Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. september 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Sitat úr onkrum blaðið ella sum onkur hevur sagt íð er við í einari grein hjá okkum í dag ella ein stuttur stubbi Xxxxxxx Xxxxxxxx um okkurt Nr. 172 - 7. september 2006 tíðindi SAMBAND Eirikur Lindenskov post@sosialurin.fo tlf 341800 Fríggjakvøldið fara Neil Joensen og vinfólk á pall á Tvøroyri Tónleikur Neil Joensen kenna tey flestu frá samstarvinum við Guðr­una Sólju Jac­ob­sen. Og seinni eisini frá sam­­­starv­­­i­num við ­bróður Guðr­ una, Eyðun Ás­ a­son. Saman hava Neil og Eyð­un spælt sera nógv, mest í Havnini síðstu tíðina. Men Neil er eis­ini partur av mann­­ing­ini í bólk­i­num Bland­ ing, og tað er stór­ur partur av hesi manning, sum fríggj­a­kvøldið fer á pall hjá Thomsen á Tvør­ oy­ri undir heitinum Neil’s Band. Neil’s Band fer at leika góð­an café-tónleik, ið hósk­­ar væl til hugnaliga um­­hvørv­­ið í Pubb ini hjá Thomsen. Fyri stuttum fekk fyrsta fløg­ an hjá føroyska rokk­bólk­ i­num Gestir gott ummæli í Danmark frá musik.dk, og nú fær útgávan eisini gott ummæli í Svøríki. Svenska Zero Magazine hev­ur ummælt fløguna ”Burt­ur frá toftunum”, og niðurstøðan er greið: Fløg­an er strálandi. Gest­ir fáa 8 stig út av 10 fyri fløguna, ið sum heild verður lýst at vera ný­skapandi og hugtakandi. Um­mælarin leggur dent á sangin á føroyskum og rødd­ina hjá Ólavi sum eina av dygdunum. Tónleikurin verður lýstur sum dram­at­ isk­ur og rokkutur í stíl við svensku Kent og spennandi og skiftandi í stíl við ensku Radiohead - men sam­an­hangandi eru eisini føroysku náttúrumyndirnar, ið tónleikurin end­ur­spegl­ ar, sig­ur ummælarin. Um­­mæl­­ar­­in metir, at ljóð­ mynd­in møguliga kundi ver­ið eitt sindur greiðari, men somuleiðis, at hetta ikki bilar so nógv, í mun til hvussu góð fløgan er. Fløg­an ljóðar væl og gevur íblástur. Hon gevur einum hug at keypa sær ferðaseðil út í Norðuratlantshavið, end­ar ummælarin. Les ummælið á zer­o­mag­a­zi­ ne.nu/rec.asp?id=1396 nud Zero Magazine: Gestir eru strálandi Neil’s Band á pall hjá Thomsen 4