Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. september 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 172 - 7. september 2006 Altavgerandi við neyvari kanning Hesa seinatu vikuna hevur Atlantic Airways verið fyri tveimum sera óhepnum hendingum í sambandi við flúgving til Føroya. Leygardagin varnaðist flog­skiparin brek í bremsuskipanini, beint áðrenn flog­farið skuldi lenda í Vágum. Hann fylgdi øllum trygd­ar­prosedurum og lent varð ístaðin á norskum flog­vølli. Flogvøllurin í Vágum er ov stuttur, tá saml­aða bremsiskipanin ikki er optimal, og tí verður longri flogvøllur í eitt nú Noregi brúktur til slíka trygd­arlending. Nú øll vóru so fegin um, at henda trygdarlendingin gekk so væl í hond, varð eisini mett, at hetta helst var eitt tekniskt brek, sum eingin kann verja seg fyri. Men so hendi tað aftur bert nakrar fáar dagar seinni. Sama bremisskipan í sama flogfarinum á júst sama stað endurtók seg. Men aftur gekk alt væl í sam­ bandi við trygdarlendingina, sum eisini fór fram á sama stað í Noregi. So far so good. Alt gekk fyrimyndarliga fyri seg, eing­ in fekk skaða, tó at mong helst hava fingið hvøkk ella skelk av hesum hendingum. So er spurningurin: hvussu við framtíðini! Er talan um júst sama brek og um so er, hvussu kann tað íkoma tvær ferðir innan fyri so stutt tíðarbil? Ella er talan um onnur brek í somu bremsiskipan, sum kunnu íkoma uttan at hetta hev­ur nakað við dagliga eftirlitið at gera? Er talan um menniskjanslig mistøk og at eftirlitsarbeiðið ikki er gjørt nóg væl? Hesum spurningum hava vit ongan møguleika at svara, og tí eiga vit eisini at vera sera varin við at fella dómar. Leiðslan í Atlantic Airways hevur gjørt rætt í at taka flogfarið úr flúgving fyri at fáa tað kannað til fulnar. Vit ganga út frá, at kanningin fer at siga okkum, um talan hevur verið um menniskjanslig mistøk – um at eftirlitsarbeiðið ikki hevur verið nóg gott. Og kemur kanning til slíka niðurstøðu, tá má ov­asta leiðslan meta um, hvørjar avleiðingar hetta skal fáa. Vit, eiheldur nakar annar, hava hvørki rætt ella møguleika fyri at leggja nakra skuld á tey fólk­ini, sum hava tekniska eftirlitið hjá Atlantsflog um hendi. Ein neyv kanning má til, áðrenn nøkur á- byrgd kann plaserast. Tað er tó greitt, at tað hevur stóran týdning fyri álitið á Atlantic Airways og tess trúvirði, at kanningarnar verða gjørdar so væl og neyvt sum til ber. Her má einki koyrast undir teppið, tí her er jú talan um okk­ ara tjóðarflogfelag, sum hevur eina stóra ábyrgd mót­vegis øllum teimum ferðandi, ikki minst nú tað flytur flestu ferðafólkini millum Føroyar og um­heim­ in. Sosialurin So- sialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. – Tað er syrgi­lig­ ur lesnaður, at alment lønt skulu tora at peika eft­ir okk­ara sjófólki og ar­beið­ andi fólki. Harmuligt at hes­ir menn skulu mis­ unna t. d. at ein minstaløn er, og at flakafólk verða tryggjað so frægt Gerhard Lognberg, løgtingsmaður SAMBAND eirikur lindenskov post@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar – Skam fá­ið tykkum í hasum stra­te­gi­bólk­ i­num. Farið heldur og gerið okkurt til nyttu, held­ur enn miðvíst at royna at nið­urbróta teir og tey, sum halda okkara landi uppi, sigur Gerhard Lognberg m. a. í viðmerking Ja, nú er aftur ein stra­t­e­gi­­bólk­ ur av flippumonnum kom­­in við eini visjónsætlan. Nú er kosturin til sjófólk og onnur í arbeiðara­rørsl­ uni ikki serliga vinarligur. Burtur við øllum sum stuðlar verkafólk í fiski­ vinn­uni. Meðan teir sjálvir - flipp­u­ menn­inir, hava allar sømdir við eftirløn og øllum sum har­til hoyrir. Helst frían bil, sum onkur annar eigur, sjálvsagt alment. Nei, eg vil so stað­i­liga appilera til Fiskimanna­fel­ ag­i­ð og Føroya Ar­beið­ar­ a­felag: Tit hava gjørt vart við tykkum. Sjálvur ætli eg so avgjørt at stuðla tykkum, tað ið eg eri mentur. Eg haldi tað verða syrgi­ lig­ur lesnaður, at alment lønt skulu tora at peika eft­ir okkara sjófólki og ar­beið­ andi fólki. Harmuligt at hes­ ir menn skulu misunna t. d. at ein minstaløn er, og at flakafólk verða tryggjað so frægt. Skulu sjómenn sita við ongum, tá ein túrur mis­lukkast? Fólk sum tit, eru ikki verd at loysa tveingirnar hjá. Nei Jan Mortensen, tað eru ikki hasi fólkini, sum hava sogið mergin úr okk­ara landi. Nei, tað eru held­ur tit sjálvir, sum halda skeið fyri hvørjum øðrum. Ella fundast innanhýsist, so­leið­is at lítið og einki av fólki hjá tí almenna eru at hitta. Ringir tú til tað almenna, tey flestu, ja so hoyrir tú ein sangtóna, og síðani verður tú umstillaður eini fimm ferð­ir, síðani er tann ikki at hitta, sum tú skuldi tosa við. Verður hetta standurin, sum flippumennirnir koma fram til í visjón 2015, so ynski eg hana har ið piparið grør. Sjálvur komi eg úr einum ar­beiðaraheimi. Foreldur og átta systkin, og pápin var sjómaður. Nei, tú vaks ikki upp av mjólk og hunangi, men eg veit, hvussu smátt og ótrygt tað var, tá pápin hevði hjallin á sjónum, ella stóð og flakti í fiskakjallaranum. Nei eg siti í samgongu sjálvur, og vil eg minna flokk­in sum eg eri valdur fyri, at minnast sínar røtur, og tað stavnhald flokkurin var valdur til. Fyri ikki at gloyma røt­ ur­nar, ger tað einki at vit lesa bókina, sum Jóannes Dalsgaard skrivaði um Fylk­ ing á Tvøroyri. Fyl­k­ing var stovanð 1915, og er elsta abeiðsmannafelag í Før­ oyum. At man kann verða so frekur, at tú beinleiðis biður henda part av fólkinum fara í onnur lond at vinna fyri lívsins uppihald fyri at kunna sleppa at innflyta bíliga arbeiðsmegi. Jóhan á Mýru­ni skuldi eina­ferð siga, tá flippu......? sluppu at stýra okkara land­ ið, tá var undirgangur nær. Eg vil ikki siga orði hann segði, men eg skal fínka um tað og siga flipp­u­menninir. Ein áheitan á Javn­að­ar­ flokk­in og samgonguna. Lat­ið okkum feia alt hatta ónd­sinnaða møsnið ímóti tí arbeiðandi fólkinum av veg­num, uttan so frægt at skeita til hesu hatursgleps frá teimum ríku. Og eiga vit at standa sam­ an við arbeiðararørsluni í okk­­ara landið sum ein, og takka fakfeløgunum fyri, at enn er styril í teimum. Mín partur skal ikki liggja eft­ir, at lyfta við, ímóti teim­ um vælbjargaðu, sum bara kunnu kvitta fyri mán­að­ar­ løn­ina, hon kemur bara. Til endans – skam fá­ið tykkum í hasum stra­te­gi­ bólk­i­num. Farið heldur og gerið okkurt til nyttu, held­ ur enn miðvíst at royna at nið­urbróta teir og tey, sum halda okkara landi uppi. Við Javnaðarkvøðu. løgtingsmaður Gerhard Lognberg Farið heldur og gerið okkurt til nyttu! Hoyrdi ein dag­in Bill Just­ in­uss­en í tíðindasendingini hjá útvarpinum, tað í sær sjálvum er ikki so løgið, tí har er Bill oftani at hoyra. Tað sum eg festi meg við var, at Bill vildi siga fyri Føroya fólki, at teir sum sita í samgongu, gjørdu einki fyri at tálma rús­drekk­ a­politikkinum, men bara rópa eitt sindur, tá uppskoti var viðgjørt. Góði Bill, hetta er bein­ leið­is ósatt, sum tú sigur ella lygn. Tú veit fullvæl, at eg sjálvur og fleiri við mær hava nettup tálmað hes­um pol­i­tikki, og fari eg eisini fram­haldandi at hava mína greiðu støðu um rúsdrekka. Nei Bill Justinussen, tú kann gott fara í miðlarnar at ákæra onnur fyri einki at gera, meðan tú sjálvur stend­ur um miðu og verjir land og fólk. Tú minnist kanska ikki, tá eg hevði brúk fyri tínum stuð­uli. Hvat gjørdi tú tá. Jú, tú fór í part við teimum, sum helst vildu hava meg burt­ur av flísagrótinum í løg­ting­inum. Nei Bill, ikki fara út at for­telja Føroya fólki, at eg royni at verja rúsdrekka, um so var kundi eg sagt tað sjálv­ur. Ein lítil viðmerking til Una Danielsen, form. hjá hot­ell­unum. Ja, tú helt at tað var skeivt, at vit ikki kundu sita úti og nýta salat og eitt glas av víni. Ja, eg hoyri teg. Fyri mær er tað so avgjørt tann minsti skað­ in. Eg royni at tálma rúsdrekkapolitikkinum! løgtingsmaður Gerhard Lognberg