ungu leikarum er spælfordeilarin, Tróndur Kragesten. Vit hava spurt hann, hvørjar vónir hann hevur til komandi kapp­ ingarár, og hvat hann vænt­ar av sínum liði. Væntar eitt munandi betri kappingarár Vit spurdu Trónd, um manglandi rutinan ikki fór at blíva ein trupulleiki hjá unga neistaliðnum. Tað væntaði Tróndur ikki. “Nei, eg vænti ikki, at tað fer at vera ein so stórur trupulleiki. Ungu leik­ar­ arnir, sum mannaðu liðið í fjør, eru vorðnir eitt ár eldri og trúgva meir uppá teirra evni. Harafturat hava vit fingið nakrar royndar leikarar afturat hópinum, millum annað Áka Mørk og Helga Justinussen, so teir skulu nokk taka eitt sindur av trýstinum av ungu leik­ arunum.” Neistin hevur eisini fing­ ið ein nýggjan ser­biskan strikuspælara, og Tróndur væntar, at hesin leikarin fer at hava sera stóran týdning fyri liðið, tí hann heldur, at teir hava funn­ið ein sannan klassa­leikara í honum. Vil vísa sítt virði Tróndur Kragesten fer nú í gongd við sítt triðja kappingarár sum 1. deild­ arleikari í hondbólti. Síð­ ani hann byrjaði, hevur tað verið týðiligt, at ungi maðurin hevði stak góð hondbóltsevni. Hann hev­ ur leikt yvir fyri bestu leikarunum í landinum, og mongum teirra hevur hann givið grá hár í høvdið. Neistin hevur tó í hansara tíð altíð verið í botninum, og tí hevur tað verið ringt hjá unga havn­ armanninum at fingið sítt endaliga gjøgnumbrot. Nú væntar Tróndur Kragesten tó, at tað fer at vera. “Eg vil vísa fólki, hvør dugur er í mær. Vón­ andi verður hetta árið, har eg fari at fáa mítt endaliga gjøgnumbrot. Eg veit, at vit hava eitt gott lið, og eg trúgvi, at vit fara at gera okkum galdandi í oddi­ num av bestu føroysku hondbóltdeildini komandi vetur.” Vónar at vinna FM Sjálvt um Kyndil vann føroyameistaraheitið síðsta vetur, og Neistin endaði á aftasta plássi, so vónar Tróndur, at Neistin í ár fer at taka fremsta plássið frá hinum havna­ felagnum. “Málið hjá okk­um er sum hjá øllum øðr­um. Vit vilja vinna før­ oyameistaraheitið. Nógv halda tað kanska vera eitt ov stórt stig at taka, men eg haldi at liðið hjá okk­ um er nóg gott til tess. Harafturat vil eg siga, at Kyndil, VÍF og StÍF tykj­ ast vera liðini vit skulu vinna, um vit skulu enda á ovastu rók.” At enda sigur hann, at um teir ikki vinna før­oya­ meistaraheitið, so skulu teir í øllum førum enda framman fyri hitt havn­ar­ liðið, Kyndil. Sostatt hev­ ur hann lagt upp til satt stríð millum bæði havn­ arliðini. Tróndur Kragesten hevur leingi verið rokn­ aður millum størstu talentini í landinum. Hann hevur eisini víst brot av sínum stóra talenti, men nú er tíðin komin, til at Tróndur tekur síðsta fetið og verður ein av berandi kreftunum á einum Neistaliði, sum ætlar at vera partur av oddastríðnum í føroysku hondbóltskappingini komandi vetur. Hondbóltur Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Blagoje Buha hevur verið flúgv­andi, síðani hann kom til Føroya. Venjarin hjá Neistanum, Claus Rasmussen, væntar, at Buha verður millum bestu leikararnar í føroysku kappingini í ár. Mynd: Álvur Haraldsen