mikudagur 6. september 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 171 - 6. september 2006 ]
Stovnað:.....................SÍF 1906, Søljan 1938
Formaður:..................Eina Gudmundsen
Venjari:.......................Sverri Jacobsen
FM-heiti:.....................5
FAKTA – Søljuna
Mannfall í Søljuni
Sverri Jacobsen er nýggjur
venjari hjá Sóljuni, og tað
er ikki eiti á uppgávu, hann
hevur átikið sær. Sóljan
megnaði við bit og slit at
yvirliva í bestu deildini
síðsta
kappingarár,
og
komandi kappingarár sær
als ikki væl út hjá liðnum
vesturi úr Vágum. Um liðið
ikki fær fleiri leikarar, ella
um tær ungu ikki veruliga
taka av møguleikanum,
sum tær nú fáa borið upp
í hendi, so er nógv, sum
bendir á, at Sóljan má tungu
leiðina niður í næstbestu
deildina.
Fleiri av stuðulsleik
arunum eru givnar
Vit spurdu nýggja venjaran,
hvat hann væntar av Sólj
uni, nú hondbóltskappingin
liggur fyri framman. Sverri
var púra erligur, tá hann
segði, at vónirnar vóru ikki
av teimum bestu. “Sjey ella
átta av leikarunum frá í
fjør eru givnir, og hetta
gevur okkum ikki góðar
fyritreytir, heldur hann.
Hópurin í fjør var ikki av
teimum størstu í landinum,
og tá sjey ella átta av tínum
leikarum gevast, so er
ikki lætt at vænta eitt gott
úrslit. Hóast hetta, so havi
eg átikið mær uppgávuna
at stýra hesum liðnum, og
nú ræður um at geva ungu
leikarunum møguleikan,”
sigur Sverri Jacobsen.
Tað er einki at ivast í, at
Sverri fær úr at gera. Fía
Selma Nielsen, sum í nøkur
ár hevur verið millum
týdningarmestu leikararnar
á liðnum, fer av landinum í
lestrarørindum. Tað sama
ger danski málverjin Ditte
Jensen. Hertha Simonsen,
sum eisini hevur verið fast
ur fúsur millum tær fyrstu
sjey, er við barn, so hon
verður ikki við í ár. Hjá
Sóljuni vóna tey, at Hertha
verður klár til endaspælið,
men tað er einki víst.
Trupulleiki við
málmann i
Ofta verður tikið til, at
málverjin er helvtin av
einum hondbóltsliði. Um
hetta er rætt, er ilt at meta
um, men tó má sigast, at
málverjin er ótrúliga týdn
ingarmikil fyri eitt lið.
Hjá Sóljuni er einki
undantak í so máta. Hin
vegin hava tær ein stóran
trupulleika á málmansøki
num, har báðir málmenn
inir frá í fjør eru givnir.
Ditte Jensen er farin til
Danmarkar í lestrarørind
um, meðan Una Jacobsen
er við barn.
Sverri Jacobsen sigur, at
hetta er størsti trupulleikin
hjá felagnum í ár.” Eitt er,
at fleiri av stuðulsleikar
unum eru givnir. Verri er,
at liðið nú skal út at leita
eftir einum nýggjum mál
verja. Tað er ikki lætt at
venja og leika dystir uttan
ein málmann, so tað er sera
týdningarmikið fyri okk
um, at vit fáa ein málmann,
áðrenn kappingin byrjar,”
sigur Sverri.
Málið er at yvirliva
Sóljan hevur ongantíð verið
millum heilt stóra feløgini
í landinum í kvinnuhond
bólti. Tey síðstu árini hava
tær klárað seg væl, og
hava av og á fingið okkurt
óvæntað úrslit. Tær hava
í fleiri umførum roynt at
spælt seg við í oddastríðið,
men higartil hevur tað ikki
eydnast teimum.
Sambært
venjaranum,
Sverra Jacobsen, og lykla
leikaranum, Heidi Mariu
Akselsen, sum er einasti
landsliðsleikarin hjá Sólj
uni, so fer hetta heldur ikki
at eydnast teimum í ár.
“Málið hjá okkum í Sólj
uni er at yvirliva í bestu
deildini, siga tey bæði. Vit
kunnu ikki gera okkum
vónir um nakað meir, tí at
liðið er ikki nóg gott, og
hópurin ikki nóg breiður.
So okkara einasti møgu
leiki er at fáa eitt so gott
úrslit sum møguligt í grund
spælinum, og so royna at
sleppa undan niðurflyting,
tá vit koma í endaspælið,”
siga Sverri og Heidi Maria.
Sóljan endaði síðsta
kappingarár á
einum 6. plássi og
megnaði sostatt at
bjarga sær lívinum
í bestu deildini.
Nú hava fleiri av
stuðulsleikarunum
lagt skógvarnar á
hillina, og tí verður
álitið lagt á ungu
leikararnar hjá
felagnum.
Hondbóltur
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
– Størri ábyrgd á
mínum herðum
Einasti landsliðsleikarin
hjá Sóljuni, Heidi Maria
Akselsen, sigur, at hetta
verður eitt torført kapp
ingarár hjá Sóljuni. “ Útí
móti 10 av okkara leik
arum eru givnir, so tískil
sær einki serligt út hjá
okkum. Fleiri av stuðuls
leikarunum eru ikki við
okkum í ár, og tí fer størri
trýst at liggja á herðunum
hjá teimum rutineraðu
leikarunum.”
Heidi Maria heldur, at
Sóljan ongan møguleika
hevur at enda ímillum
fýra tey ovasta liðini, so
leiðis at tær koma at spæla
í ovara bólki í endaspæli
num. Tær hava tó vónir
fyri framhaldandi luttøku
í bestu deildini eftir hetta
kappingarárið, tí koma
tær í niðara bólk í enda
spælinum, so ætla tær at
stríðast fyri plássinum.
Heidi Maria sigur, at tá
skulu tær spæla ímóti
trimum liðum, sum eru á
sama støði sum tær, og tá
skulu tær sláa til.
Vónar at fáa
fleiri leikarar í
endaspælinum
Tá alt hetta er sagt, so
vónar Heidi Maria Aksel
sen, at onkrir av leikar
unum, sum ikki ætla at
spæla í ár, fara at vera við
í endaspælinum: “Onkur
av okkara leikarum er við
barn, meðan aðrir ikki
hava tíð og yvirskot at
spæla á besta liðnum í
løtuni.
Vónandi
vera
nakrir av hesum tøkar til
endaspælið, soleiðis at vit
hava fleiri fólk at taka
av, tá teir altavgerandi
dystirnir í endaspælinum
standa fyri framman.”
Heidi ásannar tó, at uttan
mun til um so verður ella
ikki, so sær svart út hjá
hondbóltsfelagnum
úr
Vágum.
Nýggi Søljuvenjarin, Sverri Jacobsen, ásannar, at tað sær svart út. Málið er greitt. “Vit skulu
yvirliva í bestu deildini,” sigur nýggi venjarin.
Mynd Álvur Haraldsen
Heidi Maria Akselsen er einasti landsliðsleikarin hjá Søljuni.
Nú hava fleiri av stuðulsleikarunum lagt skógvarnar á hillina
fyribils, so nógv trýst liggur á einasta landsliðsleikaranum
hjá Søljuni.
Mynd Álvur Haraldsen