mikudagur 6. september 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 171 - 6. september 2006 ]
Venjari bað
dómaran
skora
Kendur týskur fót
bóltsvenjari bland
aði dómaran við
ein av sínum egnu
spælarum og bað
hann gera mál
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tey eru mong, sum í hes
um døgum smílast eftir
venjaranum Ralf Rang
nick, sum áður hevur
vant týsku feløgini
Schalke 04 og Stuttgart.
Nú er Rangnick venjari
hjá felagnum TSG
Hoffenheim, og undir
einum dysti herfyri rópti
hann á dómaran og bað
hann taka seg saman og
skora.
Rangnick er litblindur,
og hann gjørdist ikki sørt
nipin, tá ið hann fekk
at vita, at hann hevði
blandað dómaran við ein
av sínum spælarum.
Rangnick er litblindur,
og hann hevur serliga
ilt við at skilja ímillum
grønt og reytt.
– Vanliga spæla vit í
bláum, men vit spældu
hesaferð í okkara reyðu
útivallartroyggjum, og
tá ið dómarin var í grøn
um, sá eg ikki munin
millum hann og mínar
spælarar, sigur Rangnick
við týskar fjølmiðlar.
Ralf Ragnick royndi at
fáa dómaran at skora fyri
sítt lið
Wenger vil av við Føroyar
og hini smáu londini
– Altjóða landsliðsfótbóltur er blivin eitt langt geisp, sigur Arsenal-
venjarin Arsene Wenger, sum heldur, at flestu av dystunum í
landsliðshøpi eru óáhugaverdir, tí munurin millum liðini er so stórur
– 80 prosent av landsdystunum um vikuskiftið vóru púra
óáhugaverdir, og heldur hetta fram, fara fólk at missa áhugan fyri
landsliðsfótbólti, sigur Arsene Wenger við enska blaðið The Sun.
Millum dystirnar, sum fyrrverandi venjarin hjá Inga Højsted uttan
iva sipar til, er skotski stórsigurin á Føroyum og enski stórsigurin
á Andorra.
Rokna við at
Schumacher gevst
Stórur spenningur er til Formil 1 kappkoyringina á Monza-
breytini sunnudagin. Tað er ikki bara orsaka av sjálvari
kappingini, at spenningur er, men eisini tí, at fleirfaldi
týski heimsmeistarin Michael Schumacher fer at hava eina
fráboðan um sína framtíð. Týska blaðið Bild Zeitung gitar
í dag, at Schumacher fer at boða frá, at hann gevst at koyra
Formil 1 eftir ársins kapping. Ferrari hevur roynt at fingið
Schumacher at leingja sín sáttmála, men higartil hevur hann
ikki vilja tosa um sína framtíð í Formil 1. Tað ger hann
sunnudagin.
Um vikuskiftið
vóru sjey føroyskir
súkklarar í Íslandi.
Tríggjar súkklu
kappingar vóru á
skránni, býarkoyring,
landavegkoyring og
einkultstartur. Før
oysku súkklararnir
vunnu gull í øllum
trimum kappingunum
Súkkling
Tíðindaskriv
Tað vóru ikki færri enn tríggir
føroyingar, ið fingu heiðurin at
standa ovast á sigurspallinum
teir
tríggjar
dagarnar,
kappingarnar vardu.
Føroyingarnir fóru til
Íslands fríggjadagin og
longu fríggjakvøldið stóð
fyrsta kappingin á skránni.
Koyrast skuldi 40 km býar
koyring. Veðrið var av tí
allarbesta, og tað var lagið
í føroysku leguni eisini eftir
kappingina, tí føroyingar áttu
øll trý medaljuplássini. Bogi
Kristiansen vann, Gunnar
Dahl-Olsen gjørdist nummar
tvey, og Eli Christiansen trý.
Veðrið var aftur gott leyg
ardagin, og í brennandi sól
skini løgdu súkklararnir
til brots leygarmorgunin.
Kappast skuldi í 70 km
Landavegkoyring. Leiðin
gekk fram við Tingvallavatn,
og á leiðini har eru væl av
brekkum, og tí var teinurin
bæði spennandi og strævin.
Eli í essinum
Hóast skaða í knænum var
Eli væl koyrandi og stutt
eftir at kappingin var skotin
ígongd, lá Eli í útbroti
saman við unga og sterka
Hlynur Thorsteinsson. Hetta
útbrotið helt leingi, og ikki
fyrr enn farið var undir teir
seinastu 20 km, vóru Eli og
Hlynur heintaðir av hinum.
Bogi hevði gulu førara
troyggjuna at verja, og
uppá skift royndu Bogi og
Gunnar at sleppa avstað frá
feltinum, nú kappingin nærk
aðist endanum. Báðir fóru
sjálvandi eftir sigrinum. Men
Gunnlaugur Jónasson, ið sá
sær ein møguleika at vinna
samanlagt, um hann ikki misti
ov nógva tíð í hesari kapp
ingini, súkklaði skjótt og eff
ektivt útbrótararnar inn aftur.
Tað vóru umleið sjey súkkl
arar, ið súkklaðu saman, nú
bert fáir kilometrar vóru eftir
á mál. Millum hesar vóru
Bogi, Eli, Torkil og Gunnar.
Men tað var Gunnar, ið lá
best fyri í endaspurtinum og
hevði best bein, og tí var tað
hann, ið vann endaspurtin
móti Boga, Gunnlaugur
Jónasson úr Íslandi, Brad
Evans úr USA.
Einkultstarturin
avgerandi
Í samlaðu støðuni var tætt
millum fremstu súkkl
ararnar, og tí var spenning
ur í luftini undan einkult
startkappingini, ið fór fram
við Bláalón.
Koyrast skuldi 20 km, og
tá menn høvdu koyrt hálv
an teinin lá Gunnlaugur
Jónasson á odda, og hann
førdi við umleið 15 sekund
um framman fyri Gunnar.
Hetta visti Gunnar, ið
royndi tí av øllum alvi at
koyra Gunnlaugur inn aftur.
Men ov nógvar kreftir vóru
allarhelst brúktar leygar
dagin, og tí eydnaðist hetta
ikki, og íslendingar fingu tí
sín fyrsta sigur.
Men heldur ikki sunnudag
in fóru føroyingar tómhentir
avstað eftir kappingarlok.
Torkil Veyhe, ið fekk sera
harða kapping frá Hlynur
Thorsteinsson allar dagarnar,
megnaði sunnudagin at
vinna einkultstartin hjá
unglingum við bert einum
sekundi. So gott koyrdi
Torkil, at hann umframt
at vinna unglingabólkin,
gjørdist nummar trý hjá
teimum vaksnu, bert hálvan
annan minutt eftir vinnaran,
Gunnlaugur Jónasson.
Gott veður, spennanandi
kappingar, jalig upplivilsir,
góð venjing og gott vinarlag
var tað, ið føroysku súkkl
arnir upplivdu í Íslandi farna
vikuskifti.
Komandi vikuskifti skulu
føroysku súkklararnir aftur
í eldin. Á skránni standa
tvær FM-kappingar. Fríggja
kvøldið verður kappast í 40 km
einkultstarti og sunnudagin í
100 km landavegkoyring.
Til ber at tilmelda seg
og lesa um kappingarnar á
www.tsf.fo.
Føroyar
vann súkklu
dystin móti
Íslandi
Gunnar Dahl Olsen vann kappingina í landavegssúkkling, meðan Bogi Kristiansen vann
býarsúkklingina. Torkil Veyhe vann einkultstartin hjá unglingum