Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. september 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 172 - 7. september 2006 tíðindi – Mín støða er púra greið: JA! Gøta: Hóast tveir dagar enn eru til fólkaatkvøðuna hava fleiri longu verið og greitt atkvøðu. Tað tykist nevniliga sum gøtufólk eru sera spent uppá hesa sermerktu at­ kvøðugreiðsluna um hvørt grannakommunurnar skulu leggjast saman í eina. Hóast tað valdaði friður á kommunustkrivstovuni í Gøtu fyrrapartin í gjár, so er tað kortini henda at­ kvøðugreiðslan sum fer við nógvari tíð. Leygardagin skulu nevn­ iliga teir 740 veljararnir í Gøtu kommunu á val, um tey eru samd við bygda­ ráðnum í avgerðini um samanleggingini ella ikki. Fleiri fólk, sum ikki vera heima valdagin, fara at greiða atkvøðu umvegis brævatkvøðu. Ein teirra er Sædis Eil­ ifsdóttir, sum ikki verður í Gøtu leygardagin. Tá verð­ ur hon, sum rímiligt er stødd í Tivoli í Keyp­ mannahavn, har dóttir henn­ara, Eivør Pálsdótir skal hava konsert um kvøld­ ið. Samstarv Tað kunnu sjálvandi vera ymiskar hugsanir um eitt slíkt mál. Men Sædis hevur kortini eina greiða støðu: - Eg havi atkvøtt ja, sigur hon, beint eftir at bræv­at­ kvøðan er latin for­manni­ num í valstýrinum, Måns Persson. Líkt er til at fleiri onnur – fyri ikki at siga flestøll – gøtufólk eru av somu hugsan sum Sædis. Og tað skilir hon væl: – Tað er longu nú nógv samstarv millum báðar bygd­irnar. Og so liggja tær eisini so tætt at hvørji aðrari. – So tað er tí púra nat­ úrligt at tvær slíkar kom­ munur leggja saman í eina kommunu, sigur hon. Einasta rætta Hósdagin í farnu viku var borgarafundur í Gøtu um hetta málið, og týskvøldið var ein líknandi fundur í Leirvík. Men fyri Sædis hevur ongantíð verið nakar ivi um, hvat var rættast at gera: – Eg var beinanvegin positivt sinnað fyri eini samanlegging. Tað er eisini tað einasta rætta at gera, sigur hon avgjørd. Hon sóknar tó við, at nøkur fólk í Gøtu eru kanska ivasom í hesum máli. – Hetta er kanska mest tey eldru. Eg trúgvi at tey ungu halda tað vera rætt at leggja saman. – Mín støða er kortini púra greið, sigur Sædis. – Eg haldi, at tað er ein sjálvfylgja at tvær slíkar kommunur leg- gja saman, sigur Sædis Eilifsdóttir í Gøtu. Fyrra­­partin í gjár var hon og greid- di atkvøðu í brævi. Hon sigur greitt ja til samanlegging við Leirvík. Fólkaatkvøða Snorri Brend snorri@sosialurin.fo – Mín støða er púra greið: NEI! Leirvík: Gjáramorgun­ in var Hegin staddur á Statoil-støðini í Leirvík til fyrrapartskaffi. Eins og vanligt er slíkar fyrrapartar, er ein hópur av mannfólki í øllum aldri komin saman her. Hetta er undirhúsið í Leirvík. Her verða tey stóru evnini tikin fram og við­ gjørd. Og her sleppa allir at siga sína hugsan um dags­ ins mongu evni. Her er loyvt at vera ósamdur. Men í morgun tykist semjan at vera rættiliga stór millum hesar menninar í kaffistovuni. Evnið er sam­ anleggingin við Gøtu. Og støðan er eitt avgjørt NEI til hesa. Tað heldur Hegin eisini. Tí sum hann sigur: – Vit fáa ikki nakrar ser­ ligar fyrimunir av sam­ anleggingini. Tað verður Gøta sum fær flestu fyri­ munir, sigur hann. Hinir nikka sam­tykkj­an­ di. Tað verður helst so sum hann sigur. Tann størra kommunan fer helst avstað við bróðurpartinum. Spinkað og spart Hegin hevur fylgt væl við í orðaskiftinum hesa sein­ astu tíðina. Og hansara meining er greið: – Sært tú. Vit her í Leir­ vík hava spinkað og spart í nógv ár. Ja, tú kanst siga, at so nógv er vorðið spart her, at vit hava ikki havt ráð at stykkja út. – Nú eru endiliga kom­n­ ar nakrar milliónir í kass­ an. Og so skal ein beinan­ vegin leggja saman, sigur hann. Í Gøtu eru stórar ætlanir innan vinnulív og mentan. Ætlanin er m.a. at útbyggja fótbóltsvøllin og gera eitt mentunarhús, eins og menn eru farnir undir handils­ depilin. – Eg veit ikki. Vit hava eitt bygdarhús her í Leir­ vík. Hetta er eitt gott hús. Fara teir nú at byggja eitt mentunarhús í Gøtu, so fer tað at undirminera okkara hús, sigur Hegin. Samstarvið innan skúla­ verkið hevur eisini verið frammi í orðaskiftinum. Her hevur hann eisini eina greiða støðu: Ein átti at gjørt ein felags fram­halds­ skúla fyri allar tríggjar bygdirnar á Kambsdali. – Har eru fleiri skúlar frammanundan, og tí átti ein at kunna savnað næm­ ingarnar saman her longu frá 8. flokki, sigur hann. Allar tríggjar Skulu kommunur leggja saman er neyðugt at tær kunnu og duga at sam­ starva. Hann hevur hoyrt bygda­ ráðslimir og onnur siga, at fuglfirðingar snøgt sagt vildu ikki við í samstarvið. Hetta varð eisini nevnt á borgarafundinum í Leir­ vík. – Men eg havi tvørtur­ ímóti skilt, at Sigurd borg­ arstjóri í Fuglafirði nettupp hevur sagt, at hann er posi­ tivur fyri at allar kom­mun­ urnar løgdu saman. – Persónliga hevði mær tí dámt best, um allar tríggjar bygdirnar í økinum løgdu saman í eina stóra kom­ munu. Hetta áttu tær allar at lagt seg eftir, sigur Hegin. Hann er sannførdur um, at nógvir fyrimunir høvdu verið við hesum bygdun­­um, sum á henda hátt og reint geografiskt høvdu kunnað verðið ein virkin tríhyrn­ ingur. – Hetta hevði eisini gagn­ að samstarvinum. Við trim­ um kommunum saman hevði verið neyðugt at funnið fram til semjur og loysnir sum allar kundu góðtaka. – Hetta, trúgvi eg, hevði verðið til gagns fyri okkum øll! – Nú eru endiliga nakrar milliónir í kommunukassanum. Og so skulu vit bein- anvegin leggja saman. Tað skilji eg ikki, sigur leirvíkingurin, Hegin Sevdal. Leirvíkingar tykjast meiri ivingars- amir til samanleggin- gina enn gøtufólk. Ein teirra er Hegin Sevdal: - Eg síggi ongan fyri- mun við at leggja saman við Gøtu. Ikki ein einasta, sigur hann avgjørdur. Fólkaatkvøða Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Sædis Eilifsdóttir við brævatkvøðuni í hondini. – Mín støða er púra greið, sigur hon Mynd: Jens Kr. Vang – Leirvíkingar fáa ongan fyrimun av samanleggingini við Gøtu, sigur Hegin Sevdal Mynd: Jens Kr. Vang