hósdagur 7. september 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 172 - 7. september 2006
11
tíðindi
Arne Jespersen, Tvøroyri, andaðist týsdagin 5.
september, 62 ára gamal.
Estrid Nielsen, Tvøroyri, andaðist á Landssjúkra
húsinum týsdagin 5. september, 70 ára gomul.
Jarðarferðin verður leygardagin kl. 13 úr Tvøroyri
kirkju. kunnu lata KFUK eina gávu. Konta í Føroya
Sparikassa.
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Til ommu og abba mín
á diamantbrúðardegnum
08 sept. 2006
Nú summarið er fari framvið,
sita tit, omma og abbi við lið.
Diamantbrúðardagurin er í dag,
og tí eri eg í góðum lag.
Hjá tykkum er altíð gott at vera,
tit vita ikki hvussu gott, tit skulu gera.
Omma alt gott á borðið man seta,
nei, hjá tykkum sleppi eg ikki undan at eta.
Sparka bólt við abba stuttligt er,
serliga, tá omma kemur upp í við ferð.
Abbi og eg hoppa songini í,
nei, tá blandar omma seg ikki uppí.
Omma ruddar og vaskar hvønn ein dag,
abbi gongur túrar, keypur inn við góðum lag.
81 og 88 ár tit eru blivin nú,
hvør skuldi hesum trú.
Eg ynskji tykkum ein góðan dag,
nú vit øll við tykkum eru so glað.
Jesu pápi tykkum er hjá,
tillukku ynskjist her Aron frá.
Dagurin í morgin
8. september. Mariumessa um heystið. Hildin sum
føðingardagur Mariu. Dagurin er dilkadagur. Tríggir dagar
um heystið verða nevndir dilkadagar. Teir eru mariumessa 8.
september, mikkjalsmessa 29. september og alhalgunardagur
1. novenber. Tá var okkurt serstakt havt til matna, helst av
seyði, og dilkur var tann matur róptur, sum etin varð.
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara kæra
kona, mamma vermamma og omma
Estrid Nilssen
Tvøroyri
andaðist á Landssjúkrahúsinum
týsdagin 5. september, 70 ára gomul.
Kistan fer frá kapellinum á Tvøroyrar Sjúkrahúsi
fríggjakvøldið kl. 18.00.
Jarðarferðin verður úr Tvøroyrar kirkju
leygardagin kl. 13.00.
Fyri tey avvarðandi
Brynjolf,
Arvid, Virgar, Sverri og Bergur
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum gleddu meg
á 75 ára føðingardegnum 5. juni.
Takk fyri gávur, telegramm og uppringingar, takk til
øll úr bygd og bý, sum komu framvið.
Ein serlig tøkk til børn og svigarbørn og øllum
tykkum, ið annars hjálptu til at gera dagin sera
hugnaligan. Takk øll somul.
Poul Johannus Zachariasen
Hóskvøldið 7.september kl.
20 verður aftur skipað fyri
kafékvøldi fyri tey ungu.
Dánial Guðjónsson fer
saman við einum vinmanni
at framføra við gittara og
sangi.
Í hugnaliga umhvørvinum
í kaféini, verður eisini
møguleiki at fáa ókeypis
heimabakaða køku og kaffi,
te og saft.
Komandi mánaðirnar verð
ur hetta eitt afturvendandi
tiltak, har ung hava møguleika
at fara á tónleikakafé í royk-
og rúsfríum umhvørvi.
Kafé-kvøld í
Margarinfabrikkini
Niðanfyri
prenta
vit
minningarorðini,
sum
Jákup
Lindenskov,
fyrrverandi løgtings-, og
landsstýrismaður, hevði
um Jonu Henriksen í
útvarpinum í gjárkvøldið:
4. september andaðist Jona
Henriksen á Ellisheiminum
í Havn, 82 ára gomul. Hon
var borin í heim 4. januar
1924. Foreldur hennara
vóru Elisabeth og Palli
Henriksen, bæði úr Havn.
Tá
barnaskúlin
var
frá hondini, tók Jona
preliminerprógv. Tað var um
tað mundið heimsbardagin
brestur á, og Jona fer at
arbeiða í H. N. Jakobsen
Bókahandli. Meginpartin
av krígsárunum er hon
á
fotodeildini,
hevði
týdningarmiklu ábyrgdina
av myndatilfari, at slíkt
sum kundi haldast at veita
týskinum, fíggindanum, inn
lit um viðurskifti í føroyska
samfelagnum, ikki kom í
ljósmála.
Studentsprógv
fær
hon í 1946, og eftir tað
er hon skrivstovukvinna
í Bókhandlinum. Í 1950
í Føroya Banka, er m. a.
kassameistari. Í 1967 verður
Jona KFUK-skrivari og
virkar í starvinum í 30 ár, til
hon leggur frá sær í 1997.
Men tað vóru eisini heilt
onnur ting, sum myndaðu
mentakvinnuna
Jonu
Henriksen. Var alla sína tíð
virkin - og á so mongum
økjum. Umframt ævigi
KFUK-skótin, so var Jona
kenda býarmyndin, og
politiskt var honvirkin og
vitandi - samfelagsmedvitað
í odd og egg.
Frá ungum árum kom
hon upp í felagsvirksemi
í
Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag, tað førdi
við sær, at Jona ofta kom
fram í ljósið, tað var longu
í krígsárunum, og har hon
var, var ongantíð tøgn. Hon
var engasjeraða røddin,
gjørdi seg til kennar, men
altíð við tí góða boðskapi,
sum peikaði framá, og vit
kunnu siga uppeftir, hon
fjaldi ongantíð kristna
hugburð sín. Parturin hjá
Jonu Henriksen lá ongantíð
eftir. Skótaarbeiði og virk
semi millum tey eldru lá
henni næst á hjarta. Hon
royndi seg eisini á palli í
Sjónleikarhúsinum.
Jona var býráðslimur
frá 1969-72, og hon var
løgtingslimur 1975-80, var
fyrsta kvinna, sum hevði
fast sæti á tingi.
Jona hevði dygdir, sum
hon ofta gav frá sær á sín
serliga hátt. Meiningar sínar
gav hon eisini til kennar,
oftast við brosi á kinn. Vildi
so fegin, at øll føldu seg
væl, hóast áskoðanin kundi
vera ymisk. Trúgv var hon
- altíð til reiðar.
Frið lýsa vit yvir minnið
um megnarkvinnuna, Jonu
Henriksen.
Jákup Lindenskov
Jonu Henriksen til minnis
Diamantbrúdleyp
Fríggjadagin 8. september 2006 hava Essemi og Petur
Højgaard, Saltangará diamantbrúdleyp. Dagurin verður
hildin saman við børnunum