Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. september 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 173 - 8. september 2006 5 tíðindi Hoyvík: Fyrsta bíbliu­ undirvísingin verður miku­ kvøldið 13. september kl. 20 stundisliga. Tað verða ymisk fólk frá samkomuni sjálvari, sum koma at undir­ vísa. Tað eru sera viðkomandi evni, ið undirvíst verður í. Millum hesi kann nevnast: “Guðs Orð, Orðið hin fasti grundvøllur”, har m. a. verður sagt frá, hvat Harrin sjálvur sigur um grundvøllin í kristna lívi­ num, og hvussu vit menn­ iskju kunnu byggja á henda grundvøllin, klettin Jesus Kristus. Undirvíst verður somu­ leið­is í fylgjandi evni: “Mynd­ugleikin í Guðs Orði”, sum snýr seg um hetta Orðið, ið hevur ein so ómetaligan myndugleika, tí tað er ikki mannaverk, men tað er innblást av Guði og er tí óvikandi. Eitt annað evni er: “Tað sum Guðs Orð virkar”, her greitt verður frá um, hvussu tað grøðir, upplýsir og gev­ ur skynsemi, Orðið reinsar og halgar, og tað er okkara andaliga spegil og dómari, fyri bert at nevna ein lítlan part. Somuleiðis fara bíbliu­ tímarnir at taka evni úr fjallaprædiku Jesusar. Kvøldið verður skipað so­ leiðis, at byrjað verður við sosialum felagsskapi, har vit fáa ein drekkamunn og vit práta saman. Eftir hetta byrjar sjálv undirvísingin, sum varar í umleið 40 minuttir. Allir luttakarar fáa útflýggjað eitt A4 ark við m. a. høvuðspunktum í evninum og øðrum viðkomandi upp­ lýsingum og spurningum. Undirvísingin verður eisini illustrerað við Power Point, so skriftstøð og annað við­ komandi verður víst á vegginum. Eftir sjálva undir­vís­ing­ ina verður høvi hjá lut­tak­ arunum at umrøða evnið, annaðhvørt í bólkum ella á annan hátt. Nú vetrarhálvárið byrjar verður skip­að fyri bíbliuundir­vísing í Oasuni í Hoyvík. Tað verður annaðhvørt miku­kvøld, og er hetta fyri øll. – Tað krevst eingin serligur forkunnleiki fyri at vera við, verður sagt úr Oasuni. Samkomur Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Oasan fer nú undir aftur regluliga bíbliuundirvísing Viðkomandi undir­vísing úr Bíbliuni Lógin skal herðast Eftir at Sosialurin seinastu dagarnar hevur varpað ljós á, at revsingin fyri neyð­ tøkur er nógv linari í Før­ oyum enn í Danmark, hava Annita á Fríðriksmørk og Finnur Helmsdal úr Tjóð­ veldisflokkinum tikið mál­ ið upp. Tey arbeiða við einum ríkislógartilmæli, ið skal at herða revsirammuna fyri neyðtøku. Tilmælið verður lagt fyri Løgtingið 19. sep­ tember. Henda sama lógargrein var herd í Danmark fyri fýra árum síðani. Broyting­ in ger, at ein neyðtøkumað­ ur í Danmark, sum út­ gangsstøði skal inn at sita eitt heilt ár longri enn ein neyðtøkumaður í Føroyum. Tá ein lóg verður broytt í Danmark, er tað føroysku politikararnir, ið avgera, um lógin eisini skal broyt­ ast í Føroyum. – Tað er ikki nakað poli­ tiskt motiv, ið liggur aftan­ fyri, at revsingin í neyð­ tøkumálum ikki er herd í Føroyum, sigur Jacob Vest­ ergaard, landsstýrismaður í innlendismálum. – Tá ein lóg broytist í Danmark, er tað ikki sjálv­ virkandi, at lógin eisini broytist í Føroyum. Revsi­ lógin er danskt mál, har nakrir partar av henni eru dagførdir. Men vit eru langt afturút við at dagføra ríkislógir í Føroyum, sigur Jacob Vestergaard. – Vit halda ikki, at tað er nøkur orsøk til, at vit skulu vera eftirbátar á hesum øki­ num, sigur Annita á Fríð­ riksmørk. – Tí leggja vit nú tilmælið fram. Um tilmælið verður sam­ tykt í Løgtinginum, verður tað sent til danska løg­ málaráðið, ið er umsit­ ingarligi myndugleikin, ið skal avgreiða broytingina lógina. Tá uppskotið er samtykt í Løgtinginum, er tað ein avgreiðslu­spurn­ ingur at fáa broytingina ígjøgnum. – Vit vænta at fáa lóg­ar­ broytingina ígjøgnum, sig­ ur Annita á Fríðriksmørk. Um alt gongur eftir ætlan, kann broytingin koma í gildi í ár ella fyrst í komandi ári. Lógargreinin ið fastsetir revsingina í neyðtøkumálum skal broytast. Tað er ein gomul lóg, ið er galdandi í Føroyum, sum ger, at neyðtøkur verða revsaðar nógv linari í Føroyum enn í Danmark Neyðtøkur Ella Larsen ella@sosialurin.fo – Vit eru langt afturút við at dagføra ríkislógir í Føroyum, sigur Jacob Vestergaard, lands­ stýrismaður í innlendis­ málum. - Vit halda ikki, at tað er nøkur orsøk til, at vit skulu vera eftirbátar á hesum økinum, sigur Annita á Fríðriksmørk, løgtingskvinna hjá Tjóðveldisflokkinum.