hósdagur 7. september 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 172 - 7. september 2006
13
- Slíkt er keðiligt,
men eg havi fult álit á
teimum, sum manna
flúgvaran og teimum,
sum standa fyri tí
teknisku røktini,
sigur Magni Arge,
stjóri í Atlantsflogi
Atlantsflog
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Sjálvandi órógvar tað fólk,
tá ið vit fáa tvey líknandi
tekniskt brek í eina lítla
viku. Men eg eri sannførdur
um, at her er talan um eina
røð av serstakliga óhepnum
umstøðum, sum hevur rakt
okkum upp á nakrar fáar
dagar.
Magni Arge, stjóri í Atlants
flogi, hevur fult álit á, at tað
er ikki ein svíkur í teknisku
deildini hjá Atlantsflogi,
sum hevur ført til, at sami
flúgvari fyri aður ferð í
gjárkvøldið mátti til Bergen
at trygdarlenda, tí at brek var
í luftbremsuskipanini.
– Okkara flogfør verða
røkt eftir forskriftunum og
betri enn tað og tí er tað stak
óheppið, at slíkt kemur fyri.
Men eg eri sannførdur um,
at tað hevur onki við røktina
at gera. Hetta er rætt og slætt
eitt keðiligt óhapp, sum nú
hevur rakt okkum tvær ferðir
í eina lítla viku, har tað
annars vanliga eru nógv ár
ímillum slíkar hendingar
Men fyri at tryggja okk
um til fulnar, senda vit nú
flúgvaran til Svøríki, har
luftbremsuskipanin verður
tikin í botn, so at trupulleikin
kann loysast einaferð fyri
allar.
Annars hevur stjórin í
Atlantsflogi eisini hug at
taka tað positiva burturúr
hendingini og tað er, at eins og
leygardagin, fær manningin,
sum var við í gjárkvøldið,
sera góð skoðsmál frá ferða
fólkunum.
– Tað er jugaligt at vita,
at tað er dygd arbeiðnum,
sum manningin stendur fyri,
eisini tá ið serligar støður
taka seg upp.
Eftir hendingina leygar
dagin, tá ið fúgvarin mátti
til Bergen, varð tað ein ferða
maður, sum helt, at mann
ingin átti at fingið tilboð um
kreppuhjálp, tá ið tey komu
í land.
Hetta er ein atfinning,
sum Atlantsflog tók til sín
og tá ið ferðafólkið kom í
Vágar, stóð sálarfrøðingur
fyri teimum, skuldi onki
havt brúk fyri at tosa við
hann.
Tað var ongin, sum tók
av.
Eitt, sum fólk finnast at í
gjárkvøldið, er, at fólk, sum
komu at taka ímóti ferða
fólki, onki fingu at vita.
Men hesum er Magni Arge
ikki samdur í.
– Eg havi fingið at vita,
at fólk fingu at vita, at flog
farið mátti til Bergen av
tekniskum áðum. Tey, sum
onki hava fingið at vita, hava
so onkusvegna ikki hoyrt
boðini, leggur hann afturat.
Men onkur vildi kanska hava
fleiri upplýsingar, men tað
hevði starvsfólkið so ikki.
- Vit eru undir
støðugum eftirliti
og var tað tekniska
støðið ikki fult
nøktandi, slapp
Atlantsflog ikki at
flúgva, sigur Remi
Hansen, tekniskur
leiðari
Atlantsflog
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Var tekniska støði hjá
Atlantsflogi ikki fult út
nøktandi, slapp felagið ikki
at flúgva.
– So einfalt er tað, sigur
Remi Hansen, tekniskur
leiðari hjá Atlantsflogi.
Nú sami flúgvari hjá
Atlantsflogi tvær ferðir í
fimm dagar hevur verið
noyddur at fara til Bergen
at trygdarlenda fyri tekniskt
brek, eru leysasøgur farnar at
ganga um, at tekniska støðið
hjá føroyska flogfelagnum
ikki er á nøktandi støði.
Men tað avsannar tekniski
leiðarin, Remi Hansen.
Hann staðfestir, at flúgv
ararnir hjá Atlantsflogi
verða til fulnar røktir eftir
forskriftunum hjá fram
leiðaranum.
– Men fyri alla tíðina at
vera eitt stig frammanfyri,
hava vit eisini eina skipan,
har vit hava betri eftirlit við
ávísum pørtum í flogfarinum
enn tað, sum framleiðarin
ásetir.
Atlantsflog undir
støðugum eftirliti
Tekniski leiðarin vísir eisini
á, at Statens Luftfartsvæsen,
sum er ein óheftur, almennur
eftirlitsmyndugleiki und
ir statinum, hevur eis
ini støðugt eftirlit við
Atlantsflogi, akkurát, sum
felagsskapurin hevur eftir
lit við øllum øðrum flog
feløgum í ríkinum.
– Umboð fyri Statens
Luftartsvæsen eru hjá
Atlantsflogi tvær ferðir um
árið og her felagið verður
gjøgnumgingið.
– Umframt at kanna manna
gongdir og skipanir, kannar
Statens
Luftfartsvæsen
eisini tey einstøku flogførini
beinleiðis.
Men her hevur onki verið
at finnast at.
– Og so seint sum týsdagin
kannaði umboð fyri Statens
Luftfartsvæsen akkurát
hendan flúgvaran, sum mátti
til Bergen at trygdarlenda í
gjárkvøldið og heldur ikki
har var nakað at finnast at.
Men Remi Hansen stað
festir, at ein flúgvari er
ikki øðrvísi enn allur annar
teknikkur: Tað henda brek
viðhvørt.
– Men var tekniska eftir
litið hjá Atlantsflogi ikki
á høgum støði, sluppu vit
rætt og slætt ikki at flúgva,
leggur hann afturat.
Í Atlantsflogi vita tey væl,
hvussu stóran týdning álit
millum manna hevur og tí
verður ikki slakað á hesum
øki.
Annars sigur hann, at tað
er ómøguligt at siga, akk
urát, hvat tað er fyri ólag,
sum kom á hendan flúgv
aran, sum mátti til Bergen
í gjárkvøldið.
Tí ber heldur ikki til, at
siga, um tað er akkurát sama
brek í luftbremsunum, sum
spøkir aftur, ella um talan er
um eitt annað brek.
Men fyri at binda um heilan
fingur, hevur Atlantsflog
gjørt av at senda flúgvaran
til tekniska samstarvsfelagan
Malmø Aviation í Svøríki.
Hagar skuldi flúgvarin
eftir ætlan fara seinnapartin
í dag.
– Í Svøríki er ætlanin er
gera tað eftirlitið, sum ann
ars vanliga verður gjørt
einaferð um árið og ein part
ur av tí verður so at taka
luftbremsuskipanina í botn
fyri at tryggja, at alt nú er
í lagi.
– Men at brek er í luft
bremsunum, er ikki eitt
ókent fyribrigdi. Tað er
bara sjáldan, at nakað hoyr
ist um tað, tí tað er ikki
so dramatiskt, sigur Remi
Hansen.
Hava onki at havt at
fýlast á hjá Atlantsflogi
Bjargingarlið stóðu til reiðar, tá ið Atlantsflog trygdarlendi í Bergen í gjárkvøldið, men alt gekk
upp á stás, so teimum var ikki brúk fyri
Ein røð av óhepnum umstøðum