hósdagur 7. september 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 172 - 7. september 2006
tíðindi
Hvat halda tey ungu
gøtufólkini og teir
ungu leirvíkingarnir
um kommunu
samanlegging millum
teirra heimbygdir?
Vit hava spurt
nakrar næmingar á
handilsskúlanum á
Kambsdali
Kommunur
Ella Larsen
ella@sosialurin.fo
Sóley Jacobsen er úr
Syðrugøtu. Viviann Hansen
og Rósa J. Nielsen eru úr
Leirvík. Allar ganga tær í
1. HH b. í handilsskúlanum
á Kambsdali.
Hvat fara tit at atkvøða
til fólkaatkvøðuna leygar
dagin?
Rósa: eg fari at siga ja.
- Eg haldi, at tað kundi
givið betri samanhald við
Gøtu, um kommunurnar
løgdu saman.
Sóley: eg havi enn ikki
avgjørt, hvat eg fari at
atkvøða. Men eg eri opin
fyri samanleggingini, so eg
sigi nokk ja.
- Tað er gott samanhald
millum bygdirnar, og tær
samstarva longu á fleiri
økjum. Til dømis hava vit
felags fimleikafelag og
næmingarnir í framhalds
deildini ganga í skúla
saman í Fuglafirði. Eg
dugi ikki rættiliga at síggja
nakran vansa við saman
leggingini. Eg haldi, at tað
er betri, at kommunurnar
sjálvar leggja saman nú,
enn at tær kunnu verða
noyddar at leggja saman
seinni.
Viviann: eg fari eisini at
atkvøða ja.
–
Leirvík
og
Gøta
hava
frammanundan
nógv saman. Til dømis
samstarva vit um fótbóltin
hjá teimum ungu. Tá onkur
aldursbólkur í Leirvík ikki
fær mannað lið, tí tey eru
ov fá, so er tað nógv ið fara
til Gøtu at spæla.
Viviann og Rósa halda,
at tað er betri, at Leirvík
leggur saman við Gøtu, enn
at bygdin til dømis bleiv
ein partur av Klaksvíkar
kommunu.
- Gøta og Leirvík líkjast
meira. Tað er betri, at tað
eru tvær smáar bygdir, sum
leggja saman, heldur enn
at tann lítla bygdin verður
løgd innundir ta størru
kommununa.
Ungdómur fyri samanlegging
Rósa J. Nielsen úr Leirvík, Sóley Jacobsen úr Syðrugøtu
og Viviann Hansen úr Leirvík eru allar opnar fyri
kommunusamanlegging millum Leirvík og Gøtu.
Mynd: Jens Kristian Vang
Leirvíkar bygdarráð
er ikki so samt
um kommunu
samanleggingina,
sum tað higartil
hevur latið til.
Bygdarráðslimur
Jóhan Christiansen
heldur ikki, at tað
er rætt at leggja
kommunurnar saman
Kommunur
Ella Larsen
ella@sosialurin.fo
- Eg haldi ikki, at vit skulu
leggja saman, tí eg dugi
ikki at síggja fyrimunirnar
við
tí,
sigur
Jóhan
Christiansen, yngsti limur í
bygdarráðnum í Leirvík.
- Tey sum argumentera
fyri siga, at størri eindir
eru sterkari, og at við størri
eindum kunnu kommun
urnar
hava
eina
betri
umsiting. Men eg haldi at
um umsiting er argumentið,
so hava tey eina stóra og
etableraða umsiting í Klaks
vík, og tey hava eisini
eina í Runavík. Eg haldi
ikki, at 2000 fólk geva
eitt grundarlag fyri eini
stórari og professionellari
umsiting,
sigur
Jóhan
Christiansen.
- Tað er nú ikki umsitingin,
sum ber kommununa fram
eftir, tað skuldi gjarna verið
politikararnir.
Men um avgerð verður
tikin um at Leirvíkar
kommuna skal leggjast
saman við aðrari kommunu,
heldur Jóhan Christiansen
tó, at tað er rætt at leggja
saman við Gøtu nú, og
møguliga leggja saman
við eini størri kommunu
seinni.
Fari varligari fram
- Vissi vit hyggja eftir
teimum stóru kommununum
í dag, so er veruleikin, at tær
klára ikki at nøkta tørvin.
Tað er júst kommunur á tí
støddina sum Leirvík og
Gøta hava í dag, sum klára
tað.
Jóhan Christiansen legg
ur tó dent á, at hann ikki
sigur hetta, fyri at verja
Leirvík. Hann heldur tað
eisini vera ein fyrimun fyri
Gøtu, um bygdirnar standa
einsamallar, í øllum førum
eina tíð afturat.
- Kommunurnar kunnu
byrja við at skapa sær eitt
samstarv, har kommunu
samanlegging kann vera
endamálið. Tað er vorði
nevnt, at við einari saman
legging kunnu vit samskipa
barnaansing, skúla og eldra
øki. Meg eg dugi ikki at
síggja, hvat trupulleikin
er við at samskipa hesi
øki nú, uttan at leggja
kommunurnar saman, sigur
Jóhan Christiansen.
- Sundalagið er eitt
gott dømi um, hvussu
samanleggingin eigur at
vera gjørd. Har byrjaðu
tey við at samstarva, og tá
tey høvdu funnið útav, at
tað virkaði væl, løgdu tey
kommunurnar saman. Hetta
er tað rætta, tí tá tað er
lagt saman, so vendist ikki
aftur. Tað er fastlagt við
løgtingslóg, at tá sleppur
kommunan ikki burturúr
aftur.
- Mær hevði dámt betur,
um vit fóru eitt sindur
varligari fram, so vit vistu,
at samanlegging var tað
rætta.
Ræðumyndin, um Leirvík
letur verða vit at leggja
saman við Gøtu nú, er, at
Leirvík fer at standa øðiliga
einsamøll. Gøta kundi til
dømis valt at lagt saman
við Runavík, og tá eru nógv
fólk bangin fyri, at Leirvík
fer at vera noydd, at leggja
saman við onkrari størri
kommunu.
Men
Jóhan
Christiansen heldur ongan
vanda vera fyri tí
- Tað hava tey sagt í tíggju
ár. Eg haldi ikki at tey tora
at tvinga kommunurnar at
leggja saman. Tað hevði
verið fullkomiliga at sett
tað kommunala sjálvræðið
uppá spæl.
Atkvøður nei
- Eg fari at atkvøða
nei, men eg vænti, at
úrslitið av fólkaatkvøðuni
verður eitt ja. Vit koyrdu
henda spurning út til
fólkaatkvøðu, tí hetta er
ein ov stór avgerð at taka
í einum kommunustýri.
Hóast eg persónliga eri
ímóti samanleggingini, ætli
eg mær tí fult út at stuðla
tí, um fólkið sigur ja, lovar
Jóhan Christiansen.
- Eg havi allatíð meldað
út, hvat eg haldi um
samanleggingina. Tað er
ikki bara ljósareytt at leg
gja saman, sjálvt um tað
ofta verður lýst á tann hátt.
Tey, ið tosa fyri, tosa bara
um, at ein størri eind kann
geva betri tænastu, og at tað
enntá verður bíligari. Um
vit leggja saman fáa vit gott
nokk 25 milliónir krónur
og 1000 fólk afturat, men
útreiðslurnar fylgja eisini
við.
- Eg haldi, at tað er mín
skylda at vísa á, at tað er
eisini ein onnur síða við
samanleggingini. Eg haldi,
at hesi ting eisini skulu
takast við í metingina, tá
vit skulu taka avgerðina.
- Eg haldi ikki, at vit skulu leggja saman, tí eg dugi ikki at síggja fyrimunirnar við tí, sigur Jóhan Christiansen limur í Leirvíkar
bygdarráði.
Mynd: Jens Kristian Vang
Bygdarráðslimur:
- Vit eiga ikki at leggja saman