Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. september 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 172 - 7. september 2006 7 tíðindi Norðragøta: Tað er rættiliga friðarligt her í handlinum hjá PW hesa løtuna. Klokkan er farin at nærk­ ast 11:15 og bert ein kundi er í handlinum: Ein kona er farin at keypa saman við trimum av børnunum úr dagstovninum, har hon ar­ beiðir. Tey keypa stórt inn hesa løtuna, men annars er bert ein annar maður stendur úti við inngongdina og prátar. Hann er farin til handils og hittir her av tilvild lítla son sín. Tvey av børnunum í hes­ um flokkinum siga ikki so nógv, men tann eini drong­ urin tykist móður í morg­ un. Hann orkar ikki hugs­ anina um at skula ganga allan vegin heim aftur í barnagarðin. Hann vil hava hjálp frá pápanum: – Nei, góði. Babba er til arbeðis. Eg kann ikki koyra teg til barnagarðin. Tú mást fylgjast saman við hinum, sigur hann. Har gerst ikki annað hjá soninum. Hann má fylgjast við hinum báðum børn­un­ um. Hetta er ein partur av lívsins skúla! Alt broytt Hvat hesin lítli drongurin veit um fólkaatkvøðuna leyg­ardagin, kunnu vit bert gita um. Men her fekk hann í øllum førum ein lærdóm, hóast hesin helst í fyrstu syftu ikki mundi tykjast so góður og lættur: Skalt tú røkka nøkrum her í lívinum, mást tú sam­ starva við onnur og fylgjast saman við teimum. Hóast tit kunnu vera so ymiskt fyri á mongum økjum, er neyðugt at verða saman við øðrum fyri at fáa nakað burtur úr og fyri at koma á mál. Hann hevur kanska sung­ ið sangin í barnagarðinum “Tess meir vit eru saman. Tess størri gleðin er!” Ein­ faldu orðini hava uttan iva sagt børnunum okkurt. Men hetta saman hava helst tey allarflestu fólkini om­anfyri 18 ár í Gøtu kom­munu skilt, nú tey skulu taka støðu til samanlegging við Leirvík leygardagin. Hesin lítli hevur nógv eftir at læra í lívinum. Hann verður eisini noyddur at venja seg við tankan um, at tá hann var barn vaks hann upp í Gøtu kommunu. Men ein leygardag í sep­ tember mánaði 2006 broytt­ ist alt so brádliga, tá fólk fóru til fólkaatkvøðu. Tess meir vit eru saman við leirvíkingum, tess meiri fæst burturúr! Sleppa ikki at bestemma Hóast bilurin hjá Sosiali­ num stendur í túninum heldur tað als ikki fólki aftur við at fara til handils. Heldur hinvegin, kanska. Brádliga gongur hurðin fleiri ferðir og meiri til­ komið fólk koma til hand­ ils. Tey skulu helst líka keypa okkurt beint upp undir døgurðan. Ungi maðurin er óføra prátingarsamur, og tað er skjótt at samtalan í handli­ num kemur inn á saman­ leggingina. – Nú, hvat heldur tú um samanleggingina?, spyr hann eina eldri kvinnu sum stendur við einum mjólka­ pakka í hondini. Hon hevur ikki so góðan hug at gera viðmerkingar, tá umboð fyri tíðinda­tæn­ astuna eru til staðar. Eina løtu seinni kemur tað sátt­ liga frá henni, men kortini avgjørt: – Eg haldi at tað er betri at leggja saman við Leirvík enn við Fuglafjørð. Koma teir uppí, so vilja teir sleppa at bestemma. Og tað haldi eg ikki, at teir skulu sleppa. – Nei, vit hóska best saman við leirvíkingum, sigur hon. Kraddutir Ungi maðurin er klárur við eini viðmerking beinan­ vegin: - Nú, nú, snakka nú ikki so hart. Gloym ikki at henda eina handilskvinnan er júst úr Fuglafirði! Henda letur ikki hørðu orðini við seg koma. Hon man hava hoyrt tey so ofta áður hesa seinastu tíðina. Men hini í handlinum tykjast ikki so ósamd við hvøssu orðingini mótvegis fuglfirðingum: Ein onnur kona í handli­ num tekur undir við hesum, og leggur so aftrat: - Fuglfirðingar! Noy, teir vilja vit einki hava við at gera. Teir eru so kraddutir! – Eg haldi at vit fyrst skulu leggja saman við Leirvík. Og síðani eiga vit at tosa við Klaksvík! Búmerkið klárt Fleiri fólk standa nú í kø við kassan, nú tað stóra innkeypið hjá barnagarði­ num skal avgreiðast. – Nú, keypa tit ongar rosinur í morgun?!, spyr ungi maðurin. Eitt skot til leirvíkingar, sum sigast at dáma so væl rosinur. Kvinnan við børnunum svarar ikki, men tað ger ungi maðurin sjálvur: – Eg havi hoyrt at bú­ merkið fyri ta nýggju kom­ mununa langt síðani er gjørt. Hava tit hoyrt tað? Nei, tað er ikki líkt til at hini hava hoyrt nakað orð grett um tað. – Jú, teir siga fyri mær at tað skal vera ein skuri sum pikkar hol í ein rosinu­ pakka! Øll hini bresta út úr at flenna. Tað er ikki sørt at hesir gøtu-skurarnir duga at síggja tað ironiska í júst einum slíkum úttalilsi. – Og so siga tey fyri mær, at fótbóltsfeløgini bæði skulu leggja saman í eitt. Nýggja navnið skal vera LÍG - og tað skal út­ talast sum “lík”. Ella hví ikki bara kalla tað fyri GLÍ?! He-he! Hann dugir at siga tað, og hini tykjast at vera óføra hugtikin av tí, sum hesin ungi maðurin ber fram. – Men spyrt tú meg, so eri eg sjálvandi fyri saman­ legging. Vit gerast ein stór kommunal eind og eg haldi, at báðar kommunurnar har­ monera væl saman. – Tí fari eg at atkvøða ja leygardagin, sigur hann avgjørdur. Samanhald Eini eldri hjún eru nú komin fram til kassan. Tey hava bæði við áhuga hoyrt prátið í handlinum hesa løtuna. Hvat munnu tey halda um ætlaðu saman­legg­ing­ ina? Konan leggur vørurnar á diskin, meðan maðurin koyr­­ir tær í ein posa so­hvørt sum kassadaman hevur tikið fyri tær. – Man veit hvat man hevur, men ikki hvat man fær, er stutta svarið frá manninum. Hann heldur á at fylla í Samkeyps-posarnar. At enda er alt komið í. Konan rindar fyri og tey fara út gjøgnum dyrnar. Í tí hann fer út gjøgnum dyrnar letur hann kortini ongan iva vera um, hvat hann fer at atkvøða. – Eg veit bara eitt: Sam­ anhald, tað gevur styrki! Gøtufólk tykjast ikki vera í iva um úrslitið av valinum. Har verður helst eitt greitt ja. Tey vilja ikki hoyra talan um Fuglafjørð: Fyrst fara vit í sam- starv við Leirvík og síðani stendur Klaksvík á skránni! Fólkaatkvøða Snorri Brend snorri@sosialurin.fo – Keypa tit ikki rosinur í morgun? Dáma skurunum rosinur? Ella er tað øvugt? Tekning: Óli P Sjálvt í Gøtu dáma teimum rosinur – eisini tær frá Food Line! Mynd: Jens Kr. Vang