hósdagur 7. september 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 172 - 7. september 2006
9
tíðindi
Nógvir leirvíkingar
halda seg ikki
hava nóg góðar
upplýsingar til at taka
støðu til, um tað er
rætt við kommunu
samanlegging. Tey
halda skotbráðið
vera ov stutt, til
at taka avgerðina.
Fríðgerð Heinesen,
borgarstjóri í Leirvík,
skilir ikki átalurnar
frá bygdafólkinum
Kommunur
Ella Larsen
ella@sosialurin.fo
- Vit hava roynt at kunnað
borgararnar um ætlanirnar
um samanlegging, millum
annað við at leggja upp
lýsingar á okkara heima
síðu. Tá sáttmálin bleiv
kunngjørdur 23. juni bleiv
tað sligið rættiliga stórt upp
í fjølmiðlunum, um at ein
bygdarráðsfundur skuldi
vera 26. juni bæði í Gøtu
og Leirvík um kommunu
samanlegging, og um at vit
skuldu koyra ein sáttmála
út til fólkaatkvøðu. Men
eingin borgari í Leirvík
møtti upp til fundin. Høvdu
tey møtt upp til fundin,
so høvdu tey eisini verið
kunnaði, sigur Fríðgerð
Heinesen.
- Tá spurningurin um
samanlegging kom út í
fjølmiðlarnar, so var hann
ikki um, hvat vit ætla við
hesi nýggju kommununi.
Spurningurin var bara:
“Hví leggja tit ikki saman
við Fuglafirði?” Tað hevur
víst seg, at orðaskiftið í
Leirvík hevur snúð seg um
júst henda spurning. Tað er
ikki fyrr enn nú, fólk byrja
at spyrja, hvat tað merkir,
at Gøta og Leirvík leggja
saman.
Í sáttmálanum um saman
leggingina, hava bygdar
ráðini ikki skrivað nakað
konkret um, hvat skal
henda, eftir kommunurnar
eru vorðnar ein.
Ætlanir
Hvat eru ætlanirnar fyri
kommunurnar eftir saman
leggingina?
-
Um
kommunurnar
verða lagdar saman, verður
tað nýggja bygdaráðið, sum
avgerð hvat skal gerast,
sigur Fríðgerð Heinesen.
Men hon heldur, at í
tíðarskeiðinum frá nú til eina
møguliga samanlegging,
hava sitandi bygdarráð
ávirkan, kunnu samstarva
og hava møguleika at gera
íløgur í felag.
- Nú hava vit til dømis eitt
samstarv um sløkkiliðið.
Vit hava eitt sløkkilið í
hvørjari av kommununum.
Har kundu vit valt at lagt
tey saman til eitt felags
sløkkilið. Vit kundu eisini
fara eitt stig víðari, og gjørt
tað soleiðis, at vit eiga alt í
felag. Tað er ein spurningur
um, hvussu vit velja at
arbeiða framyvir, um vit
vita, at kommunurnar vera
ein um tvey ár, tí tá koma
vit at eiga alt í felag.
Bygdarráðini hava ikki
lovað
hvørjum
øðrum
hvørji ávís ting skulu vera
í hvørjari bygd, at “um vit
fáa hetta, so fáa tit hatta.”
- Vit hava valt at siga,
at hetta er ikki sum í fleiri
øðrum samanleggingum.
Vit hava ikki gjørt eitt
gerðabýti ella ein handil.
Vit vera ikki keypt ella seld
fyri at vera saman við Gøtu,
sigur Fríðgerð Heinesen.
- Vit hava sagt, at
Leirvík hevur stórt sæð
teir hentleikar, sum vit
hava brúk fyri. Tað hevur
Gøta eisini, og tað kemur
eisini nýtt allatíðina. Sumt
skal vera í báðum bygdum,
meðan aðrar íløgur áttu ikki
at verið gjørdar í báðum
støðum. Vit hava valt ikki
at fara inn á konkretar
spurningar.
Alt verður sum tað er
Áttu tit ikki verið meira
ítøkilig, tá nú leirvíkingar
eru bangnir fyri, at alt fer
úr bygdini?
- Vit hava avtalað, at alt
verður, sum tað er. Skúlin
verður har, sum hann er.
Barnagarðurin verður har,
sum hann er. Fótbóltsvøllur
in verður har, sum hann
er. Brandbilurin verður
har, sum hann er. Vit hava
ongar ætlanir um, at gera
nakrar broytingar har. Vit
ætla at kommunurnar skulu
koyra, sum tær gera. Tá vit
leggja saman, er tað ein
spurningur um at útbyggja
víðari.
Sum dømi nevnir Fríðgerð
Heinesen, handilssentrið,
ið gøtumenn eru í ferð við
at gera í Gøtudali.
- Fyri okkum er tað
bara ein íløga í ta nýggju
kommununa. Tað er gott fyri
alt økið, at gøtumenn byggja
handilssentur, tað missa vit
einki við. Grundarlagið fyri
samanleggingini er, hvussu
vit best kunnu samstarva
og fáa best burturúr í felag.
Og ikki at vit hugsa um at
fáa mest burturúr hvørjum
øðrum. Hesa áskoðan eru
bygdarráðini samd um í
dag.
Tá tosa er um útbygging
ar, er til dømis tosað um
havnabygging í Leirvík,
men enn er ikki nøkur
avtala komin uppá pláss
um hetta.
- Vit lova ikki leirvíking
um ein nýggjan bátahyl ella
okkurt annað, sum enn ikki
er fingið uppá pláss, bara
fyri at fáa tey at atkvøða
fyri eini samanlegging,
um tað vísir seg ikki at
gerast veruleiki eftir saman
leggingina.
Tað kommunurnar báðar
hava avtalað nú er, at um
tær skulu gera stórar íløgur
og fara at læna pengar,
so skulu tær tosa saman
áðrenn, so tær ikki hvør í
sínum lagi gera stórar íløgur
í tey somu tingini, sum ikki
er neyðug at hava í báðum
bygdunum. Til dømis eina
størri havn í Leirvík og eitt
handilssentur í Gøtu.
Stutt skotbrá
Fólk
í
Leirvík
ákæra
bygdarráðið fyri at royna at
pressa eina samanlegging
ígjøgnum, við at geva
teimum so stutt skotbrá.
Tey halda at tað er ov seint
at
borgarafundurin
um
samanlegging er týsdag,
og at borgarin longu skal
atkvøða leygardag. Men
Fríðgerð Heinesen vísir
hesum ákærum aftur.
- Vit hava haft tveir
fundir. Ein var í Gøtu, sum
bæði var fyri gøtufólk og
leirvíkingar, men har vóru
øðiliga fáir leirvíkingar.
Fundurin týskvøldið, var
ikki fyrsti fundur um málið.
- Ætlanin við at hava
tveir borgarafundur var,
at á tí fyrra kundu vit
leggja málið fram. Síðan
kundu fólk hugsa um tað,
og hava høvi at møta á
tí næsta fundinum og seta
spurningar, um tey føldu,
at teir ikki vóru svaraðir
á tí fyrra, sigur Fríðgerð
Heinesen.
Vit vera ikki keypt ella seld
Klokkan er farin
av hálvgum tíggju
mikumorgunin.
Tríggir dagar eru
eftir, til krossurin skal
setast fyri ella ímóti
samanlegging millum
Leirvíkar og Gøtu
kommunu.
- Hvat kunnu teir
bjóða okkum? Vit
kunnu bjóða teimum
sólarkaffi. Tað einasta
teir kunnu bjóða
okkum er eitt G!
armband
Kommunur
Ella Larsen
ella@sosialurin.fo
Í kaffistovuni á Statoil
støðini í Leirvík sita menn
og drekka kaffi, meðan
prátið gongur. Í dag er
prátið um kommunusaman
legging, líka sum tað hevur
verið nógvar av undanfarnu
døgunum.
- Eg síggi ongan fyrimun
við at leggja saman. Vit
klára akkurát tað sama
sjálvir.
Eftir øllum at døma, eru
leirvíkingar meira ósamdir
um spurningin enn gøtufólk
eru.
Bygdarfólkið eftirlýsir
visiónum og ætlanum fyri,
hvat ein samanlegging fer
at innibera fyri bygdirnar
báðar.
- Vit vilja gjarna vita,
hvat kommunurnar ætla at
brúka samanleggingina til.
So kundu vit tikið støðu
til, um hetta ikki er nakað,
vit kundu gjørt einsamøll,
sigur ein leirvíkingur.
Starvsfólkið
á
kaffi
stovuni eru ikki á einum
máli um, hvat er best at
gera.
- Eg síggi ongan fordeil.
Teir vilja hava okkum uppí,
bara tí teir skulu byggja
Gøtudal út.
- Gøtudalur verður bygd
ur út, sjálvt um vit ikki eru
við.
- Vit kunnu bíða til
seinni, tá vit noyðast at
leggja saman.
- Hví kunnu vit ikki bara
sjálvi leggja saman nú?
– Eg eri so fyri!
Fólkið í kaffistovuni
skiftist út. Kaffipausan hjá
nøkrum er liðug, meðan
onnur koma til.
Ein gøtumaður er millum
leirvíkingarnar ið koma
inn, og teir sum sita við
borðini siga argandi.
- Kemur ein gøtumaður
her? Vit vilja ikki síggja
gøtumenn.
Helst var hetta sagt í
skemti, tí gøtumaðurin sær
út til, at føla seg væl til
passar. Hann setir seg mitt
ímillum
leirvíkingarnar
og er við í prátinum, sum
skjótt skiftir kós og endar
inni á fótbóltinum.
- Leirvíkingar hava ofta
spælt í Gøtu, eingir gøtu
menn hava nakrantíð verið
her.
- Eg minnist fyrstu ferð
eg sá Hans Mourits í GÍ
klæðum, tað sá út sum hann
var farin í krígsklæði.
- Nú verður tað nokk
vøllurin í Gøtu sum skal
brúkast, so verður tann í
Leirvík nokk niðurlagdur.
- Hvar munnu vit skula
velja? Í GÌ húsinum?
- Eg dugi ikki at síggja,
hví tit skulu blanda GÍ og
LÍF uppí hetta. Tey fara
altíð at vera hvør sítt!
Nógvir leirvíkingar hava
enn ikki tikið eina støðu, og
ein av størstu orsøkunum
tykist at vera, at tey halda
seg hava fingið ov lítið at
vita frá kommununi, um
ætlaðu samanleggingina.
- Tey hava arbeitt við
hesum í langa tíð. Eg haldi
at tað er rættiliga vánaligt,
at vit skulu hoyra um
ætlanirnar um samanlegging
sum slatur í onkrum handli
í Fuglafirði.
Ónøgd er eisini millum
bygdafólkið um, at tað
er so stutt skotbrá, frá at
tey hava fingið at vita
um samanleggingina, til
fólkaatkvøðan skal vera.
- Fundur var týsdagin,
og nú skulu vit longu
atkvøða leygardagin. Tað
virkar, sum tey royna at
pressa hetta ígjøgnum.
Vit
fáa
ikki
ordiliga
tíð, at seta okkum inn í
fyrimunirnar og vansarnar
við samanleggingini, sigur
ein leirvíkskona.
Nei-røddirnar eru flestar
og tosa harðast á Statoil
støðini. Men hóast ja-
røddirnar ikki hoyrast so
væl, merkir tað ikki, at tær
ikki eru til staðar. Ein av
leirvíkingunum heldur at
samanleggingin er eitt gott
uppfinnilsi.
- Um vit skulu leggja
saman við nøkrum, so skal
tað vera við Gøtu.
Heitt kjak í Leirvík
- Vit hava avtalað, at alt
verður har, sum tað er, sigur
Fríðgerð Heinesen borgarstjóri
í Leirvík. - Tá vit leggja
saman, er tað ein spurningur
um at útbyggja víðari
Mynd: Jens Kristian Vang
Mynd: Jens Kristian Vang