hósdagur 7. september 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
[ Nr. 172 - 7. september 2006 ]
Spennandi lið í nýggjari høll
Kollfirðingar hava í nógv
ár verið partur av bestu
mansdeildini í hondbólti,
men enn hava teir ikki
roynt at standa á ovastu
rók. Um tað verður í ár skal
vera ósagt, men tað er ein
sannroynd, at hópurin hev
ur sjáldan sæð so sterkur
og spennandi út, sum hann
ger í ár.
Harafturat hava kollfirð
ingar fingið egna høll.
Hetta ger, at umstøðurnar
hjá teimum yngru gerast
nógv betri. Nú hava tey
møguleika at venja dagliga
í Kollafirði og noyðast ikki
at fara av bygdini fyri at
venja í eini ordiligari høll.
So framtíðin tykist góð,
samstundis sum KÍF sær út
til at hava samlað ein hóp
av leikarum, sum tykjast
kunna spæla upp ímóti
stóru feløgunum í landi
num.
Kári skal føra liðið
upp í toppin
Undan hesum kappingar
árinum var greitt, at venjar
in frá í fjør, Vagnur Johan
nesen, ikki fór at halda
fram sum venjari hjá KÍF.
Felagið úr Kollafirði mátti
tí út at finna nýggjan venj
ara. Teir gjørdu skjótt av.
Stutt eftir farna kappingar
ár prátaðu teir við fyrrver
andi neistamannin, Kára
Mortensen, og hann játtaði
at taka sær av besta mans
liðnum hjá KÍF.
Tá vit spurdu Kára, hvat
hann væntaði av sínum
monnum hetta kappingar
árið, var Kári eitt sindur
bersøgin: “Enn eru nógvir
mans, sum ikki eru byrjað
ir at venja, og tískil er ringt
hjá mær at meta um, hvussu
tað fer at ganga. Eg vóni at
kappingarárið hjá okkum
fer at vera gott, men av tí at
eg kenni so lítið til hópin,
so er ringt hjá mær at úttala
meg. Men hópurin sær
spennandi út, og um allir
leikararnir koma at venja,
so sær heilt væl út.”
Fleiri leikarar ikki
byrjaðir enn
Sjálvt um liðið hjá KÍF sær
sterkt út, so er ein trupul
leiki, at fleiri av leikarun
um ikki eru byrjaðir at
venja enn. Nakrir av føstu
fúsunum hava verið upp
tiknir av arbeiði, meðan
brøðurnir Gert og Arnbjørn
Hansen, sum hava verið
týdningarmiklir partar av
liðnum hjá kollfirðingum
síðstu árini, eru upptiknir
av fótbólti. Harafturat er
verjuálitið, Rógvi Weihe,
burturstaddur í lestrarør
indum, og sjálvt um hann
verður heima aftur til
kappingarbyrjan, so hevur
hann als ikki verið við í
venjingunum undan kapp
ingini.
Kári Mortensen sigur
eisini, at hetta er ein stórur
trupulleiki fyri liðið, men
eisini fyri hann sum venj
ara. “Tað er altíð keðiligt,
tá ein ikki sleppur at arbeiði
við tí væntaða hópinum,
fyrrenn beint upp undir
kappingarbyrjan. Okkara
verju- og álopsvenjing er
ikki nøktandi, tá fleiri av
stuðulsleikarunum mangla,
so hetta mugu vit gera nak
að við, tá allir leikararnir
vera tøkir til venjingar,
heldur Kári.
Útlendingar
styrkja um
Í nøkur ár hava kollfirðing
ar roynt seg við útlendsk
um styrki á liðnum. Úrslit
ini hava verið misjøvn.
Okkurt árið hevur gingið
væl, meðan tað til tíðir
hevur gingið minni væl. Í
ár hava teir aftur fleiri út
lendingar á liðnum, heili
fýra í tali, og hesir styrkja
uttan iva nógv um liðið.
Hesum er Kári Morten
sen eisini samdur í, og hann
sigur, at teir fýra hava víst
góðan vilja undir venjing
um higartil í ár. Hann sigur,
at báðir serbarnir, Mirko
Milinkovic og Damir Oros,
hava spælt ómetaliga væl
undir venjing, og at nýggi
málverjin, Zeljco Iotic, sum
er komin úr Neistanum, er
fallin væl til. Síðsti útlend
ingurin, rumenin Daniel
Rapa, hevur verið skaddur í
eina tíð, men vit skilja á
Kára, at hann fer at vera ein
týðandi partur av KÍF
liðnum í vetur. Kári sigur,
at hesir leikararnir skulu
taka ábyrgd í ár, og at teir
skulu vísa ungu leikarunum
vegin.
Nú skal tað vera
Sum áður nevnt, so hevur
KÍF verið við til at mynda
botnin í føroyskum hond
bólti síðstu árini. Seinastu
tvey ella trý árini hava
úrslitini tó verið á eini heilt
góðari leið, og hetta er tað,
sum fólk í Kollafirði byggja
teirra vónir á til komandi
kappingarár.
Úrslitini hjá kollfirðing
um seinastu árini hava
verið ov óstøðug, og hetta
er grundin til, at teir ikki
hava gjørt seg galdandi, har
tað er stuttligt. Um teir
klára at fáa meir støðug
úrslit, so er ikki óhugsandi,
at hetta er árið, har teir
kunnu blanda seg í oddin.
Kollfirðingar hava altíð
verið kendir fyri sín stríðs
vilja, og um hesin verður
tann sami í ár, sum hann
hevur verið so mangan
áður, so er ein møguleiki
fyri, at teir kunnu gera ein
óvæntaðan vørr í ár. Við
nýggjum venjara, nýggjari
høll og nógvum góðum
fólki skuldi hetta ikki verið
ógjørligt, so nú er bert upp
til kollfirðingar sjálvar at
vísa, at tíðin er búgvin til at
teir blanda seg í oddastríð
ið í føroyskum hondbólti.
Stovnað:..................... 1942
Formaður:.................. Jákup Dam
Venjari:........................ Kári Mortensen
FM-heiti:..................... Einki
FAKTA – KíF
Mirko Milinkovic hevur
verið í Føroyum í nøkur
ár, og hann er vorðin part
ur av vanliga bygdalívi
num í Kollafirði. Um-
framt hetta, so er hann ein
av týdningarmestu leikar
unum á besta mansliði hjá
kollfirðingum í hondbólti,
og vit hava spurt hann,
hvørjar vónir kollfirðing
ar hava til komandi kapp
ingarár.
KÍF má upp í
oddastríðið
Nú hevur Mirko í nøkur
ár verið partur av KÍF
liðnum, og flestu av hes
um árunum hevur KÍF
ligið í botninum. Nú
heldur Mirko, at liðið er
nóg gott til at blanda seg
upp í medaljustríðið. “Vit
hava eina góða blanding á
liðnum, og nú er tíð uppá,
at vit koma longur upp á
stigatalvuna. Vit hava eis
ini fingið nýggjan venjara
við nýggjum hugskotum,
og hetta vóni eg fer at
hjálpa okkum.” Hann
ásannar tó, at fleiri av
liðunum í ár eru sterk, og
at tað kann gerast trupult,
men við rætta viljanum,
so er hetta ikki ómøgu
ligt.
Trupulleiki við
væntandi spælarum
Síðstu árini hevur fleiri
ferðir verið nær við hjá
kollfirðingum, men tað
vísir seg, at teir ofta
mangla tað síðsta. Mirko
heldur, at sjálvt um liðið
sær spennandi út, so er
tað ein trupulleiki, at
fleiri av leikarunum ikki
byrja at venja fyrrenn
síðst í næsta mánað.
“Síðstu árini hava vit víst,
at vit kunnu klára okkum
ímóti øllum liðum, men
tað krevur, at allir mans
eru tøkir. Í løtuni eru
fleiri mans upptiknir av
fótbólti, og hetta er ein
stórur trupulleiki hjá okk
um. Um teir vera klárir til
hondbóltin, so hava vit at
sera gott lið.”
Hann sigur víðari, at
kollfirðingar hava trupul
leikar, um teir mangla
nógv fólk, tí hópurin er
ikki tann størsti í landi
num. Tí hava teir brúk
fyri øllum spælarunum,
fyri at kunna klára seg í
kappingini ímóti hinum
liðunum í bestu deildini.
Kári er rætti maðurin
At enda sigur Mirko, at
hann er stak glaður fyri
nýggja venjaran. “Kári er
skilagóður, og hevur stak
gott eyga fyri hondbólti.
Allir spælararnir hava
respekt fyri honum, og
tað er sera týdningarmikið
í hondbólti.”
Hann endar við at siga,
at kollfirðingar til tíðir
hava havt ov smáar am
bitiónir. Nýggi venjarin,
Kári Mortensen, hevur
stórar ambitiónir, og tað,
heldur Mirko, kann føra
liðið síðsta vegin móti
oddinum.
Ein av útlendsku leikarunum hjá KÍF er
Mirko Milinkovic. Hann sigur, at liðið í ár
er betri enn tað hevur verið hini árini, hann
hevur verið her, men at tað kann gerast ein
stórur trupulleiki, at fleiri av leikarunum hjá
kollfirðingum ikki byrja at venja, fyrrenn síðst
í næsta mánað.
Hondbóltur
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
– Eg vóni, at vit kunnu
náa medaljurnar
Kollfirðingar hava
í nógv ár myndað
botnin í bestu
mansdeildini. Nú
hava teir fingið nýggja
høll, nýggjan venjara,
og spælaratilfeingið
tykist vera betri, enn
tað nakrantíð hevur
verið. Nú er tíðin
búgvin, til at KÍF
tekur síðsta stigið
móti medaljunum.
Brøðurnir spæla alt árið
Brøðurnir Gert og Arn
bjørn Hansen hava nú í
fleiri ár verið við til at
manna besta liðið hjá koll
firðingum. Aftur í ár verð
ur roknað við, at teir báðir
vera týðandi partar av lið
num. Umframt at leika
hondbólt á besta liðnum
hjá KÍF spæla teir báðir
eisini fótbólt á formula
liðnum hjá EB/Streymi,
sum í løtuni liggur á odda
í Formuladeildini. So teir
báðir hava úr at gera alt árið.
Sjálvt um fótbólturin
kanska er teirra fyrsta val,
so kann sigast, at eldri
bróðurin Gert Hansen, sum
er strikuspælari, hevur
verið við á føroyska mans
landsliðnum í hondbólti.
Yngri bróðurin, Arnbjørn,
hevur eisini stak góð hond
bóltsevni, og spennandi
verður at fylgja teimum
báðum brøðrunum komandi
kappingarár.
Mirko sigur, at KÍF má uppí
oddin, men tað kann gerast
ein trupulleiki, at fleiri av
leikarunum eru upptiknir av
øðrum ítrótti.
Hondbóltur
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Kollfirðingar hava í nógv ár ligið í botninum. Nú hava teir fingið nýggjan venjara, og hann vónar,
at KÍF kann spæla seg longur upp á stigatalvuni í nýggju høllini.