Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. september 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 [ Nr. 172 - 7. september 2006 ] Stovnað:..................... 1942 Formaður:.................. Andras Danielsen Venjari:........................ Jústines Justinusen FM-heiti:..................... Einki sum StÍF, 2 sum Skála FAKTA – StÍF kvinnur Síðstu árini hevur kvinnu­ liðið hjá StÍF satsa uppá egið fólk. Teir hava ikki keypt útlendingar til felag­ ið, men hava í staðin valt at givið fleiri av ungu leik­ar­ unum hjá felagnum møgu­ leikan. Nú hava hesir ungu leikarar savnað sær størri royndir í bestu deildini, so vónirnar eru at røkka mill­ um fýra tey ovastu. Hava valt at satsa uppá egið fólk Jústines Justinusen, sum er venjari hjá besta kvinnuliði hjá StÍF, sigur, at teir hava valt at geva ungu leikar­un­ um møguleikan. “Vit hava hildið tað verið best, at geva okkara ungu leikarum møguleikan. Okkara ung­ dómsarbeiði hevur altíð verið gott, so vit halda tað vera skeivt, um ungu leik­ ararnir ikki sleppa til.” Í fjør var liðið hjá stranda­ kvinnum bert mannað av føroyskum leikarum fyri­ uttan málverjan, sum er úr Rumenia. Jústines heldur, at gongdin hjá liðnum í fjør var góð, tí tær kláraðu at vinna niðara bólkin. Nú sigur hann seg vóna, at leikararnir eru klárir at taka næsta stigið á vegnum, sum er at enda kappingina í ovara bólki. Ungu leikararnir hava góða framtíð Jústines sigur víðari, at ungu leikararnir hjá StÍF hava eina stak góða fram­ tíð, og vónar, at teir kunnu halda fram við teirri menn­ ing, sum teir hava víst tey síðstu árini. “Ja, vit hava nógvar góðar ungar leik­ arar, ikki bert á besta lið­ num, men eisini í yngru deildunum. Um vit halda fast um okkara koncept, og halda á fram við at geva ungu leikarunum møgu­ leikan, so trúgvi eg, at hetta StÍF liðið um nøkur ár kann vera við til at mynda oddin á føroyskum kvinnu­hond­ bólti.” StÍF hevur nógvar spenn­ andi ungar leikarar, sum Jústines sigur. Av hesum kunnu nevnast Malan Pet­ ersen, sum hevur spælt vinstri vongur, Ninna K. Johansen, sum hevur spælt á hinum vonginum, og eisini høgri bakkurin, Rebekka Justinusen, sum var ein av teimum føroysku leikarunum, sum fekk flest mál síðsta kappingarár. “Umframt hesar leik­ar­ arnar, so hevur StÍF fleiri uppaftur yngri leikarar, sum innan fá ár fara at gera seg galdandi í bestu deild­ ini,” sigur Jústines. Kyndil er størsti kappingarneytin Jústines sigur, at um tær skulu gera sær vónir um at enda í ovara bólki í enda­ spælinum, so mugu tær fyrst og fremst vinna dyst­ irnar ímóti teimum veikaru liðunum. “Dystirnir móti Stjørnuni, Neistanum og VB vera ringir, men eg vóni, at vit kunnu fáa okkurt stigi ímóti hesum liðunum. Hinvegin er tað sera týdningarmikið fyri okkum, at vit vinna dyst­ irnar móti Kyndli og Sølj­ uni. Gera vit tað, so er stórur møguleiki fyri, at vit kunnu enda í ovara bólki, tá endaspælið fer í gongd.” Tað er kanska ikki ógjør­ ligt, tí við stóru menningini á ungu StÍF liðnum í huga, so er ikki óhugsandi, at tær kunnu spæla upp ímóti teimum bestu. StÍF á rættari kós Nú liggur eitt nýtt kapp­ ingarár fyri framman, og StÍF er eitt av teimum liðunum, sum kann fara at taka øll á bóli í ár. Vit spurdu tískil Jústines, um hann helt tað vera realistiskt, at eitt so ungt lið, sum tað hjá strandakvinnum, hevur møguleika at enda millum fýra tey ovastu. “Eg dugi ikki at síggja, hví vit ikki skulu tað. Ja, vit hava nógvar ungar leikarar, men teir eru sera góðir, og eg ivist onga løtu í, at hetta er rætta gongdin hjá okkum. Eg vóni at hetta verður árið, har vit fara at gera ein vørr.” Vit kunnu ikki vita, um hetta verður árið hjá StÍF, men eitt er sikkurt. StÍF hevur fatur á rætta endanum, tí ungu føroysku leikararnir mugu og skulu fáa møguleikan, so nú verður spennandi at síggja, um ungu strandakvinnurnar megna at taka føroyska hondbóltsheimin á bóli. StÍF hevur síðstu árini víst ungu leikarunum í felagnum álit. Venjarin heldur, at gongdin hevur verið góð, so nú vilja tey av Strondum og Skála enda millum fýra tey ovastu. Hondbóltur Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo – Vit skulu bara trúgva upp á tað “Vit hava satsa uppá egið fólk, og hetta hevur verið rætta gongdin. Nú er málið at enda í ovara bólki í endaspælinum og spæla um medaljur.” Hetta sigur Jústines Justinusen. Mynd Álvur Haraldsen StÍF satsar uppá egið fólk Rebekka Justinussen og Ninna K. Johansen um­ boða høgru síðu á kvinnu­ liðnum hjá StÍF. Tær eru báðar ungar og lámar, og eru tær partar av góða ungdómsarbeiðnum hjá StÍF. Vit fingu okkum eitt prát við tær um komandi kappingarár. Eitt lið í framgongd Vit spurdu tær báðar um møguleikarnar hjá StÍF í ár. “Vit eru eitt lið í fram­ gongd. Vit hava nógvar evnaríkar leikarar, og tað tekur tíð at venja ungar leikarar við 1. deild,” sigur Ninna. Rebekka tekur undir við henni og leggur afturat, at sjálvt um tær eru eitt lið í framgongd, so vilja tær enda millum fýra tey ovasta í ár “Vit hava fingið størri royndir nú, og liðið er nóg gott til at vinna á fleiri av hinum liðunum.” Trúgvin hevur størsta týdningin Tær halda báðar, at tað hevur verið rætt av fel­ag­ num at geva ungu leik­ arunum møguleikan, tí at hetta fer at geva úrslit í framtíðini. “Um eini tvey ella trý ár fer hetta liðið at vera eitt tað sterkasta í landinum,” sigur Rebekka. Ninna ásannar tó, at tað krevur eitt sindur av leik­ arunum sjálvum fyri at fáa góð úrslit, og hon sigur, at tað týdningar­ mesta er trúgvin upp á ein sjálvan. “Tað er altíð tru­ pult hjá ungum leikarum, men tað týdningarmesta er at trúgva og stóla uppá sítt egna lið, so fer alt hitt nokk koma.” Vit skulu klára Kyndil At enda siga tær báðar, at vegurin til ovara bólk í endaspælinum er at vinna móti Kyndli. “Ja, vit vilja heilt klárt enda í ovara bólki í endaspælinum. Tað er sera týdningarmik­ ið hjá okkara ungu leik­ arum. Um hetta skal lata seg gera, so mugu vit vinna á okkara størstu kappingar­neytum, og her er talan kanska serliga um Kyndil, men eisini Sølj­ una.” Tað er greitt, at tey á Strondum vita, hvat tey vilja. Nú verður spennandi at síggja, um ungu leik­ ararnir fara at vera klárir í ár. Eitt er tó sikkurt. Hetta er eitt lið í fram­ gongd, og vit fara heilt sikkurt at síggja nógv til fleiri av hesum leikarum í framtíðini. Rebekka Justinusen og Ninna K. Johansen eru bert tveir av evnaríku leikarunum hjá StÍF. Tær halda báðar, at nú skal besta kvinnulið hjá strandingum upp í ovara bólk at spæla. Hondbóltur Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo