hósdagur 7. september 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 172 - 7. september 2006
ítróttur
SAMBAND
jákup mørk@so-
sialurin.fo
tlf 341800
Vónirnar eru góðar, og alt annað enn fyrsta pláss hevði verið
eitt sindur skuffandi
Helgi Dam Ziska undan FM í snartalvi leygardagin
Týskland
vann 13-0 á
San Marino
Meðan fleiri av hinum
smáu tjóðunum í Europa
í kvøld hava megnað heið
urlig tap móti stórum fót
bóltstjóðum, so hilnaðist
tað í kvøld illa hjá San
Marino, sum hevði vitjan
av Týsklandi. Týskararnir
vóru eirindarleysir, og teir
vunnu 13-0, eftir at tað í
steðginum hevði staðið 6-0.
Í metstóra sigrinum skoraði
Lukas Podolski fýra mál,
Bastian Schweinsteiger,
Miroslav Klose og Thomas
Hitzlsperger skoraðu tvær
ferðir í part, og hini málini
skoraðu Michael Ballack,
Arne Friedrich og Bernd
Schneider.
Í undankappingum til
EM og HM í Europa var
talan um metstóran sigur.
Metið frammanundan átti
Týskland eisini. Undan
HM endaspælinum, sum
var í Meksiko í 1970, vann
Týskland undankapping
ardyst móti Kypros 12-0.
Í sama bólki var Kekkia
á útivølli móti grannunum í
Slovakia, og har var eingin
ivi. Tá ið 21 minuttir vóru
farnir, hevði Libor Sionko
skorað tvær ferðir fyri
Kekkia, og í 57. minutti
staðfesti Jan Koller, sum er
komin fyri seg aftur eftir
skaðan, sum oyðilegði HM
endaspælið fyri hann, 3-0
sigurin.
VB/Sumba
tveitt úr
1. deild
Tað hevur gingið illa hjá
VB/Sumba í 1. deild í ár.
Liðið liggur til niðurflyting,
og meira enn einaferð hev
ur liðið tapt stórt – einu
ferðina heili 20-0 ímóti
AB. Harafturat hevur liðið
ikki møtt til tveir av sínum
dystum, og tað hevur nú
fingið avleiðingar.
Kappingarnevndin hjá
FSF hevur gjørt av, at VB/
Sumba verður koyrt úr
kappingini í 1. deild, og øll
úrslit hjá liðnum higartil í
ár verða strikað. Tey, sum
hava vunnið trivaligan sig
ur á VB/Sumba, missa tí
bæði stigini og málini.
Fyri VB/Sumba merkir
tað, at liðið endar aftast í
1. deild við ongum stigi og
ongum máli, og liðið flytir
tí niður í 2. deild til næsta
kappingarár.
Tomislav Sivic,
sum herfyri varð
koyrdur úr einum
venjarastarvi, er
blivin venjari hjá
felagnum Spartak úr
heimbýnum Subotica
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tomislav Sivic, sum í átta
ár var venjari og spælari í
Føroyum, hevur nú fingið
nýtt starv, eftir at hann var
sekkjaður í felagnum FC
Vozdovac herfyri.
Nú vóru boð eftir Sivic úr
heimbýnum Subotica, har
felagið FC Spartak, sum
spælir í næstbestu deildini,
er í kreppu.
FC Spartak hevur bert fing
ið eitt stig í fimm dystum, og
tí valdi leiðslan í felagnum
at senda venjaran Bajic
Srdjan til hús. Nú verður
so litið Tomislav Sivic upp
í hendurnar at venda skeivu
gongdini.
Vætna sær nógv
av Sivic
Ítróttarstjórin í FC Spartak,
Milenko Popovic, sigur
við serbiskar fjølmiðlar,
at teir vænta sær nógv av
samstarvinum við Tomislav
Sivic, og hann ivast ikki í, at
úrslitini fara at batna. Sivic
hevði sína fyrstu venjing í
Spartak mikudagin.
Tomislav Sivic var í átta ár
eitt kent andlit í føroyskum
fótbólti. Hann byrjaði sum
spælari og venjari í VB í
1995, og í 1997 skifti hann
til B36, sum hann gjørdi til
føroyameistarar fyrsta árið.
Í 2000 og 2001 var Sivic
venjari í KÍ, áðrenn hann
fór av landinum aftur. Síðani
hevur hann starvast heima í
Serbia.
Heimsmeistararnir
Italia hava bert fingið
eitt stig í tveimum
EM-undandystum
og liggja nú aftast í
EM-bólki B saman við
Føroyum
EM-fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Í gjárkvøldið var ein
ørgrynna av landsdystum í
EM-undankappingini spæld
ir kring Europa, og í EM-
bólki B, har Føroyar eru eitt
av londunum, vóru tríggir
dystir spældir.
Italia var undir trýsti, eftir
at liðið byrjaði við javnleiki
á heimavølli ímóti Litava,
sum verður roknað sum eitt
av veikaru liðunum í bólkin
um. Í gjárkvøldið spældi Italia
ímóti Fraklandi í París, og
endurtøkan av HM-finaluni
endaði við sigri til Frakland.
Sidney Guvou legði Frak
land á odda longu í fyrsta
minuttir, og eftir 18 minuttir
økti Thierry Henry til 2-0.
Italia svaraði skjótt aftur
við máli frá Gillardino, men
franski sigurin var staðfestur
í seinna hálvleiki, tá ið
Guvou skoraði til endaliga
úrslitið 3-1.
Heimsmeistararnir Italia
hava fingið vánaliga byrjan
í EM-undankappingini, og
liðið hevur nú eitt stig fyri
tveir dystir og liggur beint
frammanfyri Føroyar í
botninum í EM-bólki B.
Skotland vann aftur
Tveir aðrir dystir vóru í okk
ara bólki mikukvøldið.
Ukraina hevði heimavøll
ímóti Georgia, sum Føroyar
taptu 6-0 fyri, og annan dyst
in á rað noyddist Georgia at
lúta. Andriy Schevchenko
legði Ukraina á eftir ein hálv
an tíma, men síðani skoraði
Georgia tvær ferðir.
Ukraina javnaði minuttir
eftir, at Georgia hevði lagt
seg á odda, og 10 minuttir
fyri leiklok skoraði Andriy
Rusol sigursmálið fyri Ukra
ina.
Skotland, sum vann 6-
0 á Føroyum leygardagin,
spældi á útivølli ímóti Litava,
og Skotland vann dystin 2-
1. Christian Daily og Kenny
Miller løgdu Skotland á odda
2-0, og fimm minuttir fyri
tíð minkaði Darius Miceika
til endaliga úrslitið 2-1.
Føroyar og Italia liggja í botninum
EM-bólkur B
Dystir
Mál Stig
1. Skotland
2
8-1
6
2. Frakland
2
6-1
6
3. Ukraina
1
3-2
3
3. Georgia
3
8-6
3
4. Litava
2
2-3
1
5. Italia
2
2-4
1
6. Føroyar
2
0-12
0
Sivic hevur fingið nýtt
starv
Tomislav Sivic er nú boðsendur at hjálpa kreppurakta felagnum FC Spartak í heimbýnum Subotica
Mynd: Alexandar Djorovic