Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. september 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 172 - 7. september 2006 Bogi Hansen í uppskoti at fáa norð­ ur­lendska heiðursløn Bogi Hansen, sum er hav­­frøðingur á Fiski­rann­ sóknarstovuni, er inn­ stillaður til at fáa Nátt­úru- og Um­­hvør­vis­heiðurslønina hjá Norð­urlandaráðnum fyri sítt arbeiði at kanna veð­ur­lagið á havleiðunum kring Føroyar. Hesum visti Útvarp Føroya at siga frá mánadagin. Serliga verður hugs­að um hansara 35 ára arbeiði at kanna møgu­ligar broyt­ ingar í streym­við­urskiftum kring Føroyar, sum koma av globalu upp­hitingini. Bogi Hansen var fyrst í uppskoti millum 26 aðr­­ar norðurlendingar. Nú eru níggju persónar og felagsskapir eftir at velja ímillum hjá Norð­ur­l­ andaráðnum, og ein av hes­ um fær virðislønina. Teirra millum er Bogi Han­sen. - HeiniK Avgreiðslan hjá Føroya Shell á Rituvíkarhálsi letur aftur um árs­ skifti. Fyritøkan fer at umskipa seg, og tí verður avgreiðslan afturlatin. Stjórin leggur tó dent á, at talan ikki er um eitt afturstig. – Tað er lættari at halda eitt høgt tænastustøði við sentraliseraðum virksemi, sigur Hákun Djurhuus, stjóri á Føroya Shell AFTURLATING Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Føroya Shell fer at umskipa seg, og serliga innan alt, sum hevur við kundatænastu at gera, verða broytingar gjørd­ ar. Í hesum sambandi verður avgreiðslan á Rituvíkarhálsi latin aftur um ársskiftið. Hákun Djurhuus, stjóri í Føroya Shell, leggur tó dent á, at hetta er ikki eitt afturstig fyri kundarnar ella fyritøkuna: – Vit fara at veita eina líka góða tænastu. Starvsfólkini verða ikki søgd úr starvi, men tey verða flutt til Havn­ ar ella Klaksvíkar. Við undir­sjóv­­ artunnilinum er tað vorð­­ið sera lætt at ferðast ímill­­um, og tí halda vit ikki, at eysturoyingar verða verri fyri. – Avgreiðslan á Ritu­vík­ar­ hálsi lá ikki serliga sentralt í Eysturoynni. Tí mettu vit hana ikki vera lívsneyðuga fyri okkum, sigur Hákun. Hákun Djurhuus greiðir frá, at avgreiðsluhættirnir eru sera nógv broyttir, og tí er ikki neyðugt við so nógvum avgreiðslustøðum. – Telefonin er eitt amboð, sum í alt størri mun verður nýtt til avgreiðslur, og vit ynskja eisini, at fleiri avgreiðslur skulu verða umvegis telefon. Frígeva orku til kundatænastu Øll starvsfólkini halda fram, men summi koma at útføra eina øðrvísi uppgávu. – Vit effektivisera okkara virksemi, við at sentralisera tað. Vit spara eisini peng­ ar, tí at vit spara eina adr­ essu. Øll kundatænastan verður umskipað, so at tey, sum arbeiða innan kunda­tænastuna, fáa færri upp­gávur og sostatt kunnu leggja størri orku í kunda­ tænastuna. Hákun leggur dent á, at broytingin skal ikki upp­ fatast negativ. Ífylgi honum er broytingin best fyri kundarnar. – Summi halda altíð, at broytingar eru negativar, men vit síggja ein stóran fyrimun við at sentralisera okkara virksemi. Tað er lættari at halda eitt høgt tænastustøði við sentraliseraðum virk­ semi. Vit royna at finna røttu kombinatiónina, so at vit kunnu útnytta okkara kap­ asitet. Á hendan hátt vilja vit menna fyritøkuna. Shell letur avgreiðslu aftur Summi halda altíð, at broytingar eru negativar, men vit síggja ein stóran fyrimun við at sentralisera okkara virksemi, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í Føroya Shell Ferðafólkið við flog­farinum hjá Atlantsflogi, sum í gjárkvøldið noyddust at trygdarlenda í Berg­en, tóku tað púra róligt Trygdarlending Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Ferðafólkini, sum vóru við flogfarinum hjá Atlantsflogi, sum aftur í gjárkvøldið noyddust at trygdarlenda í Bergen, tóku tað ógvuliga róligt. – Sjálvandi hugsaði eg mítt, men tað var púra róligt í flogfarinum, sigur ein ferðamaður. Hann sigur, at tey fingu at vita, at onki var at stúra fyri, men at tey kundu vænta eina harða lending og tey vóru tí biðin um at spenna seg væl. Eisini hesuferð fær mann­ ingin rós frá ferðafólkunum fyri at duga serstakliga væl at vera um ferðafólkið. Men ferðafólkið sigur, at tey hildu ikki, at lendingin í Bergen var ræðandi hørð, tó at hann kom eitt sindur hart niður á breytina. Í Bergen stóð bjargingarlið og sløkkiliðsbilar til reiðar, men teimum var ikki brúk fyri, tí alt gekk upp á stás. Tað gingu tó eini 10 minuttir, áðrenn ferðafólkið slapp úr flogfarinum, tí bremsurnar skuldu kólna fyrst. Tá ið tey lendu, fór luftin úr tveimum av hjólunum, men tað var ikki tí at tey punkteraðu. Tað er ein trygdarskipan, sum sleppur luftini úr hjólinum, tí ið tey verða ov heit, sigur Magni Arge Tað vóru 77 ferðafólk við flógfarinum og hýrurin var góður og eitt flogfar kom eftir teimum og fleyg til Føroyar, har tey komu mitt í nátt. Ferðafólkið, sum vit hava tosað við, siga, at tað einasta, tey fýlast á, er, at fólk, sum var vesturi í Vágum og tók ímóti, fingu onki at vita, fyrrenn ein hálvur tími var farin. – Tað einasta, sum hendi, var, at ljósið á vøllinum slókn­að, uttan at nakað flogfar kom og tað gekk ein hálvur tími við óneyðugum nervøsiteti, áðrenn tey fingu nakað at vita. Ferðafólkið tók tað púra róligt Tá ið flogfarið var lent, fór luftin úr tveimum hjólum. Men tað var ikki tí at tey punkteraðu. Ta var tí at ein trygdarskipan í felgunum, sum sleppur luftini úr dekkunum, tá ið tey gerast ov heit