Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-07, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. september 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 [ Nr. 172 - 7. september 2006 ] Ongland vann tepran sigur Ongland hevur fult stigatal eftir tveir teir fyrstu dystirnar í EM-undankappingini. Í gjárkvøldið var sigurin ikki so sannførandi, sum hann var leygardagin, men Ongland fekk øll stigini við sær heim frá EM-dystinum í Makedonia. Heimaliðið spældi á hædd við Ongland allan dystin, men teir kláraðu ikki at skora mál. Tað kláraði Ongland hinvegin, og málskjútti var Liverpool-kempan Peter Crouch, sum onkursvegna fekk tveitt seg og flukta eitt innlegg frá Frank Lampard í málið umvegis tvørstongina. Russland og Kroatia spældu í sama bólki málleysan javnleik, meðan Ísrael vann tryggan 4-1 sigur á Andorra. Danir settu íslendingar upp á pláss Ísland vann leygardagin heili 3-0 á útivølli ímóti Norðurírlandi í EM-dysti, og tí var spenningurin stórur til dystin ímóti Danmark á Laugardalsvøllinum í Reykjavík í gjárkvøldið. Danir punkteraðu dystin longu í fyrra hálvleiki, tí teir løgdu seg fram um 2-0. Dennis Rommedahl skoraði longu eftir 5 minuttir, og í 26. minutti økti Jon Dahl Thomasson til 2-0 eftir framúr kontraálop. Íslendingar royndu at spæla hart og kontant ímóti dønum, men teir gjørdu nógv fríspørk. Besta kjansin hevði Eiðun Smári Guðjohnsen, tá ið støðan var 1-0 til Danmark. Eiður var púra leysur, men danski málmaðurin bjargaði sera væl. Helgi Dam Ziska hevur vunnið føroyameistaraskapin í snartalvi seinastu tvær ferðirnar, men í ár kann hann vænta harða kapping frá serliga John Rødgaard Talv Carl Eli Nolsøe Samuelsen Snartelving kann í roynd og veru ikki samanberast við vanliga telving. Talv er kent fyri sín djúpleika, har tú ert noyddur at hugsa fleiri leikir fram og fleiri møguleikar í senn fyri at røkka einum góðum úrsliti. Tíð er alneyðug. Í snartalvi hevur tú fimm minuttir til alt talvið. Tú ert allatíð noyddur at taka skjótar avgerðir, sum oftast væl áðrenn tú hevur havt tíð at hugsa teg nóg gjølla um. Ørkymlandi er at tapa eitt talv uppá tíð, tá tú stendur greitt til at vinna. Tað er ein afturvendandi spurn­ingur hvørt snartelving bøtir um ella skaðar tína van­ ligu telving. Snartelving er í øllum førum frálíkt undir­ hald í bæði kapping og til hús­­brúk. Aðalfundur sum upphiting Talvsamband Føroya hev­ur sín árliga aðalfund í Lær­ara­ skúlaauluni kl. 13.00 leygar­ dagin. Eftir fundin verður FM í snartalvi á sama staði. Tekn­ ing er í seinasta lagi kl. 14.30 og kappingin byrjar umleið kl. 15.00. Luttøkugjaldið er 100 kr. vaksin og 50 kr. unglingar. Rødgaard og Ziska Hyggja vit at gongdini sein­ astu fimm árini, eru tað tveir mans sum av sonnum kunnu kalla seg snarmeistarar. John Rødgaard vann trý ár á rað, 2001-2003. Síðani Rødgaard í 1998 fyrstu ferð var við í FM snar, hevur hann vunnið kappingina fýra ferðir. Helgi D. Ziska eigur hin­ vegin steypið seinastu tvey ár­ini. Í fjør vann Helgi sera trygt. Nr. 2 varð Hans Kristi­ an Simonsen, meðan Rød­ gaard og Olaf Berg vórðu nr. 3. Í 2004 stóð kappingin serliga millum Helga og Olaf. Áðrenn hann prógvaði sínar dygdir í vanligari telving, var Helgi kendur sum ein øgiligur snartelvari. Væntandi vera aðrir telv­arar í føroysku elituni um­framt Rødgaard og Helgi við í FM-snarkappingini. Góðar virðislønir, eltan eftir heiður og viðurkenning og góðum felagsskapi lokkar helst mangan telvara. Skuffaður um hann ikki vinnur Snarmeistarin seinastu tvey árini: – Eg fari nokk ikki at venja nakað serligt undan FM snar. Eg telvi vanliga nøkur snar á netinum um dagin, og tað verður helst mín fyrireiking fyri at vinna triðja árið á rað, sigur Helgi. Eisini loysir Helgi dag­ liga talvuppgávur, tí slíkar venj­ingar eru góðar til bæði vanliga telving og snar­ telving, heldur hann. – Vónirnar eru góðar, og alt annað enn 1. pláss hevði verið eitt sindur skuffandi, sigur Helgi. Helgi nevnir eisini, at hann í heyst og í vetur fer at royna at fáa seinastu 40 rat­ingstigini í skjáttuna, so­leiðis at hann kalla seg al­tjóða meistara. Vónandi eydnast tað honum. Hetta ber við sær, at Helgi – sum hann sjálvur sigur – valla fer at telva øll talvini á 1. liði hjá Havnar Telvingarfelag í FM-liðkappingini. Veteranurin og unglingin kappast um FM Snarmeistarar síðan 1980 1980: Bjarki Ziska 1981: Súni Ziska 1982: Bjarki Ziska 1983: Andrias Ziska 1984: Jens Kristian Hansen 1985: Bogi Ziska 1986: Torkil Nielsen 1987: Leif Kristensen 1988: Heini Olsen 1989: Heini Olsen 1990: Steintór Rasmussen 1991: Heini Olsen 1992: Heini Olsen 1993: Heini Danielsen 1994: Ólavur Simonsen 1995: Martin Brekká 1996: Torbjørn Thomsen 1997: Carl Eli N. Samuelsen 1998: John Rødgaard 1999: Eyðun Nolsøe 2000: Finnbjørn Vang 2001: John Rødgaard 2002: John Rødgaard 2003: John Rødgaard 2004: Helgi Dam Ziska 2005: Helgi Dam Ziska John Rødgaard bjóðar Helga Dam Ziska av í FM-kappingini í snartalvi leygardagin