hósdagur 7. september 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 172 - 7. september 2006
5
tíðindi
Leygardagin sleppa
veljarar í Gøtu og
Leirvík at siga sína
hugsan um ætlaðu
samanleggingina
av kommununum
báðum.
Ójavnar hugsanir eru
í báðum bygdunum
um málið. Kortini
tykist tað vera
so, at ein greiður
meiriluti verður fyri
uppskotinum.
Fólkaatkvøða
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Gøta/Leirvík:
Leygar
kvøldið kl. 20 er avgerðin
fallin,
hvørt
Gøta
og
Leirvík skulu leggja saman
ella ikki.
Kl. 10 lata valhølini á
báðum støðum upp, og tá
sleppur bygdarfólkið at
siga sína hugsan um hetta
málið.
Spurningurin, sum støða
skal takst til er hesin
einfaldi: “Taka tygum undir
við, at Gøtu Kommuna
og Leirvíkar Kommuna
verða lagdar saman í eina
kommunu? JA ella NEI!”
Bygdaráðini bæði hava
frammanundan sagt seg
vera sinnað fyri eini slíkari
loysn, men ynsktu fyrst at
spyrja borgararnar eftir,
áðrenn endalig avgerð varð
tikin.
Nógv hevur verið tosað
og tjakast um hetta evnið í
báðum bygdunum. Onkur
heldur kanska at ov stutt er
fráliðin, síðani fráboðanin
kom til endalig støða nú
skal takast. Tey høvdu ynskt
sær betri tíð til líkasum at
sodna hesa ætlan.
Men leygardagin 9. sep
tember er kortini dagurin,
tá 740 veljarar í Gøtu
kommunu og 640 veljarar
í Leirvíkar kommunu skulu
til valhølini.
Fyri mong er hetta fyrstu
ferð at tey sleppa til eina
slíka atkvøðugreiðslu. Sam
stundis kann hetta gerast
seinasta ferðin at tey sleppa
á val í teirra respektivu
kommunu.
Gongur soleiðis sum
tendensurin
er
millum
bygdarfólkið og í kom
mununi, so fara báðar kom
munurnar at hvørva sum
sjálvstøðugar kommunur.
Ístaðin verða tær at
rokna sum ein kommuna í
framtíðini, tá allir formali
tetur og paragraffir eru
fingnar frá hond.
Tvey alternativ
Á báðum bygdum byrjar
atkvøðugreiðslan kl. 10
og endar kl. 20. Eftir tað
byrjar so uppteljingin av
atkvøðunum.
Måns Persson, formaður í
valstýrinum í Gøtu sigur, at
tað vanliga plagar at ganga
skjótt at telja upp atkvøður
har í samband við til dømis
løgtingsval.
Tá tekur tað meiri tíð
at deila atkvøðurnar út til
teir ymisku flokkarnar og
valevnini. Men hesaferð er
munandi lættari.
- Nú eru bara tvey
alternativ – ja ella nei. So
tí rokni eg við, at vit hava
okkara úrslit klárt longu
um hálvgumníggju-tíðina,
sigur hann.
Í Gøtu búgva annars 1068
fólk og í Leirvík 865. Uppá
seg hevur Leirvík fleiri
veljarar enn Gøta.
Ivi
Mesti
spenningurin
er
kanska um valið í Leirvík,
har fólk hava verið munandi
meiri ivasom um hvat tey
skuldu velja enn fólkini í
grannakommununi.
Meðan ein væntar nær
um 100 % undirtøku í
Gøtu fyri samanleggingini,
rokna menn varliga við
at millum 15 og 25 % av
leirvíkingum fara at siga
nei til uppskotið.
Leygarkvøldið fáa vit so
svar uppá tann spurningin.
1380 veljarar siga sína hugsan
Atkvøðuseðilin er greiður – fyri ella ímóti samanlegging
Mynd: Jens Kr. Vang
“Taka tygum undir við, at Gøtu Kommuna og Leirvíkar Kommuna
verða lagdar saman í eina kommunu? JA ella NEI!”
Lesið meiri um støðuna
hjá fólki í báðum
kommununum á næstu
síðunum.